Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 163 - 24. august 2007 Jóannes Eidesgaard, løgmaður tendraði í gjár eina nýggja og sera framkomna prentmaskinu hjá Føroy­aprent í Havn, sum ætlar at fáa fatur á tí prentarbeiði, sum føroy­ingar senda utt­ anlands PRENTSMIÐJA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyri trimum árum síðani løgdu Dimmalætting og Hestprent prentsmiðjurnar saman og stovnaðu í felag prentsmiðjuna Føroyaprent. Síðani tá er prentsmiðja støð­ ugt útbygd, og í gjár var tann nýggjasta maskinan tikin í nýtslu. Jon Hestoy, stjóri á Føroy­ aprent, sigur, at hendan íløg­ an fer at gera prentsmiðjuna føra fyri at kappast á jøvn­ um føti við allar prentsmiðj­ ur í grannalondunum. Talan er um eina maskinu frá Heidelbergverksmiðj­ uni. ­ Hon hevur alla útgerð, ið hugsast kann, og vit vænta, at hon kann fram­ leiða dupult so nógv sum tær báðar maskinurnar, sum vit hava vrakað, sigur Jon Hestoy. Maskinan eitur Heidel­ berg SM74, og hon kann prenta í fimm litum og kann prenta 15.000 ørk um tím­ an. Ætlanin hjá Føroyaprent er at koyra maskinuna í tveimum vaktarskiftum. Føroyaprent leggur seg fyrst og fremst eftira t fáa fatur í prentið, sum verður prentað uttanlands, sigur Jon Hestoy. Hann vísir á, at so leingi, sum so stórur part­ ur av føroyskum prentlutum verður prentaður uttanlands, er ikki neyðugt at tosa um útflutning av prentlutum – tí møguleikarnir fyri vøkstri eru stórir, bara tey fáa fatur á føroyskum prentlutum. Tað var Jóannes Eides­ gaard, løgmaður, sum á samkomu seinnapartin í gjár fekk heiðurin at tendra maskinuna – og fyrsti prent­ luturin var ein plakat hjá Ed­ ward Fuglø, “Manmade”. Jon Hestoy var sum sera fegin um nýggju útbygging­ ina. Hann takkaði øllum starvsfólkunum, sum eru størsta aktivið hjá Føroya­ prenti, kundum og øllum Føroya fólki, ­ ið lesur og nýtir tað, ið vit prenta, segði Jon Hestoy. Vilja innflyta útfluttar prentlutir Jon Hestoy, stjóri á Føroyaprenta bíða spentur, meðan Jóannes Eidesgaard tendrar nýggju fimmfarvaðu Heidelberg prentmask­in­ una, ið er ein k­ollvelting í føroysk­a prentsmiðjuheiminum Myndir: Edith Johannesen Jon Hestoy, stjóri á Føroyaprenti, Jóannes Eidesgaard, løgmaður og Edward Fuglø, listamaður, sum hevur gjørt fyrsta prentlutin, sum varð prentaður við nýggju prentmask­inuni hjá Føroyaprenti í gár Jon Hestoy saman við góðum gomlu dimmumonnum: Benny Samuelsen, Flemming Samuelsen og Hjalgrim Samuelsen Konsertferð við rúkandi ferð Tríggir rapparar: ein amerikumaður, ein kubanari og ein úr dominikanska lýðveldinum, allir búsitandi í Danmark, og allir rapparar, hetta er uppskriftin uppá KNA­connected, og uppskriftin riggar, við nummar eitt hitti og framførslum um alt Danmark, hevur bólkurin vunnið sær nógvar fjepparar. Leygarkvøldið spælir bólkurin í Føroyum. Tvær konsertir eru á skránni, og tað er longu greitt, at talan ikki verður um langar framførslur. Bólkurin fer á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði klokkan hálvgum tvey og longu klokkan trý trína teir á pall í Eclipse í Havn. Liljan stjórnar í Vágum Nevndin í Vága Fólkafloksfelag hevur skipað seg í vikuni. Tað var einmælt samtykt at velja Liljuna Jacobsen úr Miðvági til forkvinnu. Hon verður samstundis limur í landsleiðslu floksins. Fyrsta tiltak, nýggja forkvinna fer at skipa fyri, verður fundur, har ting­ og landsstýrismanning floksins luttaka. Hetta verður ikki fundur, har politikararnir fara at greiða frá sínari støðu, men har fundarfólkið fer at siga politikarunum sína hugsan. – Røddir hava verið frammi um, at kvinnur ikki sleppa framat í Fólkaflokkinum, men hetta er ikki so. Tað er bara at halda seg framat, sigur Liljan Jacobsen.