fríggjadagur 24. august 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 163 - 24. august 2007
Ánararnir av Timbur
handilin Sand eru
so ónøgdir við
framferðina hjá
borgarstjóranum á
Sandi, Páll á Reyna
túgvu, at teir nú
flyta virksemið til
Skopunar
ÓNØGD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tvisturin millum ánararnar
av Timburhandilin Sand og
borgarstjóran á Sandi, Páll
á Reynatúgvu, liggur í ein
um avtalaðum leigumáli,
sum sambært ánarunum
ikki verður virt av borgar
stjóranum.
Ósemjan kom fram í
Oyggjatíðindum mikudag
in, og hetta hevur fingið
Timburhandilin Sand at
gera
viðmerkingar
til
málið.
Í Oyggjatíðindum varð
ført fram, at tað var nærum
handfast, tá Páll á Reyna
túgvu fór í Timburhandilin
at minna á, at felagið var
uppsagt at fara úr hølunum
1. januar 2007. Men eigar
arnir taka nú til orðanna og
vísa á, at sambært avtalu, er
leigumálið galdandi frá 1.
september 2004 og minst
trý til fimm ár fram. Við
øðrum orðum kann Timbur
handilin í fyrsta lagi krev
jast úr hølunum á vári 2008,
tí uppsagnartíðin var seks
mánaðir.
Trupulleikin er, sambært
ánarunum av Timburhandli
num, at hóast hendan avtal
an varð gjørd á sumri 2004,
so hevur kommunan enn
ikki fingið upp í lag at
skriva sáttmála um leiguna.
Hartil vísa eigararnir av
Timburhandlinum
á,
at
rokningar fyri leigu síðani
eru komnar frá kommununi,
sum liggja munandi oman
fyri ta príslegu, sum avtalað
varð á áðurnevnda kommu
nustýrisfundi.
Innanhýsis viðurskifti
Í tíðindaskrivi siga teir
tríggir,
William
Sand
Davidsen, Niels Johannes
Tjaldrastein og Jón Sand
Davidsen, at »tað harmar
okkum almikið, at innan
hýsis vitan í Sands komm
unu, sum Páll á Reynatúgvu
hevur ábyrgd av, eru endað
í Oyggjatíðindum. Vit meta,
at hetta skaðar okkara um
dømi og virksemi so mikið,
at vit í hesum skrivi mugu
kunna um tey fakta, sum
ikki stóðu í greinini«.
Í Oyggjatíðindum verður
sagt: »Vit síggja eisini í
skjali, blaðið hevur fingi
innlit í, at Sands bygdaráð
samtykkir einmælt, at lata
matrikkul 171c, ið er eitt
øki upp á 2000 fermetrar,
til Timburhandilin Sand«.
Blaðið hevur sostatt biðið
um og fingið innlit í hetta
skjal.
Men seinni verður eisini
sagt í Oyggjatíðindum í
beinleiðis talu: »Men tú
hevur jú hvørki goldið
grundøkið, og tíans heldur
leigu í verandi hølum í trý
ár?«
Hetta átti at verið viður
skifti, ið koma undir tagnar
skyldu, og sum ikki eiga at
verða likin, og er uttan iva
tað, ið sipað verður til í við
merkingunm frá eigarunum
av Timburhandilin Sand.
Eigararnir harmast
Teir tríggir greiða í skrivi
num frá, at umframt at leig
an gjørdist órímiliga langt
frá tí, avtalað var, hevur tað
somuleiðis gingið órímiliga
long tíð at fáa avgreitt um
sóknina um grundstykki, ið
søkt varð um.
Eisini verður víst á, at
kommunan skyldar Timbur
handlinum munandi meiri
pening enn grundstykkið
kostar.
Hendan tvístøðan ger
altso, at eigararnir av Tim
burhandlinum hava tikið
hetta til eftirtektar.
»Aftan á seinastu munn
ligu uppsøgnina, eitt hálvt
ár áðrenn minsta mark fyri
tíðina, vit fingu avtalað, og
tað, sum vit upplivdu sum
ein sera primitivan atburð
av borgarstjóranum, Páll á
Reynatúgvu, í handlinum
seinasta
fríggjadag,
har
neyðugt var at vísa honum
durafjórðingin, taka vit av
leiðingarnar og rýma úr
bygdini«.
