fríggjadagur 24. august 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 163 - 24. august 2007
Ein ungur drongur
fekk ikki so harða
revsing, sum hann
kundi fingið, tá hann
í gjár fekk dóm fyri
harðskap
Harðskapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ein ungur drongur slapp
nokk so væl, tá ið hann í
gjár varð dømdur fyri harð
skap.
Hann var ákærdur fyri
harðskap av serliga ráum
og grovum slagi, tí sam
bært løgregluni vóru hann
og nakrir vinmenn lagstir
á ein annan ungan drong
eina náttina uttanfyri eidd
dansihøli í Havn.
Eftir at ein drongur varð
feldur og lá svímaður í as
faltinum, stóðu ákærdi og
nakrir
aðrir
rundanum
hann og sparkaðu hann
fleiri ferðir í høvdið og á
kroppin.
Offrið slapp kortini væl
og fekk bara smávegis
skaða og varð eymur í and
litinum, tó at lækni metti,
at hann kundi verða sálar
liga ávirkaður av tí í eina
tíð.
Tann akærdi noktaði seg
sekan.
Tvørturímóti
greiddi hann frá, at hann
hevði sæð, at ein annar
hevði felt drongin og hevði
gjørt seg kláran at herja á
hann aftur, har hann lá í
óviti á asfaltinum.
Fyri at forða fyri, at
meiri harðskapi, tók hann
drongin, sum ætlaði at
leypa á, og fekk hann burt
urfrá, so at tað ikki hendi
størri skaði.
Fleiri vitni greiddi frá tí
tey sóu í rættinum. Nøkur
vitnaði stuðlaði uppundir
ákæruna hjá løgregluni og
onnur stuðlaði frágreiðing
ini hjá ákærda.
Tá ið avtornaði, metti
dómarin ikki, at talan var
um harðskap av serliga rá
um og grovum slagi. Hann
metti ikki, at tað kundi
ávísast, at ákærdi hevði
sparkað drongin í høvdið.
Men dómarin helt, at ongin
ivi var um, at ákærdi hevði
sparka drongin nakrar ferð
ir á kroppin.
Av tí sama varð drongur
in dømdur 30 daga treytaða
fongsulsrevsing við eini
royndartíð upp á tvey ár.
Tað merkir, at ger drong
urin nakað revsivert tey
næstu tvey árini, skal hann
sita teir 30 dagarnar, um
framt dómin hann fær fyri
tey nýggju lógarbrotini.
Undir vanligum umstøð
um hevði dómurin verið
harðari og ákærdi hevði
ikki sloppið undan at siti.
Eitt dømi er, at ein knýtt
ur nevi í andlitið kostar
vanliga 30 dagar handan
rimar og tað er dýrari at
spakra liggjandi fólk.
Tá ið dómurin var lut
falsliga linur, var tað tí, at
dómarin legði dent á fleiri
ymisk viðurskifti.
Eitt var, at ákærdi var
undir 18 ár, tá ið lógarbrotið
varð framt. Hann legði eis
ini dent á, at ákærdi hevði
ikki aftur verið í holt við
løgregluna
síðani
hesa
hendingina og at hansara
persónligu viðurskifti vóru
góð. Og so legði dómarin
eisini dent á, at mansskaðin
var bara lítil og ongin.
Fekk lina revsing fyri harðskap
Landsstýrismaðurin
í tilbúgvingarmálum
hevur ikki álit á Til
búgvingarstovninum
og MRCC Tórshavn,
og tí hevur hann
avgjørt at seta eina
kanning í verk at
kanna um alt fór
rætt fram á MRCC
Tórshavn, tá russiski
trolarin “OLSHANA”
fór á Flesjarnar fyri
trimum vikum síðani.
Stjórin á Tilbúgving
arstovninum hevur
tikið misálitið til eft
irtektar og sagt seg
úr starvi, hóast aðal
stjórin heitti á hana
um at vera sitandi
Tíðindaskriv
Mikudagin fekk stjórin á
Tilbúgvingarstovninum,
Anni á Hædd, at vita frá
aðalstjóranum í Fiskimála
ráðnum, at landsstýrismað
urin hevði avgjørt at seta
eina kanning í verk fyri at
fáa staðfest, um alt fór rætt
fram á MRCC Tórshavn, tá
russiski trolarin »OLSH
ANA«» rendi á Flesjarnar
2. august. Avgerðina um
kanning hevur landsstýris
maðurin tikið, hóast Til
búgvingarstovnurin staði
liga hevur frámælt einari
kanning afturat teimum eft
irmetingum, ið longu eru
gjørdar. Sambært eftirmet
ingunum er tað onki, sum
bendir á, at MRCC Tórs
havn gjørdi nakað skeivt, tá
manningin varð bjargað av
skipinum. At bjarga fólkum,
ið koma illa fyri á sjónum,
er einasta ábyrgdarøki hjá
MRCC Tórshavn, og henda
uppgáva varð røkt til fuln
ar.
