fríggjadagur 24. august 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 • 24. august 2007
Vikuskifti
6
Tygara útsendi leitaði sær ein dag
mitt í august yvir í Klokkaragøtu
í Havn. Har býr Janus Kamban í
listaskemmu síni.
Blíður tekur hann ímóti hes
um eitt sindur seinkaða blað
manninum. Janus verður 94 ár
í september, og ellið er farið at
boyggja myndahøggaran. Men
mótvegis egnum útsøgnum um,
at hann er hálvavegna í ørviti,
so tykist vitið hvast, og eyguni
spæla livandi, tá gesturin verður
boðin niðan í stovuna. Húsini eru
líkasum uppbygd í hæddum. Sjálv
listaskemman, verkstaðurin, eigur
stóran part av húsarúmdini.
Vit sessast í stovuni til eitt
prát um lív og list, meðan Janus
Kamban setir klokkuna á borðið
frammanfyri sær; hann hevur
nevniliga sett sær døgurða í
ovnin.
Gávur
Men hvat var tað, ið vakti so
brennandi áhuga fyri listini.
Eg fekst við at tekna og slíkt.
Har vóru fólk, ið eggjaðu til, t.d.
Richard Long og aðrir lærarar. Teir
hildu óivað, at drongurin hevði
gávur, smálær Janus Kamban.
Í konfirmatiónsgávu fekk eg
listasøguna hjá Laurin. Richard
Long fylgdi við á mentanarøki
num, sigur Janus Kamban og fer
yvir at bókahillini og kemur aftur
við gomlu bókini.
At velja sær list sum lívsstarv
og livibreyð í 1930’unum, var ikki
hvørsmans val. Hvussu mundu
fólk hugsa um slíkt?
Ein hin fyrsta listafram
sýningin var í Avhaldinum, har
Heinesen, Zhale og Mikines
sýndu fram, vísir Janus á.
Eg haldi ikki, at eg merkti
nakra beinleiðis reaktión frá
nøkrum viðvíkjandi lesnaðinum
á Akademinum, sigur Janus og
minnir lítillátin á, at innan gingu
nakrir føroyingar á Akademinum,
t.d. Mikines, og at tann fyrsta var
Birgitta Johannesen, ið var dóttir
Niels Johannesen.
Hon var gift og búði í Dan
mark, men vitjaði hvørt summar
í Føroyum. Hon tók lut á ólav
søkuframsýningunum. Fleiri av
vatnlitsmyndum hennara eru
á Listasavninum, sigur Janus
Kamban.
Mikines var kanska hin fyrsti,
ið gjørdi um seg, um eg so má
siga, sigur Janus Kamban, sum
ongantíð minnist seg hava fingið
nakra viðmerking um valið av
útbúgving, og tí metir hann, at
hetta var gótikið millum manna.
Eg vaks upp í Havn, so kanska
var tað eitt sindur øðrvísi, enn
um tað hevði verið á bygd, Eg
veit ikki. Hinvegin var Mikines
av bygd, men her var eitt lista
umhvørvi, ið t.d. t.d Heinesen og
Zhale settu dám á, sigur Janus
Kamban hugsunnarsamur.
Mamma Janus Kamban var
úr Havn, meðan pápin, ið var
lærari, var ættaður úr Skúvoy.
Lív oglist
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
- Tað hendi ikki nógv eftir tað, men tað var hóast alt altíð okkurt at takast við. Tað var smátt. Ein royndi at lívbjarga sær, hóast ár vóru ímillum stóru uppgávurnar, sigur Janus Kamban um tíðina eftir, at
hann var komin heim úr Danmark, har hann hevði tikið listarliga útbúgving
Seinasti slóðarin