Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 163 • 24. august 2007 Vikuskifti ch Vogeler atelierum, matstovu, søvnum og framsýningarhøllum. Hesir tríggir listamenninir, sum allir vóru landslagsmálarar, vóru so dugnaligir, at teirra fyrsta framsýning, hildin í Bremer Kunsthalle í 1895, vakti ekkó um alt Týskland. Nú amaðust onnur listafólk upp á henda blett, og í 1898 vitjaði tann ungi yrkjarin Rainer Maria Rilke á fyrsta sinni í bygdini. Rilke skrivaði eina bók um Worpswede og tess málarar og gjørdi soleiðis staðið uppaftur meira kent. Tann mest áhugaverdi Worps­ wede­málarin var ein kvinna, Paula Becker, sum kom hagar í 1897. Paula Becker hevði búð eina tíð í París og har fingið íblástur frá eitt nú Cezanne og Paul Gauguin. Tematiskt varð hon meira drigin at menniskjum enn at náttúru, hon avmyndar í sínum málningum arbeiðsmenn, fátæk bygdarfólk, børn, men kanska serliga kvinnur saman við børnum, ofta bróstabørnum. Menniskjuni eru í hennara myndum endurgivin við sterk­ um rúmsansi, sakligum veru­ leikatrúskapi og holdlitum, sum eru autentiskir og samstundis viðhvørt næstan lýsandi. Tá ið Paula Becker andaðist í 1907, alt ov ung, sannaðu hennara medlistafólk í Worpswede, at eftirsjón var í hesi kvinnu, sum ár eftir ár hevði tikið seg fram móti einum alsamt djarvari og búnari meistaraskapi. Paula Becker verður í dag, saman við t.d. Cezanne, van Gogh og Matisse, tikin fram sum ein fyriboðan um modernaða, europeiska list. Heinrich Vogeler Eitt høvuðsmið hjá øllum, sum fyrstu ferð koma til Worpswede, er húsið Barkenhoff. Hesi húsini læt listamaðurin Heinrich Vogeler byggja. Vogeler hevur eina serstøðu í søguni hjá Worpswede, ikki tí at hann var tann mæstasti listamaðurin har, men tí at hann var so fjølbroyttur, og tí at hansara menning og lívssøga eru so merkilig. Líkasum Klaus Mann og Emil Nolde er Vogeler eitt dømi um, hvussu listin siglir, ella skáksiglir, í einum politiskum, totaliterum rúmi. Heinrich Vogeler, føddur í Bremen í 1872, sonur ein rættiliga múgvandi jarnhandils­ mann, fekk útbúgving á listar­ akademinum í Düsseldorf og gjørdi á ungum árum ferðir til m.a. býir sum Sluis og Brügge í Belgia, Genova og Rapallo í Italia. Komin til Worpswede í 1894, mentist hann skjótt og gjørdist sum frá leið listamálari, arkitektur, grafikari, rithøvundur, gávuríkur sniðgevi, og seinni eisini námsfrøðingur og politikari. Jugend og elegansa Vogeler forelskaði seg í Worps­ wede­gentuni Marthu Schröder, hon var hansara prinsessa og sæst avmyndað í hansara fyrstu málningum, sum miðdepil og drotning. Seinni giftust tey og fingu tríggjar døtur. Tey búðu á Barkenhoff, og har búðu eisini teirra vinir, m.a. eisini Rilke og Clara Westhoff, sum yrkjarin giftist við á vári 1901, nakað um somu tíð sum Vogeler og Martha giftust. Vogeler varð tíðliga hugtikin av Jugend­stílinum, men læt seg eisini á ungum árum hugtaka og ávirka av gotiskari list, endurburðarlist og av praerafaelittunum í Onglandi. Tær tekningar og skavmyndir, hann skapti í hesum tíðarskeiði, m.a. til bøkur eftir Oscar Wilde, J.P. Jacobsen og Hugo von Hofmannsthal og til Ex Libris prent, hava somu elegansu, men ikki sama dekadenta dám sum listin hjá Aubrey Beardsley. Umframt at tekna sjáldsom hús, formaði hann sum sniðgevi m.a. eisini gløs, spegl, knívar, gaflar, koppar, skálir og stólar. Paradísoyggin Vogeler hevði henda dreymin um at skapa eina paradísoyggj, har menniskju – listafólk sum onnur – kundu liva og evna til sína egnu utopi, men nettupp henda utopiska hugmyndin var samstundis hansara stóri veikleiki og vansi, og tær gullborgir, hann bygdi fyri at gera menniskjað fullkomið og halda lukkuni fastari, rivnaðu sum frá leið. Tilveran í húsinum Barkenhoff í Worpswede, sum Vogeler – ið hevði arvað fitt av pengum og hevði høga inntøku av sínum mongu og ymisku verkum – teknaði og læt byggja, og har gerandisdagurin, bæði hjá Vogeler, húski hansara og hinum húsfólkunum, varð pallsettur næstan sum rituelt teatur, við meira enn einum farra av biedermeier­anda, kundi ikki halda fram. Martha fekk hug á einum ungum løgfrøðingi. Eisini Jugend­stílurin føldist sum frá leið sum reinur formur, eitt hylki við ongum kjarna. Men Heinrich Vogeler megnaði at endurnýggja seg. Fyrri heimsbardagi, sum hann luttók í, læt honum eyguni upp fyri sosialum spurningum og kapitalismunnar eirindaloysi, og í hesum manni, sum leingi Paula Modersohn-Becker: Liggjandi móðir við barni. París 1906 ➘ Emil Nolde: Ung kvinna