At
landsstýrismaðurin
ikki hevur álit á sínum
stjóra og umsiting er sera
óheppið og er eitt stórt bakk
ast fyri MRCC Tórshavn,
sum fyri bara tveimum
árum síðani varð eftirkannað
av Det Norske Veritas eftir
syndarligu
Jøkulfellvan
lukkuna. At landsstýrismað
urin setur fram krav um
kanning hevur við sær, at
arbeiðsumstøðurnar gerast
ótolandi á MRCC Tórshavn
og Tilbúgvingarstovninum,
tí avgerðin hjá landsstýris
mannin letur upp fyri, at
MRCC Tórshavn skal kann
ast, hvørja ferð óhapp
henda á sjónum.
Kravið um kanning er ein
asta orsøk til, at stjórin hev
ur sagt seg úr starvi. Frá
farni stjórin hevur ikki fing
ið upplýst, hvørja fakliga
meting landsstýrismaðurin
byggir sína avgerð um kann
ing á. Fráfarni stjórin metir
avgerðina hjá landsstýris
manninum verða ódámliga
og niðurbrótandi fyri Til
búgvingarstovnin
sum
heild, og serliga niðurbrót
andi fyri MRCC Tórshavn,
sum bert hevur fimm ár á
baki og longu nú skal kann
ast fyri aðru ferð. Stjórin
metir, at framferðin hjá
landsstýrismanninum
er
óbúgvin og ein stór hóttan
ímóti føroysku tilbúgving
ini. Slíkar avgerðir føra til,
at umsitingin missir álitið á
politiska myndugleikan.
Fráfarni stjórin harmast
um, at hon ikki megnaði at
sláa ígjøgnum hjá landsstýr
ismanninum og harvið verja
síni starvsfólk móti enn ein
ari kanning. Arbeiðsfriður
og tryggleiki eru avgerandi
fortreytir fyri, at MRCC
Tórshavn eisini næstu ferð
skal verða ført fyri at taka
tær røttu avgerðirnar, tá á
stendur, skrivar fráfarandi
stjórin, Anni á Hædd, í tíð
indaskrivi.
Anni á Hædd
leggur frá sær
Nýggi stjórin á MRCC, Anni á Hædd, kom bert at sita eitt ár í sessinum. Stjórin hevur nú
boðað frá, at hon leggur frá sær, tí hon tekur kanningina av stovninum, sum Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður, ætlar at seta í verk, sum eitt misálit á seg sum stjóra
Betri eftirlit við bústaðarbygging
Sýns og metingarskráir vísa, at neyðugt er at herða eftirlitið
við bústaðarbygging í høvuðsstaðarkommununi. Torkilsgøtu
og Jørundargøtu í Hoyvík eru meiri enn 30 sýns og metingar
skráir skrivaðar, og niðurstøðan er, at húsini eru ikki gjørd
eftir forskriftunum, og tí er fuktur í teimum. Á Dýrindalsvegi
er øll bygging steðgað fyribils, eftir at ein sýns og meting
arskrá sáar iva um, hvørt arbeiðið er gjørt eftir forskriftunum.
Byggifyritøkurnar Articon og J&K Petersen, sum hava
arbeiðið á Dýrindalsvegi um hendi, bíða nú eftir boðum frá
umsitingini hjá kommununi. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur við Útvarpið, at ikki dugir at
siga, hvussu nógv byggingin verður seinkað.
Vitjan úr Ísrael
Um seks dagar fáa Ísraelsfelagið og felagið Vinir Ísraels í Føroyum
áhugaverda vitjan út Ísrael. Tað er leiðarin í Skandinavisku
Sjómanskirkjuni í Haifa, Gro Wenske, sum kemur til Føroya 30. august
at greiða frá um Ísrael, jødunum og um støðuna í landinum nú. Gro
Wenske, sum er útbúgvin gudfrøðingur, er norsk og hevur búð í Ísrael í
40 ár. Hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri landinum og fólkinum har.
Hon hevur ferðast nógvastaðni kring heimin og hildið fyrilestrar um
Ísrael og Miðeystur. Norska kvinnan er blaðstjóri á »Israels Røst« sum
roynir at greiða frá um Bíbliuna og Ísrael og virkar fyri góðum samskifti
millum jødar og kristin.