fríggjadagur 24. august 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 163 - 24. august 2007
Tað er hópurin av
pensjónistum og
fyritíðarpensjónistum,
sum fegnir høvdu
tikið hond í á arbeiðs
marknaðinum, men
skipanin forðar fyri
hesum. Og tað er
óskiljandi í einum
landi, sum skríggjar
eftir arbeiðsmegi,
sigur Jørgen Niclasen
ARBEIÐSMEGI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
A r b e i ð s m a r k n a ð u r i n
skríggjar eftir fólki. Arb
eiðsloysið er søguliga lágt,
og fyritøkur fáa ikki fram
leitt tað, tær ynskja.
Eitt uppskot er á veg í
tingið um at gera tað laga
ligari hjá ESborgarum at
koma til Føroya at arbeiða,
men hetta kemur ikki í gildi
fyrr enn í fyrsta lagi 1. januar
2008. Samstundis hava vit
eina skipan, sum beinleiðis
forðar eitt nú pensjónistum
og fyritíðarpensjónistum at
taka eina hond í á arbeiðs
marknaðinum.
Fyri hesar báðar bólkar
er galdandi, at tá inntøka
við síðuna av pensjónini
kemur upp á eitt vist, verður
inntøkan mótroknað í pens
jónini við 60 krónum av
hvørjum 100, ið forvunnin
verður. Tá skattur samstund
is skal gjaldast av hesari
inntøkuni er ikki ringt at
rokna út, at bæði pensjón
istar og fyritíðarpensjónistar
arbeiða fyri onga løn, sigur
Jørgen Niclasen.
Formaður
Fólkafloksins
vísir á, at tað finnast nógv
fólk, sum fegin høvdu vilja
tikið hond í á arbeiðsmarkn
aðinum, men stutt sagt ikki
eru motiverað til hettta, tí tey,
sum skipanin er í dag, noyð
ast at arbeiða fyri einki.
Tí er tað gleðiligt, at
samgongan nú hevur tikið
stig til, at broyta skipanina
soleiðis, at mótroknings
prosentið verður sett úr 60
niður í 30. Og spurningurin
er, um vit ikki áttu at sett
hetta enn longur niður,
sigur Jørgen Niclasen.
Botnfrádrátt
Formaður
Fólkafloksins
sigur, at tað er ein undarlig
skipan, sum forðar fólki í at
fara út á arbeiðsmarknaðin,
serliga í einum landi, sum
skríggjar eftir arbeiðsmegi.
At ein er vorðin pen
sjónistur ella fyritíðarpen
sjónistur merkir ikki, at ein
ikki kann vera úti á arbeiðs
marknaðinum. Tað ber sak
tans til hjá hesum at arbeiða
niðursetta tíð, og tí hevði
ein eggjandi skipan fyri
hesi hjálpt til at nøkta tørvin
á arbeiðsmarknaðinum. Eg
sigi ikki, at hetta hevði
verið nokk, men tað hevði
verið ein hjálp, sigur Jørgen
Niclasen.
Eitt annað, sum forðar
fyri, at pensjónistar fara út
á arbeiðsmarknaðin er, at
teir verða skattaðir beinan
vegin. Teir eru tí verri fyri í
so máta enn restin av føroy
ingum, sum fáa ein botnfrá
drátt upp á 25.000 krónur.
Hevði hetta verið gald
andi fyri hesar samfelags
bólkar eisini, høvdu teir sæð
eina meining í at tikið eina
hond í við egning til dømis
ella annað arbeiði, sum
pensjónistar ella fyritíðar
pensjónistar lættliga megna,
sigur Jørgen Niclasen.
Hann heldur tað verða í
so snævurskygt bert at foku
sera upp á fremmanda
arbeiðsmegi og heilt gloyma
tað potentionellu arbeiðs
megi, sum er í landinum.
Heldur enn at revsa áttu
vit at eggja fólki til, at taka
hond í á arbeiðsmarknaði
num. Og tað er nógvastaðni,
at hesi fólk høvdu gjørt ein
mun, sigur Jørgen Niclasen,
formaður Fólkafloksins.
