fríggjadagur 24. august 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 • 24. august 2007
Vikuskifti 11
Brot úr Føroya søgu
Leygardagin 1. september skipar Landsskjalasavnið fyri ráðstevnini ”Brot úr Føroya
søgu”. Tiltakið er skipað sum ein røð av fyrilestrum um ymisk evni úr føroyskari søgu.
Felags fyri allar fyrilestrarnar er, at teir eru grundaðir á skjalarannsóknir, tvs. á skrivligar
keldur úr skjalasøvnum. Fyrilestrarnir eru allir á føroyskum. Søga er frásøgnin um einstaku
hendingina. Søga er eisini frágreiðing um orsøkir til hendingar ella um samanhang
millum orsøk og hending. Felags fyri søgu er tó, at hon snýr seg um tað undanfarna, og
er grundað á keldur um tað undanfarna, tað verið seg skrivligar, munnligar ella annað.
Ráðstevnan ”Brot úr Føroya søgu” er ætlað øllum, sum hava áhuga í føroyskari søgu. Tað
er ókeypis at luttaka á ráðstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum.
Øll kunnu brúka savnið
Øll kunnu koma inn á Landsskjalasavnið og biðja um loyvi at síggja skjøl og seta
spurningar. Sambært lóg um Landsskjalasavn ber til at fáa atgongd til skjøl, ið
stovnar hava latið savninum, tá hesi eru 30 ára gomul. Stovnurin, ið avhendir,
kann saman við Landsskjalasavninum, áseta eina longri atgeingisfreist, um serlig
viðurskifti krevja hetta. Skjøl, sum innihalda privatar upplýsingar hjá einstaklingum,
skulu vera 80 ára gomul, áðrenn vitjandi sleppa at síggja tey. Til ber tó at søkja
um frávik frá hesum reglum, um upplýsingarnir skulu brúkast til gransking ella
snúgva seg um egin viðurskiftið. Hvørt ár vitja eini 2500 fólk lesistovuna á
Landsskjalasavninum. Stórsti parturin eru fólk, sum fáast við ættargransking.
hvørva vit
persónurin er farin úr starvi, spyr
landsskjalavørðurin.
Tvørskurður av
samfelagnum
Landsskjalasavnið hevur tó
aðrar uppgávur um hendi enn KT
varðveitslu. Í sambandi við 75
ára hátíðarhaldið verður millum
annað ein framsýning av skjølum
frá Kongaliga Einahandlinum,
sum fyri stuttum vóru fingin
heim til Føroyar úr Danmark.
Sámal Tróndur Jóhansen
fegnast um, at tað er eydnast
at fáa hesi skjølini heim aftur.
Hann ivast nevniliga ikki í, at
skjølini frá Einahandlinum eru
týdningarmesta einstaka føroyska
savn frá 1800 talinum.
- Savnið er í grundini ein
tvørskurður av føroyska
samfelagnum og liviháttinum
gjøgnum eitt langt tíðarskeið.
Stórt sæð allir føroyingar frá
tí tíðini eru skrásettir har, við
tað at øll søla og alt keyp gekk
gjøgnum Einahandilin, sigur
landsskjalavørðurin.
Skjølini eru fyribils fyrsta
úrslitið av eini sokallaðari
prinsippavtalu millum føroyska
Mentamálaráðið og danska
Kulturministeriet um afturbering
av skjølum, sum viðkoma ella
hoyra heima í Føroyum.
Hendan avtalan fer at
gera tað munandi lættari hjá
søgufrøðingum og granskarum í
Føroyum at fáa hendir á nógvum
føroyskum skjølum. Hartil dylir
landsskjalavørðurin ikki yvir,
at avtalan hevur eitt týðandi
symbolskt virði, við tað at
hon letur upp fyri, at hópin av
føroyskum skjølum nú verða at
finna, har tey hoyra heima.
- Í allari hesi framkomnu
tøknini hava vit framvegis
ongar telduskráir, ið eru líka
støðugar, sum pappír, sigur
Sámal Tróndur Jóhansen,
landsskjalavørður