fríggjadagur 24. august 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 - 24. august 2007
17
Dagurin
25. august. Ludvík, deyður í 1270. Kongur í Frak
landi, nevndur Ludvík hin Heilagi. Stóð á odda fyri
fleiri krossferðum. Á einari ferð til Norðurafrika
doyði hann av sjúku. Upprunaliga germanskt navn,
ið merkir viðgitin og stríð.
26. august. Líradagur. Dagurin verður eisini róptur
líramariumessa, men tað hevur ongan kristiligan ella
kirkjuligan týdning; navnið hevur dagurin fingið bara
av teimum mongu mariumessunum um heystið.
27. august. Gebhardus, deyður í 995. Biskupur í
Konstanz í Týsklandi, liggur grivin í kleysturkirkjuni
har, sum hann sjálvur sigst at hava latið byggja.
nøvn
Logos II í
Reykjavík
Trúboðanarskipið Logos II, sum fyrr í mánaðinum vitjaði
á Tvøroyri, kom til Reykjavíkar mikudagin 15. august.
Skipað verður fyri tiltøkum bæði á landi og umborð, í
sambandi við vitjanina.
Karl Robert Vang, umboðsmaður fyri OM í Føroyum,
sigur úr Reykjavík, at skipið hevur verið væl vitjað. Í
sambandi við Mentanarnáttini í Reykjavík seinasta
leygardag høvdu tey umleið 1.000 vitjandi.
Fleiri føroyingar eru umborð á skipinum í sambandi við
vitjanina í Íslandi. Annars sigla fimm føroyingar við
skipinum í løtuni. Mikudagin 29. august fer skipið víðari
til Cuxhaven í Týsklandi.
mg
Mánadagin 27. august verður Katrin
Mørkøre á Eiði 60 ár. Dagurin verður
hildin sunnudagin 26. august, tá ið
øll eru hjartaliga vælkomin til Eiðis.
Tað er einki at ivast í, at nógv fara at
heilsa upp á Katrina, sum kennir
óvanliga nógv fólk og er ófør at
minnast til hátíðardagar hjá øðrum.
Katrin er havnarfólk. Foreldrini
vóru Pavla og Jens Guttesen, sum
búðu í Tórfinsgøtu.
Abbin á móðursíðuni var Jens
Christian Dam úr Tróndargøtu, og
omman var Katrina, sum var úr
Innistovu í Vági í Klaksvík. Fyri
stuttum var Katrin við til at fyrireika
ættarstevnu fyri Innistovufólkunum.
Abbin á faðir síðuni var Jens
Christian Guttesen, sum var
havnarmaður, og sum er kendur fyri
sín lut í ríka tónleikalívinum í Havn.
Omman var Jóhanna, sum var ættað
úr Kirkjugerði í Skálavík.
Katrin er familjukær og áhugað og
innarlaga í ættarsøguni. Hon hevur
gingið til ættargransking hjá John
Davidsen, Ólavi Clementsen og
Mariu Jacobsen, og hon er
nevndarlimur í felagnum
Ættarbandið.
Børnini hjá Pavlu og Jensi
Guttesen eru Jóna (1946), Katrin
(1947), Gunrið (1950) og Jens
Christian (1955). Katrin býr á Eiði,
og øll hini búgva í Havn.
Eftir fólkaskúlan arbeiddi Katrin
hjá Másu og Herlufi Arnason, sum
høvdu bókahandil, bókbindarí og so
nógv annað í handlinum, ið var á
horninum Sverrisgøta/Tórsgøta.
Seinni gekk hon í handilsskúla,
meðan hon lærdi á skrivstovuni hjá
Balslev, og tá ið pf. Kartni Winther
varð stovnað av Kartna Winther,
Torbjørn Sørensen og Poul
Michelsen og rak heilsøluna, sum
Balslev hevði havt, fór Katrin at
arbeiða hjá teimum.
16. september í 1972 giftist Katrin
Jógvani K. Mørkøre á Eiði, og síðani
hevur hon. búð í
Kardumummubýnum á Eiði. Jógvan
var sóknarstýrisformaður tá ið Katrin
kom til Eiðis, og at vera skrivari var
uppgávan hjá formanninum. Katrin
kom so við og við upp í
skrivarauppgávuna, og í 1990 varð
hon sett sum skrivari hjá Eiðis
kommunu.
Umframt í arbeiðslívinum hevur
Katrin verið virkin á so mongum
øðrum økjum. Hon sang í
Ebenezerkórinum, og hon tekur
mangt takið í Mizpa á Eiði. Hon
hevur vakið eyga við so mongum og
vitjar og dugnar so nógvum – bæði á
Eiði og aðra staðni kring landið.
Trina á Trøllanesi, fastur Jógvan,
búði hjá teimum, og av henni lærdi
Katrin so mangt hondarbeiði. Eitt nú
plantuliting, at tøva og at garva.
Áðrenn hon fór til Eiðis hevði Katrin
lært at veva hjá Olevinu Joensen og
Marjuni Sigurðsdóttir, og hon hevur
onkuntíð undirvíst í veving. Jørð er í
húsinum, og hóast uppvaksin í
Torfinsgøtu í høvuðsstaðnum, so
smæðist Katrin ikki fyri at bóndast.
