fríggjadagur 24. august 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 • 24. august 2007
Vikuskifti 17
filmar
Notes on a Scandal er ein thrillari um
tvær kvinnur,
leiktar av
tvær av
teimum bestu
kvinnuligu
leikarunum
í heiminum
í dag, Judi
Dench
og Cate
Blanchett.
Ein er
ung og
vøkur, hin er
eldri og býr einsamøll. Tær gerast vinkonur,
men hetta dugir Barbara (Judi Dench) ikki
at umsita. Tá yngra kvinnan hevur eina
afferu, fer Barbara meiri og meiri at stýra
lívinum hjá yngru kvinnuni Sheba. Ein sera
góður filmur.
A Good Year er ein kærleikakomedia við
Russel Crowe. Hann er ein beinharður
bankamaður,
sum við eitt
arvar ein
romantiskan
víngarð í
Frankaríki,
har hann er
uppvaksin.
Hann fer at
ivast í sínum
virðum, og tá
hann møtir
kærleikanum í rustikka Provence hendir
ein broyting. Crowe riggar ikki í leiklutinum
sum Don Juan. Ridley Scott hevur gjørt ein
av sínum ringastu filmum.
Solo er ein dokumentar
filmur um danska popstar
sangaran Jon. Hann var
sera ”hot” eina stutta tíð,
men nú eru fólk farin at
hata hann. Hann var ”in”,
nú er hann ”out”. Hann
er blaðungur og longu ein
”has been”. Solo er deiliga
provokerandi og harður filmur, um hendan Jon,
sum bara er endaður sum ein tragedia.
Alt om min buske er ein yvirdrivin og
superløgin filmur. Nils og Karin eru ung
flyta inn í eini hús.
Grannarnir eru tvær
eksentriskar systrar, har
hin eina er samkynt.
Filmur er nærum
surrealistiskur, men alt
í alt er hann alt annað
enn væl eydnaður.
Hann livir við einari fótleinkju.
Hann hevur mist pápan, og eftir
eina ferðsluvanlukku gjørdist Kale
sera óður og fór at gera ónáðir.
Hann hevur nú ein dóm fyri
harðskap hangandi yvur høvdið.
Mamman hevur ikki longur ráð til,
at Kale ger alt, sum hann vil, so
eftir er bert at hyggja út gjøgnum
vindeygað.
Hann fer undir at eygleiða
grannarnar, og skjótt sær hann,
at alt er ikki, sum tað eigur.
Hann fær illgruna um, at ein
av grannunum er drápsmaður.
Við eitt gerst ”suburbia” til
”disturbia” og Kale.
Eitt tað besta við at hyggja
eftir grannunum er grannagentan
Ashley. Vinurin hjá Kale og
Ashley fara undir at kanna ein
av grannunum, Mr. Turner. Tað er
hann, tey halda vera drápsmann.
Fólk sum eygleiða
Filmsøgan er stúgvandi full av
slíkum filmum, har onkur eygleiðir
ein annan gjøgnum vindeygað.
Nakrir av teimum bestu er
Antonionisa Blow Up, Michael
Powellsa
Peeping Tom, Hitchcocksa
Rear Window, Coppolasa The
Conversation og aðrir. Hesin
filmurin er so ein um modernaðar
talgyltar ”YouTube” og MySpace”
tannáringar.
Disturbia er ikki ein serliga
góður filmur, søgan er alt ov tunn.
Onkunsvegna er hann tó verdur
at síggja.
The Kovak Box er ein bfilmur.
Hann er okkurt slag av sffilmi, men
er bara so ótrúliga bfilmasligur, at
hann ikki kann takast í álvara.
Tað er kanska deiligt
at vera tannáringur,
sum kann brúka tíðina
til at spæla telduspøl,
surfa á alnótini, eta
junk food og síggja
sjónvarp. Í Filminum
Disturbia kann tann
áringurin Kale hugna
sær heima, men mest
av øllum, tí hann er
dømdur at sita heima
Leikandi:
Kale
Shia LaBeouf
Mr. Turner
David Morse
Ashley
Sarah Roemer
Julie
Carrie-Anne Moss
Ronnie
Aaron Yoo
Leikstjóri
D.J. Caruso
Framførdur í Havnar Bio frá 24. august
105 minuttir
Tað sum sonurin
hjá grannanum sá…
Ummæli
Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com