fríggjadagur 24. august 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
9
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Bøkurnar og eg
Fyrstu ferð
Ian McEwan, On Chesil Beach,
Random House, 2007
So er Ian McEwan aftur á
bananum við eini bók, og takk
havi hann fyri tað. Skaldsøgan,
On Chesil Beach, sum verður týdd
til danskt í løtuni, er onki minni
enn ein perla í ritverkinum.
Lesarar vóru ikki sørt ovfarnir,
tá teir varnaðust, at nýggja
skaldsøgan hjá McEwan snýr seg
um nakað so tugt sum ”fyrstu
ferð”. Men, sum vanligt, løðir
McEwan hendingina við stórum
týdningum um lívið og kærleikan
– serliga tann, sum fór til spillis.
Tað er eitt summarkvøld
í 1962. Florence og Edward
eru júst gift og eru ómetaliga
forelskaði í hvørjumøðrum. Tey
eru bæði 22 ár, men hvørgin
teirra hevur nakrantíð verið í song
við nøkrum. Fyri framman bíðar
nú brúðarnáttin, og Florence er
nærum ræðslusligin við tankan.
Edward gongur hinvegin út frá,
at hon gleðir seg líka nógv sum
hann.
Uttan at avdúka alt ov nógv,
kann sigast, at alt, sum yvirhøvur
kann ganga galið á brúðarnáttini,
gongur galið. Og McEwan sparir
okkum ikki fyri neyvt detaljeraðar
lýsingar av, hvat tað er, tey bæði
trilvandi ungu ikki finna út av.
On Chesil Beach hevur okkurt
ævintýrkent við sær, sum gevur
lesaranum varhuga av, at alt
er avgjørt frammanundan. Eg
skal ikki avdúka, hvat søgan
endar við. Bert siga, at minniliga
brúðarnáttin kemur at avgera lívið
hjá teimum báðum ungu framyvir
On Chesil Beach avdúkar náðileyst,
hvussu illa tað kann ganga ”fyrstu
ferð”
Kvinnur
og list
Kristín Marja Baldursdóttir, Karitas
uden titel, Gyldendal, 2007
Íslendska skaldsøgan Karitas án
titils eftir Kristín Marja Baldur
sdóttir, ið var í uppskotið til
Bókamentavirðisløn Norðurlanda
Ráðsins í fjør, er nú umsíðir týdd
til danskt.
Karitas vaksur upp í Íslandi
fyrst í 1900 talinum saman við
fimm systkjum og mammuni.
Pápin er deyður á sjónum, og
mamman hevur sett sær fyri,
at øll børnini skulu hava eina
útbúgving.
Karitas vísir eg skjótt at
hava heilt serligar listarligar
gávur. Hon fær møguleika at
fara til Keypmannahavnar at
nema sær listarliga útbúgving.
Heimafturkomin gleðir hon seg
til eitt lív sum listakvinna, men
so forelskar hon seg í tí vakra
Sigmar. Dreymurin verður tí av
ongum, og Karitas verður enn eitt
offur fyri einum hugburði, ið ikki
loyvdi kvinnum at fáast við list.
Karitas uden titel minnir nógv
um stóru realistisku ættar
skaldsøgurnar frá 1800 talinum.
Hetta merkir tó ikki, at søgan er
gamaldags. Heldur spælir høv
undurin sær við genruna við at
bróta familjusøguna við lýsingum
av djúpt persónligu listaverkunum
hjá Karitas.
Hóast sín myrka karm, er bókin
á ongan hátt tung ella hátíðarlig.
Tvørturímóti er søgan full av
humor og ironi, sum eisni eru
eyðkenni fyri størsta partin av
ritverkinum hjá íslendsku Kristín
Marja Baldursdóttir.
Karitas uden titel minnir um
stórfingnu ættarskaldsøgurnar frá
1800 talinum
Nr. 163 • 24. august 2007
Heini í Skorini,
lesandi
Hvørja bók lesur tú í løtuni?
Eg havi tann (ó)vana at lesa
einar tvær til tríggjar bøkur í
senn, alt eftir hvørjum lagi eg
eri í. Fakbøkur fara við mestu
tíðini, og ovasta bókin á skrivara
borðinum beint nú eitur Religion
and Politics in the International
System Today. Men tá eg ikki
eri í tí fakliga horninum, eru
vísdómsorðini hjá Dalai Lama
altíð góð at tríva í. Einføld og
banal, men kortini djúp og
sonn. Og so eri eg júst farin í
holt við bókina Being Arab hjá
martýrinum og libanesiska topp
journalistinum Samir Kassir, sum
varð myrdur í 2005 orsakað av
hesi somu bók. Helst av sýrisku
fregnartænastuni.
Er tað onkur bók, tú minnist
serliga væl?
Ja, fleiri. Fyrsta bókin, eg las
hjá tibetanska leiðaranum Dalai
Lama við heitinum The Art of
Happiness (á donskum Kunsten at
leve lykkeligt), hevði stóra ávirkan
á meg. Eg gloymi heldur ikki
grundbókina hjá okkum í filosofi
í Hoydølum, har ein nýggjur
heimur varð opnaður okkum
næmingum. Endurminningarnar
úr týningarlegum nazistanna
hjá týska sálarfrøðinginum
Viktor Frankl standa eisini
klár í huganum. Hann skifti
seksuellu girndina hjá Freud út
við viljan til meining, innihald
og endamál sum menniskjunnar
grundleggjandi drift. Ævisøgan
hjá suðurafrikanska biskuppinum
Desmond Tutu og essaysøvnini
hjá danska rithøvundanum
Carsten Jensen eru eisini
frammarlaga í huganum (og so
havi eg helst gloymt fleiri).
Hvør var tín fyrsta lesiuppliving?
Eg gloymi ongantíð bøkurnar
um sjórænaran Magnus Heina
son, sum eg las tíðliga í fólka
skúlanum. Hann var – saman við
babba og Kára Reynheim – mítt
fyrsta føroyska idol (hóast teir
tríggir annars ikki líkjast so nógv,
hehe).
Hvørja bók vildi tú ynskt, tú hevði
lisið?
Puha. Hatta er ein deprimerandi
spurningur. Eg gerist altíð
hugtungur av at hugsa um alt
tað, sum eg ikki havi lisið. Og enn
verri: Alt tað, sum eg ongantíð
fari at lesa, tí lívið heilt einfalt
er ov stutt. Eg eri ongantíð
veruliga komin til klassikarar
sum Dostojevskij, Kierkegaard
og Nietzsche bara fyri at nevna
nakrar fáar úr rúgvuni. Tað er
sanniliga munur á at lesa um
teir og so at lesa teirra egnu og
torskildu verk.
Og so liggja eisini á láni tær
mongu politisku ævisøgurnar
hjá t.d. Nelson Mandela, Lech
Walesa, Mahatma Ghandi og
Martin Luther King. Næst á
breddanum hjá mær er kortini
The End of Faith hjá amerikanska
ateistinum Sam Harris. Ein bók,
sum hevur volt mikið kjak í USA.
Hondina á hjarta – lesur tú altíð
eina bók lidna?
Nei. Eg eri so mikið ótolin og
rastleysur, at ein bók helst skal
fanga meg rímiliga skjótt. Um eg
ikki eri bergtikin, tá eg komi til
síðu 70, havi eg lyndi til at tveita
hana frá mær og byrja uppá
eina nýggja. Tað var kanska mín
trupulleiki við Ó hjá Carli, he, he...
Er tað okkurt slag av bókum, tú
ikki tímir at brúka tíð uppá?
Hópframleiddu bøkurnar um
føroyskar skiparar og reiðarar
tendra meg ikki (sorry Jústinus!).
Kanska tí handan sjangran í
størri mun appelerar til eitt
annað ættarlið, tá fiskiskapur og
fiskivinnan tóktist vera “nærri”
fólkinum.
Og so má eg nevna allar
hesar nýggju “lívsstílsbøkurnar”
og “sjálvhjálparbøkurnar”.
Hesar vegleiðingarnar til eitt
eydnuríkari lív, sum útlendskir
bókhandlar eru á tremur við,
og sum stinka langan veg av
eini ultramaterialistiskari og
yvirfladiskari tilverufatan,
sum yvirhøvur ikki ger nakað
menniskjað lukkuligari. Tá er
munur á Dalai Lama.
Heini í Skorini gerst tungur í huga við tankan um allar tær bøkur, hann
ongantíð fær lisið, tí lívið heilt einfalt er ov stutt
(Mynd: Álvur Haraldsen)