fríggjadagur 24. august 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 • 24. august 2007
Vikuskifti
10
Ímynda tær, at tú skalt goyma
eitt týdningarmikið teldusamskifti
millum teg og ein stovn. Tú finnur
eina fløgu, goymir teldupostarnir
á henni og leggur hana til síðis.
Fimm ár seinni skalt tú brúka
hesar upplýsingar í til dømis
einum rættarmáli. Men hvat
– í tíðini, sum er liðin, eru allar
teldur og program skift út.
Brádliga finst ongin máti at
lesa tydningarmiklu brøvini á
tíni fløgu. Títt brævasamskifti
við stovnin er snøgt sagt ikki til
longur.
Pappír mest støðugt
Ræðumyndir, sum hesar, eru als
ikki so veruleikafjarar, sum tær
kunnu ljóða.
- Fólk fáa jú javnan dokumentir
inn á telduna, sum tey ikki fáa
latið upp. Í allari hesi ótrúliga
framkomnu teldutøknini, hava
vit framvegis ongi program, sum
eru líka støðug, sum pappír,
sigur Sámal Tróndur Jóhansen,
landsskjalavørður.
Hann greiðir frá, at tá tað
snýr seg um pappírskjøl, er tað í
fyrsta umfari nokk bara at goyma
tey. Við talgildum tilfari, ella KT
varðveitslu, mást tú hinvegin fyrst
og fremst hugsa um, hvussu tú
goymir tilfarið.
- Fyrimunurin við talgildum
søvnum er, at tú lutfallsliga
skjótt og lætt kanst goyma alt.
Hinvegin, um ein fløga oyðilegst
av eitt nú sólarljósi, so missur tú
eisini alt á henni líka skjótt, sigur
Sámal Tróndur Jóhansen.
Tí kunnu øll skjøl og søvn
um okkum og okkara tíð
forfarast, uttan at nakar gevur
tí ans. Hendir tað, merkir tað í
prinsippinum, at um eini 100 ár
veit ongin av, at vit nakrantíð
hava verið til. Tað kann í øllum
førum ikki prógvast.
Langt á mál
Tískil er ein av stóru uppgávunum
hjá skjalasøvnum í løtuni at finna
ein tryggan máta at varðveita
talgilt tilfar. Hetta verður eisini
eitt av høvuðsevnunum á stórari
ráðstevnu í Norðurlandahúsinum
næsta vikuskifti, sum Landsskjala-
savnið skipar fyri í sambandi við
at savnið fylti 75 ár 1. juni í ár. Á
ráðstevnuni fara bæði føroyskir
og útlendskir fyrilestrahaldarar
at greiða frá, hvussu tey á
hvør sínum øki royna at loysa
uppgávuna at varðveita talgilt
tilfar.
Sámal Tróndur Jóhansen greiðir
frá, at Danmark verður mett at
vera eitt av mest framkomnu
londunum innan KT varðveitslu.
Fyri hálvum ári síðani var hann
á skeiði í Danmark, har hann
fekk innlit í tær mannagongdir,
danir hava ment á hesum øki.
Millum annað verður kravt, at
allar myndir verða goymdar á
ein ávísan hátt, at øll skjøl verða
goymd í tveimum eintøkum á
tveimum ymsum sløgum av
fløgum o.s.fr. - Meðan eg var
har, var eg við til at taka ímóti
300 avhendingum av skjølum
frá ymsum stovnum. Ongin av
teimum hevði uppfylt krøvini um
varðveitslu, og máttu tey tí gera
alt umaftur, sigur Sámal Tróndur
Jónhansen, og leggur afturat, at
enn er langt á mál, tá tað ræður
um at læra stovnar og fólk at
varðveita talgilt tilfar.
- Herfyri gjørdi Landsskjala-
savnið eina kanning, sum vísti,
at sera fáir stovnar í Føroyum
hava orðaðar mannagongdir fyri,
hvussu telduskjøl og –postur skal
goymast.
Spurningurin er so, hvar øll
hesi skjølini og brøvini blíva av.
Beint nú liggja tey á onkrari
teldu, men hvat verður av
teimum, tá teldan er útskift ellar
15 kilometrar av skjølum
Landsskjalasavnið hevur í dag eftirlit við umleið 15 kilometur
langari røð av skjølum, sum eru í varðveitslu á ymsum stovnum
kring landið. Inni á sjálvum savninum eru á leið 5 kilometrar av
hillum við út við 20 milliónir skjølum. Um savnið skuldi rúmað
øllum teimum skjølum, tað hevur eftirlit við, hevði brúk verið
fyri eini 15 kilometrum av hillum afturat. Elsta savnindi, ið er
varðveitt á Landsskjalasavninum, er Kongsbókin fra 1298
Uttan skjøl
Stóra uppgávan hjá skjalasøvnum í løtuni er at
finna ein tryggan máta at varðveita talgilt tilfar.
Eydnast tað ikki, veit ongin av, at vit hava verið
til. Tað fer í øllum førum ikki at kunna prógvast,
vísir landsskjalavørðurin, Sámal Tróndur
Jóhansen, á. Næsta vikuskiftið skipar
Landsskjalasavnið fyri evnisdegi um hetta evnið
Landsskjalavørðurin
og løgmaður við
Kongsbókini frá
1298. Bókin er sera
viðkvom og ikki er
loyvt at nerta hana,
uttan í handskum
Skjalasavn
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo