fríggjadagur 24. august 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 163 - 24. august 2007
hópdráp
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hendan Ólavsøkumorgunin sótu
tvær ungar gentur, 18-ára gamla
Donna Lauria og 19-ára gamla
Jody Valenti, í bilinum hjá seinnu
nevndu og tosaðu, tætt við úthurð-
ina í íbúðini hjá Donnu. Av tí at
tað var so seint – klokkan eitt um
morgunin – bóðu foreldur
Donnu, ið júst komu heim, hana
koma inn. Tað lovaði hon.
Tá foreldrini vóru farin inn, sá
Donna ein mann luskandi runt,
men áðrenn Jody kundi svara
spurninginum um, hvør hesin
maður var, kom hann fram til
bilin og byrjaði at skjóta.
Donna Lauria doyði á stað-
num, og hóast Jody trýsti á
bilhornið, helt maðurin fram at
»skjóta«, hóast eingi skot vóru
eftir í revolvaranum. Jody
grulvaði úr bilinum, og pápi
Donnu, sum hevði hoyrt larmin,
kom leypandi út, og í berum
náttklæðum skundaði hann sær
við bili sínum á sjúkrahúsið við
teimum báðum.
Løgreglan fann einki motiv
fyri gerðini, og at enda slóu teir
seg til tols við, at tað var ein
bandauppgerð, har tey skeivu
vórðu skotin, ella at tað var ein
ørlingur. Jody var so skelkað, at
hon fekk ikki rættiliga hjálpt
løgregluni við útsjóndini av
manninum.
Tríggjar mánaðir seinni, 23.
oktober 1976, feiraði Carl
Denaro saman við vinum, at
hann skuldi inn í flogvápnið, og
at hann tí ikki fór at síggja vinir
sínar aftur í longri tíð. Ein genta,
Rosemary Keenan, var við á
barrini, og tá fólk fóru til hús,
koyrdi Carl Rosemary til hús.
Tey sótu í bilinum og tosaðu, tá
ein maður knappliga kom fram
til síðusetrið á bilinum og byrjaði
at skjóta. Carl varð illa særdur,
og Rosemary, skelkað, koyrdi
bilin aftur til barrina, har vinir
hansara fingu hann á sjúkrahús.
Læknarnir skiftu ein part av
skøltinum út við eina metall-
plátu, nakað ið merkti hann
restina av lívinum. Hendan sama
Rosemary Keenan var dóttir til
ein av detektivunum, sum blivu
knýttir at leitanini eftir Son of
Sam.
Álopini halda fram
Uppaftur ein mánað seinni, 26.
november 1976, vóru tvær
vinkonur á veg heim eftir at hava
verið í biograf. Bussurin steðgaði
nærhendis har onnur teirra,
Joanne Lomino, búði, og tá hon
sá ein mann ganga og mala, bað
hon vinkonuna, Donnu DeMasi,
um at skunda sær.
»Vita tit, hvar...«, byrjaði
maðurin, eins og vildi hann
spyrja um veg, men tók síðani
ein reolvara undan jakkanum og
byrjaði at skjóta eftir gentunum.
Báðar vórðu raktar, og maðurin
tømdi síðani revolvaran móti
einum húsum.
Familjan hjá Joanne hoyrdi
skotini og rópini og skundaðu
sær til hjálpar og fingu genturnar
á sjúkrahús. Har funnu læknar
skjótt fram til, at Donna fór at
sleppa óskala, men Joanne var
ikki so heppin. Hon gjørdist
lamin av skotunum.
Av hesum trimum álopunum
var bert ein einasta kúla funnin
heil, og tí hevði løgreglan ikki
enn megnað at binda hesi álop
saman til ein persón. Tað skuldu
ganga tveir mánaðir, áðrenn tann
seinni so kendi Son of Sam sló
til aftur.
Beint eftir miðnátt 30. januar
1977 fór forlovaða parið
Christine Freund og John Diel av
The Wine Gallery í Queens, New
York og yvir í bilin. Tey høvdu
bara eyga hvør fyri øðrum og sóu
tí ikki mannin, sum kom fram til
bilin og skjeyt tvey skot inn
gjøgnum rútin í høgru síðu. 26-
ára gamla Christine varð rakt í
høvdið av báðum skotum, og
John rann eftir hjálp. Har var tó
einki at gera, og Christine doyði
fáar tímar seinni á sjúkrahúsi-
num.
Men nú var ein detektivur
snarhugsin. Hann sá, at álopið
var ikki framt við vanligari kúlu,
og hartil líktist framferðarhátt-
urin álopunum á Lauria, DeMasi
og Lomino. Serfrøðingar í kúlum
søgru frá, at hesar vóru komnar
frá vápninum .44 Charter Arms
Bulldog, eitt rættiliga óvanligt
vápn. Men løgreglan fann einki
samband millum dripnu ofrini.
Fleiri offur
12. mars 1977 var Son of Sam
aftur upp á spæl. Ein lesandi,
Virginia Voskerichian, var á veg
heim, tá ein maður, ið gekk ímóti
henni, knappliga tók eina
skambyrsu fram og rakti Virginiu
í andliti við einum skoti. Gentan
doyði á staðnum.
