fríggjadagur 24. august 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 163 - 24. august 2007
Eitt ár er júst farið, síðan tú fór
frá okkum. Eitt ár í djúpari,
endaleysari sorg og sakni. Eitt
ár við gráti og svárari neyð. Eitt
ár við spurningum og skuldar
kenslu. Eitt ár við stúran fyri
hesi løtu, eg nú eri í – løtan, tá
eg varð noydd at skriva minning
arorð um teg og harvið endaliga
góðtaka, at tú ert farin frá okk
um fyri altíð úr hesi verð. Góð
taka, at eg ongantíð aftur skal
hoyra teg. Ikki hoyra tín látur, tá
tú komst fjasandi, og ei heldur
tín grát, tá harðast leikaði á.
Aldrin aftur fari eg at síggja teg
ella á nakran hátt verða saman
við tær her á fold. Ongantíð aft
ur fáa vit tosað aftur um tað,
sum bert vit báðar høvdu saman.
Eg fái onki svar, tá eg royni at
tosa við teg, og síggi teg ikki, tá
eg gráti eftir tær.
3. august 2006 kemur altíð at
vera meislaður í minninum, sum
tann ringasta løtan í lívinum
higartil. Tá fór deyðin við tær
og tú við honum, einans 27 ára
gomul. Sjálvt um tú ert farin, so
ert tú í mínum tonkum hvønn
einasta dag. Alt minnir meg um
teg – hvat eg enn geri, og hvar
eg fari, so síggi og hoyri eg okk
urt, sum eg kann knýta at tær.
Tað tykist í løtum – og tær løtur
vil eg ikki vera fyri uttan – at tú
ert so nær, at eg bert skal rætta
tær hondina, so ert tú aftur her
hjá mær. Tí er tað so ringt at góð
taka, at tú ert so langt vekk og
aldrin kemur aftur. So langt
vekk, sum ongin av okkum røkk
ur her á foldum. Tí er tað so
ringt at sleppa tær og góðtaka
tað, ið hent er. Og tí er tað so
svárt, tungt og ringt at siga tær
eitt seinasta farvæl.
Tú vart eitt ynskibarn, og eg
minnist, hvussu glað vit øll
vóru, tá tú kom í verðina. 20 ár
eru ímillum okkum báðar, so
sjálvsagt minnist eg tíni barnaár,
sum um tað var í gjár. Minnist,
tá tú fór í skúla, og hvussu ringt
tað var hjá tær at sleppa mammu,
sum tú hevði gingið uppat, líka
síðan tú vart fødd. Tú vart smæð
in og sárbar. Tú vart lítilátin og
góð. Tú hugsaði altíð um tey
veikastu, og serliga góð vart tú
við børnini og øll djór og tey við
teg.
Tú setti røtur í móðirlívi og
vaks til ta vænastu rósu. Tú vart
so ómetaliga vøkur, so sjáldsama
pen og eygagóð og lýsti alt upp,
har tú kom við tínum vakur
leika.
Vit systkin fingu børn, og
har vísti tú veruliga títt viðri –
fleiri ferðir og í gulli. Tú hevði
tað bara í tær hetta barnatekki
sum kom so nógvum til góðar.
Tey forgudaðu teg øll sum ein –
frá tí yngsta til tað elsta. Tey sóu
so stórt ríkidømi í tær, tí tey
vistu og merktu, at tú vart ekta
góð við tey. So góða Siri – vit
eru mong sum sakna teg. Ongi
orð kunnu siga frá missinum og
sakninum. So her eru orð bók
staviliga fátøk.
Tað vóru ikki bara vit og okk
ara børn, sum fingu tað gleði at
kenna teg og fáa burturav øllum
tí, tú hevði at geva. Eg eri so
sera takksom fyri tey árini, tú
arbeiddi saman við okkum í
barnagarðinum í Miðvági. Tú
vart avhildin av øllum, bæði
starvsfelagum og foreldrum og
elskað av øllum børnunum – eis
ini har forgudaðu tey teg.
Lítilátin sum tú vart, sást tú ikki
týdningin av tínum arbeiði og
HVUSSU virðismikil tú vart, og
HVUSSU nógv gott tú gjørdi og
legði eftir tær hvønn einasta dag
– sjálvt um eg mangan segði tær
tað. Børnini elskaðu teg, og
mangan
lovaðu
foreldrini
olmussu tá tú hevði frí, og børn
ini tí ikki vildu í barnagarð. Har
yviri komu øll at kenna teg sum
tað hjartagóða menniskja, tú
vart. Komu at kenna títt menn
iskjasýn og títt virði sum menn
iskja.
