Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 163 - 24. august 2007 - Sambandsflokkurin hevur kastað seg yvir Sandoynna fyri at vinna nakrar bíligar atkvøður í Havn. Tað einasta rætta er at Løgmaður útskrivar nýval beinanegin fyri at reinsa luftina, heldur partamaður hansara, John Johannessen Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er heilt órímiligt at gera Sandoyartunnilin til tað stóra dýrið í føroyska búskapinum. Tað heldur John Johann- essen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Hann sipar til kravið frá Sambandsflokkinum um at útseta Sandoyartunnilin til 2010. Men hann heldur, at tað er mest av taktiskum orsøkum, at Sambands- flokkurin velur sær akkurát Sandoyartunnilin sum ta verkætlanina, ið skal útsetast. - Tað er so lætt hjá sam- bandsflokkinum at offra Sandoyartunnilin, tí netupp í Sandoy hevur sambands- flokkurin leingi verið veik- ur og hevur onki umboð á Løgtingi. Sostatt er mín niðurstøða, at Sambands- flokkurin bara offrar sand- oyingar fyri at vinna sær nakrar bíligar atkvøður í Havn. Men John Johannessen heldur ikki, at tað er nøkur orsøk at pilka akkurát Sandoyartunnilin burturúr øllum og gera hann til syndabukk. - Hví nevnir kem- ur Sambandsflokkurin sam- stundis við nýggjum upp- skoti um at byggja trygd- armiðstøð í Klaksvík fyri hálvthundað milliónir, ella Skálafjarðartunnilin fyri fyri eina slaka milliard?, spyr tingmaðurin hjá Javnað- arflokkinum. - Hví heitir landsstýris- maðurin ikki á bankakervið um at halda aftur við at stimbra upp undir ovurnýts luna? Landsstýtrismaðurin hevur nógvar møguleikar, men hann hevur einans valt at leggja seg eftir Sandoy- artunlinum, tí tað skalar ikki sambandsflokkin, men tryggjar Laksafoss eitt gott val í Havn, sigur John Johannessen og staðfestir, at ein politikari eigur at arbeiða fyri alt samfelagið og ikki bert fyri góðum velj- arakanningum í Havn. Mugu síggjast í eini heild Hann heldur, wwat tað er neyðugt at síggja allar út- byggingarnar í eini heild. Hann nevnir, at Skálafjarð- artunnilin er ein spurningur um at stytta eina farleið eitt sindur. Sandoyartunnilin er ein spurningur um at knýta alt Suðurøkið tættari at miðstaðarøkinum. Sam- stundis fer Sandoyartunnilin at gera miðstaðarøkinum ótaldar møguleikar fyri at útvega ungum húskjum byggilendi 10-15 minuttir burtur frá Havnini, tí sum støðan er nú, er tað við at verða ógjørligt hjá vanligum fólki at seta búgv i høv- uðsstaðnum. - Sandoyartunnilin skal eisini síggjast í tí ljósinum, hóast hann á pappírinum bara er til undirskot fyri samfelagið. Annars undrar tað fram- vegis John Johannessen, at samgongan uttan himpr er til reiðar at lata ein tunnil, sum gevur avlop, upp í hendurnar á privatum at skúma róman av, samstundis sum at landið skal hanga upp á teir tunlar, sum geva hall og lata skattgjaldarin bløða fyri tað. - Men tað sær út til, at samgongan kastar alla ábyrgd frá sær fyri tað upp- hiting, sum Skálafjarðar- tunnilin førir til, men vil heldur offra Sandoyar- tunnilin. Hinvegin staðfestir John Johannessen eisini, at skulu sparingar gerast, kemur tað undir ongum umstøðum upp á tal at spara í rakstr- inum, so at skúlaverkið, heilsuverkið og almanna- verkið vera rakt. Val beinanvegin John Johannessen hevur fyrr boðað frá, at eftir hans- ara tykki eigur Løgmaður at útskriva val