Tá dráðsmaðurin rann avstað,
kom hann framvið einum eldri
mannni, sum hevði sæð allan
tilburðin. »Hey, hann sjálvur«,
segði drápsmaðurin og rann
víðari.
Men hesaferð bar so til hjá
løgregluni at samanlíkna kúlur,
og nú var greitt, at talan var um
sama drápsmann í fleiri av føru-
num. Hetta førdi samstundis til,
at løgreglan setti á stovn eina
deild, nevnd Omega, sum skuldi
finna hendan hópdrápsmannin,
sum seinni skuldi fáa heitið Son
of Sam.
Sum væntað hildu álopini
fram. 17. apríl sótu tey ungu, 18-
ára gamla Valentina Suriani og
sjeikur hennara, 20-ára gamli
Alexander Esau, í einum bili og
tosaðu, tá ein annar bilur koyrdi
upp á síðuna av teimum. Førarin
skjeyt tey bæði tvær ferðir hvør
og Valentina doyði á staðnum,
Alexander nakað seinni. Aftur
hesaferð varð nýttur ein .44
kalibur revolvari.
Men eitt annað var øðrvísi her:
Eitt bræv til kanningarovastan
Borrelli, har drápsmaðurin
upplýsti sítt »navn«, Son of Sam.
Men tað skuldi annað - og
minni - til enn dráp so líðandi at
festa navnið David Berkowitz til
heitið Son of Sam. Ein maður
nevndur Jack Cassara fekk ein
dagin eitt »góðan betring«-kort,
har Sam Carr harmaðist, at hann
var dottin av takinum. Tað var
Jack kortini ikki, og hann setti
seg í samband við Sam, ið sum
vera man ikki hevði sent kortið.
Hetta førdi til, at málið um ein
hund, sum varð skotin, men
yvirlivdi, kom í ljósmála. Hetta
førdi aftur til, at sonur Cassara
kom í tankar um ein undarligan
mann, sum eitt stutt skifti hevði
leigað eitt kamar frá teimum.
Hesin var ræddur fyri hundinum,
tey høvdu, og kom ongantíð aftur
eftir teimum 200 dollarunum,
hann hevði goldið í depositum.
Hesin maðurin æt David
Berkowitz.
Skjótt var kona Jack, Nann
Cassara, sannførd um, at David
var Son of Sam.
Tað snarar um
26. juni 1977 um trítíðina um
náttina fóru ein genta, Judy
Placido, og ein drongur, Sal
Lupo, heim frá einum diskoteki.
Komin í bilin var Son of Sam
har, men bæði vóru ógvuliga
heppin. Sal varð raktur í armin,
og hóast Judy var rakt tríggjar
ferðir, slapp hon uttan varandi
mein.
Í einum brævi, sum Son of
Sam hevði sent einum blað-
manni, nevndi hann eitt offur við
navni, nevniliga fyrsta offurið,
Donna Lauria, sum varð myrd
29. juli 1976. Hetta fekk
løgregluna at óttast fyri einum
nýggjum morði á eittára degnum,
men einki hendi. Og tó, tveir
dagar seinni, tá løgreglan byrjaði
at anda lættari, sló Son of Sam til
fyri seinastu ferð.
Aftur var talan um eitt par í
einum bili, Stacy Moskowitz og
Bobby Violante. Bobby varð
skotin tvær ferðir, Stacy einaferð
í høvdið. Gentan doyði fleiri
tímar seinni, meðan drongurin
slapp við lívinum.
Áhugin fyri Berkowitz øktist.
Hann svaraði til tað, sum
løgreglan visti um Son of Sam.
Tað vóru tveir vanligir
løgreglumenn, sum fingu
illgruna til Berkowitz, og við
hjálp frá øðrum fingu teir
Omegadeildina at hyggja nærri at
manninum.
Men seint gekk, eisini tí
deildin hevði so ómetaliga nógv
spor at kanna. Berkowitz hevði
eitt nú viðgingið í einum brævi
til granna í sama bygningi, at
hann hevði framt morðini, og
kortini gingu fleiri dagar, áðrenn
Omegadeildin lætst um vón.
Endiliga 10. august 1977 hevði
Omegadeildin knýtt allar træðrir
saman og fekk handtikið David
Berkowitz. Sam Carr búði
nærhendis har, ið Berkowitz
búði, og við tíðini helt hann, at
illir andar búði í Sam, og at tað
vóru hesir, ið góvu honum boð
um at drepa. Hann gjørdist tí
sonur Sam, Son of Sam.
At David Berkowitz ikki var,
sum hann átti, varð skjótt greitt
fyri øllum. Hann viðgekk tó
drápini, og bleiv í síðsta enda
dømdur 365 ára langa
fongsulsrevsing.
Kelda: CourtTV - Crime Library
Marilyn Bardsley
Son of Sam
Tá Son of Sam fyrstu ferð gjørdi um seg í New
York um morgunin 29. juli 1976 kundi eingin
vita, at ein hópdrápsmaður byrjaði yrki sítt. Men
hesin »sonur Sam« skuldi gerast ein hin kendasti
mordarin í amerikanskari søgu, líka kendur sum
Ted Bundy og Zodiac drápsmaðurin
Krimi