Tað
seinasta
bragdið,
tú
gjørdi, var at finna systkini hjá
pápa í Onglandi – nakað, sum
vit eftir so nógv ár næstan høvdu
uppgivið. Tey fingu tíbetur
heilsa uppá teg seinasta summar
og hava verið og vitjað her hjá
okkum.
Góða Siri, summi av okkum
eru ikki stoypt til hesa verðina.
Vit snáva øll so mangan og
koma uppaftur, summi sterkari
enn onnur. Eg vildi so fegin leitt
teg heilskapaða ígjøgnum lívið
– men tað skuldi ikki verða so.
Eg vildi givið so óendaliga
nógv fyri at hildið um teg og
sagt tær, hvussu góð eg eri við
teg. Fortalt tær, hvussu stóran
týdning tú hevði og hevur fyri
meg og míni. Tú lærdi meg nógv
í tínum alt ov stutta lívi. Lærdi
meg at góðtaka, at summi av
okkum hava eitt og fleiri lyndis
brek, sum eru so sera tung og
svár at bera, men sum vit bara
mugu góðtaka. Tú hevur lært
meg at góðtaka nøkur menniskju,
sum onnur seta seg sum dómara
yvir uttan at kenna tey.
Góða Siri, eg veit at tú situr
eina ella aðrastaðni og hyggur
niður til okkum og gleðist yvir,
at tað gongur øllum væl. Halt
teg nær okkum. Vit gloyma teg
aldrin.
Eg kundi hildið áfram í 1001
nátt, bara fyri ikki at sleppa tær.
Men við hesum fari eg at lýsa
frið yvir minnini um teg og siga
tær eitt seinasta farvæl frá okk
um øllum, sum vóru so góð við
teg. Má góðtaka at tú ert farin.
Eg veit, at tú ert komin í eitt
betri stað, og at tú nú hevur fing
ið sálarfrið. Hvíl í friði, góðasta
Siri. Vit síggjast aftur.
Systur tín
3 aug 07
Grát ei.
Grát ei fyri náttini,
tó at hon tók tínar veingir.
Grát ei fyri myrkrinum,
tó at tað sleit tínar streingir.
Grát ei fyri sólini,
tó hon blindaði eygu tíni,
tí hon vísti tær ein annan veg
við skínandi strálu síni.
Grát ei lítla vina mín.
Títt ljós so bjart man skína.
Eg skal biðja hestin mín
bera byrðu tína.
Grát ei lítla vina mín,
tí myrkrið brátt man rýma
og tá skalt tú vakna til ein
sólskinsdag,
har sólin bjørt man skína.
Hvørt suð, hvørt sveiggj, hvørt
andatak
man grát so sáran linna.
Djúpt í hjarta veit eg, at
tú sælan frið skal finna.
Grát ei lítla vina mín,
tí myrkrið brátt man rýma,
og tá skalt tú vakna til ein
sólskinsdag,
har sólin bjørt man skína.
Orð og lag: Eivør Pállsdóttir
Minningarorð um
systur mína
Siri Davidsen
f. 18 juli 79 † 3 aug 06
Tíðindaskriv
Týskvøldið 28. august kl.
19:30 verður spennandi fyri
lestur í Útvarpshøllini í
Sortudíki. Tveir danir frá
fyritøkuni Vølund Varme
teknik koma at hava fyri
lesturin, sum P/F Svend
Krosstein og Sp/f Leivur
Nattestad í felag skipa fyri
Vølund Varmeteknik, er
ein partur av tí Svensku
NIBE koncernini og er ein
av teimum størstu fram
leiðaranum av hitapumpum
í Europa, við egnari menn
ingardeild og framleiðslu í
Svøríki og aðrastaðni.
Kvøldið kemur at snúgva
seg um hitapumpur. Tosað
verður um ymisk sløg av
hitapumpum. Hvat merkir
tað at ein hitapumpa er:
vatn/vatn, luft/luft ella luft/
vatn, hvussu hitapumpur
eru uppbygdar, o.s.fr. eisini
fer fyrilesturin at snúgva
seg um, hvørjar sparingar
ein kann gera við at fáa sær
hitapumpu, ístaðin fyri tann
vanliga oljuketilin. Eisini
hvussu nógv reinari og betri
gagnnýtt hendan orkan er.
Tað er tó ikki nøkur nýggj
orkuskipan vit her tosa um.
Í grannalandinum Svøríki
hevur stór menning verið
av hitapumpum í eini 2030
ár. Og tær verða nýttar til
upphiting av flest øllum set
húsum og størri íbúðar
blokkum.
Við støðugt vaksandi olju
prísum og krøvum um
reinari orku, eru hitapumpur
alt meiri umtalaðar á okkara
leiðum.
Hitapumpur í Útvarpshøllini
nøvn