Arbeiðsmegi er í Føroyum
Vit áttu at eggja pensjónistum og fyritíðarpensjónistum at hjálpt til á arbeiðsmarknaðinum,
heldur enn at revsa tey, heldur Jørgen Niclasen
Góða hálvársúrslitið
hjá SEV stavar frá
meirnýtslu av streymi
í vinnuni, og serliga í
alivinnuni
ROKNSKAPUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
SEV boðaði í tíðindaskrivi
í gjár frá, at felagið hevði
eitt óvæntað stórt avlop í
hálvársroknskapinum. Heil
ar 25,4 milliónir krónur
vóru í rakstraravlopi fyrra
hálvár, og tað er munandi
meiri enn mett varð.
Høvuðsorsøkin til góða
úrslitið er, at nýtslan er
vaksin nógv fyrra hálvár í
ár, meiri enn tvífalt tað,
sum roknað var við í
fíggjarætlanini.
Stóri vøksturin stavar frá
vinnuni, fyrst og fremst ali
vinnuni. Sjálvandi er komin
nøkur húsarhald aftrat, men
tað munar einki í tí samlaða
vøkstrinum, sigur Klæmint
Weihe.
Hetta heldur hann er
greitt tekin um, at tað gong
ur við rúkandi ferð í føroy
ska samfelagnum.
Ein onnur orsøk til góða
úrslitið er, at rakstrarút
reiðslurnar higartil í ár hava
verið væl lægri enn væntað
í fíggjarætlanini fyri 2007.
Vøksturin í elnýtsluni
fyrra hálvár 2007 hevur ver
ið 6,1 prosent, og um hend
an gongdin heldur fram,
verður vøksturin í elnýtsluni
við ársenda umleið 8,1
prosent.
Góða úrslitið gevur
helst SEV møguleikan at
endurskoða prísásetingina í
heyst, og stýrið fer í næstum
at taka spurningin upp í
sambandi við viðgerðina av
fíggjarætlanini fyri 2008,
sigur Leivur Hansen, stýris
formaður.
Uppskot um fíggjarætlan
fyri 2008 verður lagt fyri
umboðsnevndina í novem
ber. Elprísirnir hava verið
óbroyttir seinastu sjey árini.
Vinnan skapar úrslitið
Tað er týðiliga alivinnan, sum stendur fyri stóra vøkstrinum í streymnýtsluni fyrra hálvár í ár
Eingin stjórn
Fyri hálvum triðja mánað síðani var tjóðartingsval í
Belgia, men enn hevur landið ikki fingið nýggja stjórn.
Teir kristiligu demokratarnir vunnu valið tann 10. juni,
men formaður teirra, Yves Leterme, noyddist í gjár at
boða Albert kongi frá, at hann fær ikki meiriluta fyri
einari nýggjari stjórn. Ein orsøk er, at teir kristiligu
demokratarnir eru úr tí flamska partinum av Belgia. Teir
krevja størri sjálvræði, men tað vil tann franski parturin
ikki góðtaka. Nú skal kongur so tilnevna ein annan
samráðingarleiðara.
Hizbollah háðar Ísrael
Fyri einum ári síðani vóru harðir bardagar ímillum ísraelska herin og
hermenn hjá rørsluni Hizbollah í Libanon. Bardagarnir vardu 34 samdøgur,
og hesar dagarnar sendi Hizbollah 4000 rakettir inn í Ísrael, sum bumbaði
Libanon afturfyri. Nú skipar Hizabollah fyri einari framsýning frá bar
døgunum. Framsýningin er á einum savni beint sunnan fyri Beirut, og
Hizbollah dylur ikki fyri, at eftir hennara tykki vann rørslan bardagarnar
ímóti Ísrael. Tí verða ísraelsku hermenninir háðaðir, og tað ber til at keypa
videospøl, har tað ber til at skjóta ísraelskar hermenn og stríðsvognar.