Harmast
verður
sam
stundis um, at bygdarfólkið
skal missa ein handil, eins
og vónað verður, at hetta
verður einasta almenna við
merking teirra í málinum.
At enda verður í skrivi
num upplýst, at Timbur
handilin Sand letur upp í
gomlu handilshølunum hjá
Hermanni Winther í Skopun
týsdagin 4. september.
Roynt hevur verið til fá
nýtis í allan morgun at fing
ið eina viðmerking frá Pálli
á Reynatúgvu, men hetta
hevur tíverri ikki eydnast.
Timburhandil rýmir av Sandi
Eigararnir av Timburhandilinum Sand eru so ónøgdir við framferðina hjá borgarstjóranum á Sandi, Páll á Reynatúgvu, at teir
hava gjørt av at flyta virksemi sítt til Skopunar. Sands bygd verður tískil ein handil fátækari
Sangmøti við fjølbroyttari luttøku
Tað munnu vera fá sum ivast í, at tey í samkomuni Oasan í Hoyvík
dáma sera væl tónleik og sang. Hetta sermerkir samkomulívið og fer
somuleiðis at sermerkja møtið sunnudagin. Tá verður nevniliga eitt
serstakt sangmøti við luttøku úr samkomuni og aðrastaðni frá. Hetta
møtið byrjar kl. 18 og verða luttakararnir Terji og Hanna úr Kollafirði
og Bygdardreingir av Toftum, sum eru menn úr Brøðrasamkomuni.
Umframt hesar fara fólk úr samkomuni at syngja, systrarnar Annika og
Sigrid og Oasubrøðurnir. Aftaná verður møguleiki at njóta hugnaligan
felagsskap við einum drekkamunni
Norðljómur byrjar undirvísingina
Musikkskúlin í Eiðis og Sunda kommunum, Norðljómur, fer nú at
byrja aftur. Í vetur kann skúlin bjóða undirvísing í klaver og
urguspæli, klarinett, saksofon, blokkfloytu, tvørfloytu, kornett,
althorni, eufonium, baryton, guitar, tuba og í trummuspæli.
Kostnaðurin fyri at spæla er settur til 1.000 kr. Haraftrat kemur eitt
gjald uppá 300 kr. um árið fyri leigu av ljóðføri. Sagt verður, at tey,
ið spæla, mugu vera íðin, møta til tímarnar og venja regluliga heima.
Tað er somuleiðis skylda hjá næmingunum at taka lut í konsertum og
samanspæli, sum musikkskúlin skipar fyri.
Nú ber til at fara
charterferð umborð
á stuttleikabátinum
Lady Lola. Prísur
fyri eina viku: tvær
milliónir krónur
FERÐALÍV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein av heimsins flottastu
stuttleikabátum kann nú
leigast fyri tvær milliónir
krónur um vikuna.
Báturin eitur Lady Lola
og er 62 metrar langur. Tað
var
ektaparið
Lola
og
Duane Hagadone, sum í
2002 lótu bátin byggja.
Fleirmillióningurin Duane
hevði vunnið pengar sínar
við handlan av ognum og
dagblaðsútgávu, og hann
og konan vildu nú sigla
jørðina runt. Til endamálið
var Lady Lola, sum kostaði
parinum
50
milliónir
dollarar (útvið 300 milliónir
krónur) so bygd.
Eftir at hava siglt jørðina
runt seldi parið bátin, sum
nú verður leigaður út til
sigling í Miðalhavinum.
Og hevur mann ráð, fær
mann eisini alt tað, ein kann
ynskja sær. Pláss er fyri
tíggju
gestum
í
fimm
suitum,
og
mannningin
telur fimtan. Til ber enntá
at spæla golf umborð. Tað
gongur fyri seg á tann hátt,
at
medda
verður
eftir
nøkrum boyum, ið verða
settar út aftanfyri bátin, og
so liggja matrósar í einum
skjóttgangandi báti og fiska
golfbóltarnar upp við neti.
Sjálvandi
er
eisini
svimjihylur
við
fossi,
uttandura
biografur
og
hópurin av plássi at sóla
sær. Og skuldi onkur av
lesarum blaðsins havt hug
at sett eina viku av til tað
reina luksus, ber til at leiga
bátin á charterworld.com
(kelda: qxo.dk)
Stuttleikabátur til 300 milliónir
Flott sær hon út, Lady Lola