fríggjadagur 24. august 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 • 24. august 2007
Vikuskifti
7
Tey stuðlaðu Janusi Kamban í
útbúgvingarvalinum.
Ongin stuðul
- Í Danmark fekst ongin fíggjar-
ligur stuðul. Eg búði bíliga hjá
skyldmanninum Janusi Øssurs-
syni. Eg kom ikki á Akademiið
beinanvegin, men ein skuldi til
upptøkuroynd fyrst, og eg gekk
tí til listaundirvísing, sigur Janus
Kamban.
- Tað hjálpti væl, at eg hitti
Gudmund Hentze, ið var hálvur
føroyingur og starvaðist sum
sakførari niðri. Hann eggjaði til,
minnist Janus Kamban.
Áðrenn Janus, høvdu t.d. Ing-
álvur av Reyni og Mikines gingið
á Akademinum.
Janus Kamban fór niður fyrst
í tríatiárunum, var so heima
aftur eitt skifti, men fór so niður
aftur. So kom kríggið og hann
var “fastur” niðri, hóast hann tá
hevði ætlað heim.
- Føroyingar komu nógv saman
í Keypmannhavn hesi árini, minist
Janus.
Um orsøkina til, at hann valdi
høgglistina sum hin fyrsti, sigur
Janus Kamban:
- Eg teknaði og málaði. Men tá
ein kemur í listaumhvørvi, økist
hugurin at royna “eina breiða
viftu” og ein ekperimenterar,
sigur Janus Kamban, sum ongan-
tíð kendi seg einsamallan, hóast
hann í mong ár var einsamallur á
hesum listaøkinum.
- Ein finnur sítt pláss. Seinni
komu fleiri. T.d. Tróndur Paturs-
son, ið eisini málaði, men sum
nú hevur sligið ígjøgnum við
glaslist. Og so eru t.d. Andreas
Andreasen og Hans Pauli Olsen,
sigur Janus Kamban.
Um árini í Keypmannahavn
sigur Janus, at hann arbeiddi og
gekk á Akademiið.
- Síðani leigaði eg atelier í
Keypmannhavn. Onki samband
var við Føroyar hesi krígsárini.
Vit lesandi kundu taka lán, sum
sjálvsagt skuldi gjaldast aftur.
Men teir, sum ráddu, stovnaðu
ein grunn við pengunum. Hetta
gjørdist til Dansk/Færøsk kultur-
fond, greiðir Janus frá.
Til Føroya
Í 1945 bar til at fara til Føroya.
- Eg hevði arbeitt við minnis-
varða yvir føroyska málið – V.U.
Hammersheimb. Hesin stendur
á Debesartrøð. Av monnum,
sum stuðlaðu hesum, kann t.d.
nevnast Jákup Dahl, sum var
keypmaður í Keypmannhavn,
sigur Janus,
Heimkomin var smátt, eins og
væntað frammanundan. Janus
Kamban fekk pening fyri fyrsta
minisvarðan, men so gekk rúm
tíð, innan nakað veruligt aftur var
á skránni.
- Tað hendi ikki nógv eftir tað,
men tað var hóast alt altíð okkurt
at takast við. Tað var smátt. Ein
royndi at lívbjarga sær, hóast ár
vóru ímillum stóru uppgávurnar,
sigur Janus Kamban.
Broytingar
Men tíðinar vóru øðrvísi tá. Í
fimmtiárunum vóru ikki nógvir
pengar í samfelagnum og hvussu
var millum listafólkini, sum vóru
komin heim eftir kríggið? Var
nakað listaumhvørvi?
- Tað var ikki sum í dag, sigur
Janus, sum ikki heilt vil afturvísa,
at eitt ávíst umhvørvi var, men at
munurin til í dag er stórur, er lítið
at ivast í.
- Tíðinar eru broyttar og
listafólkini selja sum brent. Tá
var tað helst mest Mikines, sigur
Janus Kamban, sum er givin
at arbeiða í listaskemmuni, nú
ellið forðar hesum. Í mong ár var
hann undangongumaður, eittnú
sum oddamaður í Listafelagnum,
sum skipaði fyri framsýningum
og eisini átti stóran lut í, at
Listaskálin sá dagsins ljós.
- Í dag er meira eitt umhvørvi.
Fólk ganga til framsýningar og
vit hava serkønar ummælarar.
