fríggjadagur 24. august 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 163 • 24. august 2007
Tey flestu giftast um summarið
Sonja Klein giftir eini 20 pør um árið, og ein stórur partur av teimum verða
gift í summarmánaðunum. - Nógv fólk velja at giftast í mai, juni, juli og
august, og til dømis skal eg hava tríggjar brúðarvígslur nú leygardagin. Eg
havi eina kenslu av, at alt fleiri vilja at giftast um summarið. Tað hevur eisini
verið vanligt at giftast um jóltíðir, men eg haldi, at tað talið er minkað eitt
sindur seinnu árini, sigur Sonja Klein.
agurin hjá presti
iljuni
7. juli var ein serligur dagur. Bara
dagfestingin í sær sjálvum var
nakað, ið gjørdi dagin eitt sindur
meira spennandi enn teir flestu.
07.07.07.
Magiska sjeytalið - og so fleiri í
senn sama dag.
Dagurin var eisini ein av
teimum stóru í lívinum hjá
prestinum Sonju Klein og hennara
familju.
Dóttirin Katrine giftist hendan
dagin, og tað var Sonja, ið stóð
fyri vígsluni í Havnar kirkju.
- Eg havi havt nógvar góðar
vígslur, og tað er altíð hugaligt
at gifta fólk, men sjálvsagt var
hendan vígslan nakað serligt fyri
meg, nú tað var dóttrina, sum eg
gifti, sigur Sonja Klein
- Eg var eitt sindur nervøs
undan vígsluni, tí hetta var ein
so stórur dagur fyri okkum øll.
Eg vildi gjarna hava, at vígslan
ikki gjørdist til nakað ov privat
fyri okkum, men at eg var í
leiklutinum sum prestur og ikki
bara sum mamma.
- Tá ið tey komu inn eftir
gólvinum, var eg rørd, og tá
hugsaði eg eina løtu, at hetta
fór aldri at ganga. Men sum so
ofta fyrr, so upplivdi eg, at tá ið
eg skuldi halda prædikuna, so
kláraði eg tað uttan stórvegis
trupulleikar. Tað kann stundum
verða trupult hjá presti, tá ið
okkurt er serliga gleðiligt ella
syrgiligt, men eg havi altíð klárað
at gjøgnumført ein prædiku.
Vildi sjálv víga tey
Katrine Klein Arnbjerg og Jógvan
Páll Simonsen søgdu ja og giftust
í øllum góðum, og tað var ein
errin mamma og vermamma, ið
stóð fyri vígsluni.
- Alt gekk væl, og eg eri
fegin um, at eg kláraði at hava
vígsluna. Eg legði dent á, at eg
skuldi verða prestur hjá dóttrini,
og vígslan var tikin í stórum
álvara. Vit prestar eru í tænastu
hjá einum, sum er størri, og tað
tænastuna skulu vit virða.
Hugsaði tú ongantíð um at lata
ein annan prest víga dóttrina, so
tú kundi hugsa um bert at vera
mamma?
- Nei, tað kom ikki upp á tal.
Eg hevði verið sera kedd, um
tey høvdu biðið ein annan prest
víga tey. Hetta var nakað, sum
eg sera gjarna vildi, og hóast eg
skuldi átaka mær uppgávuna sum
prestur meira enn mamma til
vígsluna, so var tað hetta, sum eg
helst vildi.
Dagurin skal
vera góður
Vígslan av dóttrini og versoninum
var ein heilt serlig uppgáva hjá
presti, men Sonja Klein hevur
nógvar brúðarvígslur at taka sær
av hesa ársins tíð.
- Brúðarvígslurnar eru tann
festligi parturin av starvinum hjá
presti. Umstøðurnar eru lukku-
ligar, og fólk eru glað á stóra
degnum. Eg gleðist sjálvandi
saman við brúðarparinum, og eg
geri alt fyri, at tað skal verða ein
góður dagur hjá teimum. Hinvegin
má prestur eisini minna pørini á
álvaran í hjúnarbandinum, og tað
geri eg eisini, sigur Sonja Klein.
Fólk, sum skulu giftast, eru
spent til stóra dagin, og nógv
verður gjørt við fyrireikingarnar
undan vígsluni og veitsluni.
Og her er prestur eisini uppi í
leikinum.
- Fólk venda sær til kirkjuna
ella til prest, tá ið tey skulu
giftast, og prestur tekur sær av
tí formliga partinum. Tað snýr
seg ikki bert um at siga ja, men
eisini um at undirskriva pappír,
hava vitni til vígsluna og annað.
Eg plagi at taka eina samtalu
við fólkini áðrenn vígsluna, og
har fara vit ígjøgnum alt tað
praktiska. Tá tosa vit eisini um
álvaran við hjúnarbandinum.
- Eg royni altíð at lata
brúðarpørini avgera sum mest
sjálvi. Vit taka ofta avgerðir í
felag viðvíkjandi vígsluni, og
prestur skal ikki gloyma, at
hetta er ein sera stórur dagur
fyri brúðarpørini, og tað er
umráðandi, at tey fáa ein góðan
dag. Mótgangur skal nokk koma
seinni, men tey skulu minnast
aftur á ein góðan dag, tá ið tey
giftust.
Mugu ikki niðurgera
fráskild
Tølini vísa, at fleiri fólk enn áður
fara frá hvørjum øðrum, eftir at
tey eru gift, men hetta er ikki
nakað, sum fær prest at missa
mótið í sambandi við mongu
brúðarvígslurnar.
- Tá ið fólk giftast, lova tey
hvørjum øðrum at halda saman,
til deyðin tey skilir. Men vit
vita eisini, at umstøður kunnu
broytast, tað gongur ikki altíð,
sum vit vilja, og summi fara frá
hvørjum øðrum aftur. Vit eru
ikki perfekt sum menniskju, og
tí skulu vit heldur ikki verða
fordømandi ímóti teimum, sum
skiljast.
- Eg havi ikki trupulleikar við
at gifta fólk uppaftur. Vit prestar
kunnu ikki nokta fólki at koma
víðari í lívinum. Sjálvandi skulu
vit ikki undirmeta týdningin av
hjúnarbandinum, men onkuntíð
kann tað verða betur, at fólk
fara frá hvørjum øðrum. Tað er
ein syrgilig støða, ikki minst tá
ið børn eru uppi í leikinum, men
vit mugu ikki leggja stein oman
á byrðu hjá hesum fólkum, sigur
Sonja Klein.
Brúðarvígsla
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nógv gleddust saman við Katrine og Jógvan Páll á stóra degnum