Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 • 24. august 2007 Vikuskifti 16 var at kalla ópolitiskur, birtist nú ein sosialistisk hugsjón, har anarkisma, kommunitarisma og kristin næstakærleiki runnu saman. Til Sovjetsamveldið Í Barkenhoff grundaði hann eina sosialistiska kommunu, sum var til var 1919 til 1923. Hann kom at kenna ta russisku Sonju Marsjelevsku, tey fingu ein son, Heinrich Vogeler flutti til Sovjetsamveldið, giftist uppaftur við Sonju og fór undir eina nýggja tilveru, har alt ið minti um Jugend varð lagt aftur um bak, og listin gjørdist sosial, politisk, stundum enntá sosialrealistisk. Eftir 1933 var sjálvsagt ikki hugsingur um at fara aftur til Týsklands. Soleiðis bar tað á, at hesin gávuríki týski listamaður, sprottin úr tíðini hjá Herman Bang og Oscar Wilde, kom at uppliva Stalin-tíðina sum sovjetskur borgari og moskovittur. Hann royndi sum frægast at halda sær á lívi í hesi ræðuligu tíð, og hann var flokskósini lýðin, hóast hann var granni hjá Karl Radek og sá mangar av sínum landsmonnum verða handtiknar, tá Moskva- rættarmálini gingu, og seinni hvørva ella verða skotnar. Einki bendir tó á, at Heinrich Vogeler, sum so mong onnur listafólk, nakrantíð ók á øllum fýra fyri Sovjetsamveldisins reyða Führer- Messias. Pávar og kompleks­ myndir Eins og Nazi-Týskland hevði Sovjetsamveldið eisini eina yvirstætt av skriftlærdum, sum vildu ráða yvir mentan og list. Frá 1934 var sosialrealisman útrópt sum tann einasta rætta kósin. Vogeler royndi at fylgja við og skapti hesa tíðina verk, hann rópti “kompleksmyndir”, sett saman av ymiskum pallmyndum, kanska ikki ólík tí, vit nú rópa “montasjur”. Teir sovjetsku listapávarnir funnust at hesum málningum og kastaðu Vogeler fyri, at hann enn ikki var sloppin av við sín borgaraliga arv, kanska einamest, tí hesar myndir høvdu yvir sær ein farra av kubismu og futurismu. Vogeler beindi tí fyri nøkrum av sínum verkum, men hann var tó ikki, sum so mong onnur listafólk í Sovjetsamveldinum, handtikin ella fongslaður. Vogeler helt fram at vera listarliga virkin. Hann ferðaðist dúgliga um sítt velduga nýggja føðiland, í m.a. Usbekistan, Kabardino-Balkaria, Karelia og í landspørtum, har kurdar búðu, og skapti á hesum ferðum ein hóp av oljumálningum og tekningum. Utopia Tá ið Týskland tann 22. juni 1941 leyp á Sovjetsamveldið, var Vogeler straks fúsur at verja sítt nýggja føðiland, hann fór at arbeiða í propagandadeildini hjá Tí Reyða Herinum, gjørdi plakatir, málningar og keipumyndir, skrivaði herróp, sum vórðu ætl- að týskum hermonnum. Tá ið týskurin á heysti 1941 nærkaðist Moskva, varð Vogeler, sum stóð á nazistanna deyðslista, biðin um at flýggja. Hetta vildi hann ikki, men hann bleiv so av myndugleikunum tvingaður at rýma og endaði í Kasakstan. Hetta var ein trupul tíð, postsambandið var vánaligt, lønin kom ikki fram, og Heinrich Vogeler, sum í long tíðarskeið ikki átti sýru í vegg, moyddist nú at bidda og at bøna fólk í hesum fremmanda landi um tak yvir høvdið. Hann andaðist, illa á holdum komin av hungri, kulda og sjúku, í einum sjúkhúsi í sambýlinum Budjonnij við Kornejevka tann 14. juni 1942. Eins og Paula Modersohn- Becker umboðaði Heinrich Vogeler eitt fravik frá tí upp- runaligu, náttúrutrúgvu Worps- wede-listini. Tí hóast trø, blómur, morgun- og kvøldarstemningar rúgva nógv upp í hansara fyrstu málningum, er hansara list samstundis kynstrug, filigranfín, innsnúgvin, sum boðberi um onkra serliga, vakurleikatysta individualismu. Sóknin eftir tí privatu utopiini drívur gongu- verkið. Tá ið Vogeler, komin til Sovjet- samveldið, royndi at finna ein veruleika, sum sampakkaði við hansara Atlantis-dreym, fann hann neyvan hesa utopi í kommunismunnar Moskva (har fólk dagliga skríggjaðu, seigpínd av sovjetskum torturmeistarum, í Lubjanka og serliga fongslinum Lefortovo), men kanska, í hepnum løtum, í tí fjarskotna Aserbadjan, har armenar, aserbadjanar, kurdar og russarar livdu, arbeiddu og stuttleikaðu sær saman í friði og náðum. Kanska føldi hann tá, onkra lukkuliga løtu, at hann var komin heim aftur til Worpswede. Heinrich Vogeler: Sjónleikarkvinnan Lotte Loebinger. Oljumálningur 1936/38 Heinrich Vogeler: Melusine. Pennatekning. 1914