Øll, sum hava hitt Katrina, vita, at
hon er ógvuliga tilvitað um alt, sum
gongur fyri seg. Tey munnu eisini
taka undir við, at hon er framúr
hjartagóð og gestablíð, og at hon
hugsar um hini, áðrenn hon hugsar
um seg sjálva. Tað, sum hon kókar,
steikir og bakar fer víða um landið.
Katrin og Jógvan eiga tríggjar
dreingir: Jóannes (1974) er giftur
Susan Østerø úr Klaksvík. Tey búgva
á Eiði, og Jóannes arbeiðir hjá KJ
Hydraulik á Kambsdali. Janus (1977)
býr í Havn og lærir til
skipselektrikara hjá El Service á
Skála. Hann er giftur Mary fødd
Poulsen og ættað úr Grønlandi.
Ólavur (1985) er í danska herinum.
Hann skal til Afghanistan í oktober.
Sunnudagin klokkan 14 verður
føðingardagurin hildin í
ítróttarhøllini á Eiði.
J
Katrin Mørkøre 60 ár
Logos II við bryggju í Reykjavík, har skipið verður til 29.
august. Hetta er fyrsta ferð at eitt skip hjá OM vitjar í Íslandi
Oljudálking aftur nú
Onkur fuglur er komin illa fyri av dálking, sigst. Ein
ovurstór undirmeting. Hvussu kann nakar vera so
býttur og billa sær inn, at bert onkur fuglur er raktur?
Nei, øll, sum hava eitt lítið sindur av skili, vita, at
allir fuglar har í økinum fyrr ella seinni verða raktir.
Um tú ikki sært teir nú, so er tað tí, at teir longu eru
farnir til botns.
Æður, dunnur, másar og hvat har annars er av
fugli, síggja ikki oljuna fyrr enn tær eru mitt í henni,
og so er ov seint.
Ein slík illgerð, sum at koyra olju í havið, gerst
ikki ógjørd aftur. Alt livandi, sum er fyri, steindoyr.
Mátti tann seki blivið funnin og harðliga revsaður
fyri sína óndu gerð.
Djóraverndarfelagið
Í politikki stinga ósemjur
seg ofta upp, og tí er eisini
mangan neyðugt við neyð
semjum, og alt gott um tað.
Men við hvørt virka loysn
irnar ella neyðsemjurnar
ógvuliga løgnar.
Løgtingsformaðurin hevur
lagt uppskot fram um at av
taka fólksins fyrndargomlu
umboðan á fyrndargamla
Løgtingi okkara. Ein sam
tykt av hesum vil vera tað
sama sum ein deyðadómur
yvir nøkur demokratisk
rættindi, sum allir partar av
landinum hava. Í staðin
skulu veljast nakrir persónar,
sum vera settir upp á sentral
gjørdar listar við upp til 41
nøvn á hvørjum lista. Hetta
gevur onga trygd fyri, at
allir partar av landinum fáa
umboðan í lóggevandi
tinginum.
Tá so nakrir tinglimir
ganga ímóti hesum verður
samgongan kallað saman
um málið, og ósemjan er
so mikið stór, at tað ljóðar,
at kanska verður nýval
útskrivað. Og nýval er
nakað, sum menn ræðast
sum nakað av tí versta,
sum hendir halda megin
parturin av tingmonnum.
Við hvørt er tað tó tað
besta. Í staðin semjast ting
menn, í øllum førum floks
formenninir, um, at málið
hjá tingformanninum ikki
skal galda til fyrstkomandi
løgtingsval, men kortini
skulu vit samtykkja tað nú,
og so lata tað galda næstu
ferð løgtingsval verður.
Tað vil siga, at fyrndar
gamla tingið skal kunna
hava sína fólkaumboðan
eina ferð afturat, og so er
liðugt.
Hetta fær meg at hugsa
um støðuna í teim londum,
sum hava deyðarevsing. Til
dømis onkur av statunum í
USA. Tað hendir seg, at
rætturin avsigur deyðadóm,
men hesin verður ikki
framdur beinanvegin. Bíð
að verður til guvernørurin
hevur viðgjørt málið, og
um hann samtykkir, so fer
avrættingin fram. Tann
dømdi fær soleiðis eitt
sindur longur tíð at liva.
Avgerðin hjá samgongu
formonnunum, um hon
annars vinnur frama í
Løgtinginum, ger, at sand
oyggjafólk og suðuroy
ingar, vágafólk og kanska
onnur fólk aðrastaðni frá
fáa útsett freistina at missa
sína umboðan á tingi. Men
tann tíðin kemur so um
fýra ár.
Men okkurt skal onkur
hava afturfyri. Avgerð verð
ur eisini tikin um, at tað
valdømi, sum hevur størstu
umboðanina, Suðurstrey
moy, skal fáa eina umdøm
isvaldan afturat. Ein sera
løgin avgerð. Um talið skal
broytast til 33, hví so ikki
hækkað talið av eykavald
um frá 5 til 6 í staðin.
Suðurstreymoy hevur
frammanundan 8 umboð,
tað er nóg mikið. Tey skulu
ikki veljast eftir fólkatali,
men eru ríkiliga før fyri at
føra fram sjónarmiðini hjá
valdøminum. Hinvegin
kundi økingin av teim
eykavaldu hjálpt nakað upp
á tann lutfallsliga munin av
mandatum flokkanna
millum.
Men sum sagt dómurin
er avsagdur, hann fær
gildið í næsta valskeiði.
Jógvan
SundStein
Deyðadómurin avsagdur - men avrættingin útsett