í heyst fyri at reinsa luftina Og tað heldur hann fram- vegis. Samgongan eigur at av- greiða málið um bústaðar- pakkan, eftirlønarskipanina og brúkalóggávuna. - Men eg haldi, at løg- maður eigur at útskriva val, áðrenn fyri at reinsa luftina og so at eitt nýtt løgting kann gera fíggjarlógina fyri næsta ár. - Ein fíggjarlóg hjá hesi samgonguni verður tað bera valagn, sigur John Johann- essen. Poul Mikkelsen ætlar sær ikki at virða avtaluna hjá floksformonnunum um at bíða við einum valdømi. - Koyrir Edmund Joensen uppskotið ígjøgnum, so atkvøði eg fyri, sigur hann Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Poul Mikkelsen úr Fólka- flokkinum leggur líka í avtaluna hjá floksformonn- unum í samgonguni, har teir samdust um at útseta spurningin um eitt valdømi til eftir løgtingsvalið. Um Edmund Joensen heldur fast við uppskotið, ætlar Poul Mikkelsen avgjørt at atkvøða fyri tí, hóast tað hósdagin ljóðaði, at samgongan er samd um at bíða við spurninginum. Poul Mikkelsen, sum er í Grønlandi saman við Útnorðurráðnum, sigur, at Jørgen Niclassen, formaður í Fólkaflokkinum, ringdi seg upp, og greiddi frá um ætlanirnar hjá formonnun- um. Men hann ætlar sær kortini ikki at lúta, og fer kortini at atkvøða fyri. - Nú er málið komið so langt, og hetta er fyrstu ferð í hundrað ár, at vit sleppa at atkvøða um eitt valdømi, sigur Poul Mikkelsen, sum alla tíðina hevur verið eldhugaður forsprákari fyri einum valdømi. Hann heldur, at tingfólk kunnu ikki blíva við at kjakast og útseta spurningin. - Hetta er eitt somikið til- trongt mál, at nú skal avgerðin takast. Vit hava tørv á einum nýggjum slagi av politikki her á landi. Tað kann ikki vera meiningin, at vit skulu sita og diskutera prísin á ferðaseðlunum við Ternuni. Lat okkum fáa eitt ting, sum førir heildarpoli- tikk. Lokalpolitikkin skulu vit lata kommunurnar um, sigur Poul Mikkelsen. Ókeypis at offra sandoyingar Samgongulimur gongur ímóti sínum egnu - Hetta er fyrstu ferð í hundrað ár, at vit sleppa at atkvøða um eitt valdømi, sigur Poul Mikkelsen, sum alla tíðina hevur verið eldhugaður forsprákari fyri einum valdømi John Johannessen heldur, at sambandsflokkurin miðvíst offrar sandoyingar fyri at fáa nakrar atkvøður í Havn. Hann heldur, at tað er neyðugt við nývali fyri at reinsa luftina Ritan á sleipistøð Ferðamannaskipið Ritan fer týsdagin 28. august á sleipistøð í Vági. Roknað verður við, at arbeiðið fer at taka 14 dagar. Avloysaraskipið hjá Rituni verður Silja, sum fer at sigla eftir galdandi ferða- ætlan. Farmatúranir verða røktir av Draga- berg, sum tó ikki byrjar siglingina fyrr enn fríggjadagin. Skúvoyartúranir hjá Rituni verða eisini røktir av Dragaberg. Nátasjúka er framvegis í Føroyum Um fáar dager er besta nátatíð, og sambært Landslæknanum er nátasjúka framvegis í Føroyum. Frá 1954 til 2003 vóru 48 tilburðir av havhestasjúku skrásettir. Í 1999 vóru 431 nátar í Føroyum kannaðir fyri havhestasjúku. Kanningin vísti, at 10 prosent av havhestaungunum vóru smittaðir. Landslæknin sigur, at tað er umráðandi at tey, ið taka náta, vaska sær væl um hendurnar við kloraminvatni undir og aftaná veiðuna. Eisini áðrenn etið verður, ella um ein festir sær í. Harafturat skulu bæði oljuklæði og klæðini innanundir vaskast væl, tá ið veiðan er av. Kloramintablettir og leiðbeining fáast á apotekinum.