Eisini alment hómast, at eyguni
eru opin fyri listini. Alt hetta er
gleðiligt. Listin hevur tað gott,
sigur Janus Kamban.
Sær Janus Kamban hesa
menning sum úrslit av tí, ið
hann og onnur hava stríðst
fyri í trongum korum, og var
ysnkiligt, at hendan menningin
gekk skjótari, so hann sjálvur og
hansara ættarlið fingu størri lut í
hesum?
- Tað bar til hjá okkum, men
alt tekur tíð, og tað tekur tíð hjá
einum samfelag at mennast. Nei,
hetta er ikki komið ov seint. Listin
hevur tað gott, sigur nærum 94
ára gamli Janus Kamban, innan
hann letur dyrnar upp inn í sjálva
listaskemmuna, verkstaðin.
Her er ikki virksemi longur,
men vit skulu taka myndir í
rætta umhvørvinum av undan-
gongumanninum innan høgglist í
Føroyum.
Slóðarin
Úr listaskemmuni sæst út á
Nólsoyarfjørð ígjøgnum stóru,
høgu rútarnar. Dagsljósið kastar
ljós inn á gólv og veggir, har
gipsmyndir eru av mongum av tí,
ið Janus Kamban hevur evnað
til millum ár og dag. Sjónligast
er standmyndin av Jákupi Dahl,
og búmerkið hjá Føroya Banka.
Sjálv standmyndin av Jákupi
Dahl stendur uttanfyri Vágs
Kirkju og búmerkið hjá Føroya
Banka er merkið, sum bankin
hevði, innan samanleggingina
við Sjóvinnubankan – tað við
árabátinum.
Janus Kamban hyggur ígjøg-
num stóru rútarnar út á fjørðin.
Seinasti slóðarin í sínum
ættarliðið letur hurðina aftur til
listaskemmuna og vit fylgjast út
í gongina, har myndir av bæði
vinum og kenningum, kendum
og minni kendum, hanga á
veggunum. Blaðmaðurin hevur
hitt umboð fyri farnar dagar,
eitt umboð, sum tó hevur víst
veg og hvørs steinmyndir enn
standa sum varðar og vegvísarar í
framtíðini.
Tá úthurðin fer aftur, og vit siga
farvæl, fær listamaðurin matnáðir
og blaðmaðurin eigur upp í leypar
av kenslubornum setningum,
ið hava søguligt flog, men sum
helst hvørva í slavna lotinum.
Tað er sum at lata hurðina
aftur til annan heim, og túrurin
ígjøgnum skundmikla Miðbýin í
Havn megnar ikki at skava burtur
fatanina av, at ein søgulig løta er
farin framvið og er vorðin partur
av farnari tíð.
Janus Kamban
Føddur í 1913 í Tórshavn
Myndahøggari
Listaundirvísing frá Viggo Brandt. Á myndaskúlanum á
Akademinum, Keypmannahavn (E. Utzon-Frank) 1932-35, 1938-
40.
Mangar ferðir og mangar framsýningar í Føroyum og útlondum.
Námsstyrkir og heiðurslønir:
Neuhausens Pr. 1935; C.C. Hall 1937; Hielmstierne-Rosencrone
1937; Ronge 1937, 1939; Bielke 1940; Løgtingsins fíggjarlóg
síðan 1956; mentavirðisløn landsstýrisins 1998.
Verk:
Skraddarin (standmynd, gips, 1935, Listasavn Føroya);
Bringumynd av H.A. Djurhuus (bronsa, 1941, smst.);
Móðurmálið, minnisvarði yvir W.U. Hammerhaimb (basalt,
1948, Landsbókasavnið); Tróndur gamli (relieff, bronsu, 1976,
Gøtu Skúli); Jákup Dahl (standmynd, bronsu, 1978, Vágs K.);
Drongur og lamb (figurbólkur, bronsu, 1980, Vesturskúlin,
Tórshavn); Másar yvir skerinum (fleirlitt linoprent, 1983, Plakat
til Norðurlandahúsið); Búmerki til Føroya Banka, Tórshavn.
Um grafikklist hansara sigur bókin Myndlist í Føroyum m.a.:
“Í grafikkinum (....) er havið, sjófuglurin og lívið í fjøruni eitt
høvuðstema. Eingin hevur sum Janus Kamban megnað at
greina linjurnar, ið tekna tann spenta og fullkomna formin, sum
eyðkennir tann lætta, men kortini sterka føroyska bátin”.
Fakta