fríggjadagur 24. august 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 - 24. august 2007
15
Poul Jacob Hansen,
eletrikari í Fuglafirði,
fer til gravar úr Fugla
fjarðar kirkju fríggja
dagin klokkan 14. Tey,
ið vilja minnast Poul
Jacob, kunnu lata eina
peningagávu til Fugla
fjarðar kirkju. Konto í
peningastovnunum.
Martha Blaasvær Deb
es, fødd Joensen, búsit
andi á Argjum,
andaðist í heiminum
leygardagin 18. august,
74 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Mánadagin 27. august verð
ur Bergtóra Vágsheyg Nicla
sen, vanliga nevnd Begga, í
Klaksvík 90 ár.
Begga er dóttir Joen Joen
sen, vanliga nevndur Jógvan
Segl og Henriettu Joensen.
Tey fingu 9 børn.
Begga er einasta av systkj
unum, ið livir eftir. Hini
systkini vóru: Andrea (f.
1907 d.1962), Jákup Pauli
(Peili) (f. 1909 d. 1970),
Anna Malena (f. 1911 d.
1990) , Eivind (f. 1913 d.
1915) , Jákup Øster (f. 1915
d. 1973) , Eivilda (f. 1919
d. 1985) , Ragnhild (f. 1922
d. 1990) og Asbjørn (f.
1925 d. 1981).
Í 1947 giftist Begga við
Jógvani Niclasen av Fløtti í
Kunoy. Jógvan doyði í
1980. Tey eiga tríggjar døt
ur. Tær eru: Anna, fødd í
1947, var gift við Mads Lüt
zen,
tey
eiga
synirnar
Christoffer og Jógvan, sum
búgva í Tórshavn. Anna
doyði 5. juni í ár. Miðlinga
systirin Henni, fødd í 1952,
býr í Klaksvík og eigur
dóttrina Ingun, sum býr við
Langanes á Glyvrum. Yngst
av systrunum er Jórun, fødd
í 1956, sum er gift við Peri
Jacobsen, tey búgva í Klaks
vík.
Begga er fødd á Vágs
heygnum, har foreldur henn
ara bygdu fyri hundrað
árum síðan. Jógvan og
Begga búsettust eisini á
Vágsheygnum. Sostatt hev
ur hon altíð búð á Vágsheyg
num. Seinasta árið hevur
Begga tó búð á Sambýlinum
á Heygnum. Føðingardagin
er hon at hitta í heiminum á
Vágsheygnum frá kl. 12 til
16.
J
Eftir stutta sjúkralegu andaðist
Hjørdis týsdagin 22. mai. Hon var
67 ára gomul, nú hon doyði.
Tað er so stutt síðani, hon var her
heima og fylgdi beiggja sínum, sum
doyði av somu sjúku, sum hon sjálv.
Tá visti ongin, at hon sjálv var sjúk.
Hon sá gott út, var tann Hjørdis, vit
kendu. Glað og lívsfrísk.
Hjørdis fekk saman við okkum
systkjunum ein góðan og tryggan
uppvøkstur í Jansagerði. Vit vóru
tvær systrar, og gjørdi tað helst sítt
til, at vit báðar komu at hava eitt
sera nært og inniligt samband við
hvørja aðra. Aldursmunurin gjørdi,
at vit ikki rættuliga komu at kennast,
fyrr enn unglingaárini vóru farin
afturum.
Tá Hjørdis vaks upp var vanligt
at gentur, rættiliga ungar, fóru út at
tæna. Soleiðis var eisini hjá henni.
Hon arbeiddim.a. í »Dals«, var á
støðini hjá Rikku, hoyggjaði í Myki
nesi og var gongsgenta á Lands
sjúkrahúsinum.
Sum tjúgu ára gomul fór hon til
Danmarkar, har hon fyrst arbeiddi á
Hotel Hebron. Seinni fekk hon sær
útbúgving sum sjúkrahjálpari og
arbeiðið við gomul fólk kom at ger
ast hennara lívsstarv.
Frá barnsbeini av var hon tann
lætta, glaða og lívsfríska smágentan.
Hesi eyðkenni fylgdu henni alt lív
ið. Henni dámdi so væl at upptraðka.
Eg minnist nógvar sjónleikir har
hon spældi við. Á arbeiðsplássinum
spældi hon eisini, dugdi so væl at
fáa eygað á tað stuttliga. Eisini
dugdi hon so væl at herma og fáa
látur í. Slíkir eginleikar eru gull
verdir á einum arbeiðsplássi tað
ger alt so nógv lættari. Vit, sum
hava sama arbeiði, vita, at tað kann
vera langt ímillum tær stuttligu løt
urnar.
Í 1964 giftist Hjørdis við dananum
Erik, sum hon møtti í Føroyum. Tey
fingu fýra børn. Í Danmark høvdu
vit báðar nógv saman. Ferðaðust
suðureftir og vóru niðri, tá tey elstu
børnini vóru fødd. Tá var mangan
gott at hava hana at stuðla seg til.
Á
ellisheiminum
í
Vágum
arbeiddu vit saman í nógv ár, og tá
var bert eitt hanagleiv millum hús
ini. Vit báðar vóru sum sagt sera
góðar. Vit kundu skemta saman,
gleðast um tað lítla saman og tá
trupulleikar av ymsum slag stungu
seg upp, var gott hava hvørja aðra.
Tú vart tann eg kundi siga alt við,
eisini tað, sum ikki bleiv sagt við
onnur.
Góða Hjørdis. Eg havi so ringt
við at skilja, at tú ikki ert her meira.
Samstundis eri eg sera takksomu
fyri tey, hóast alt, nógvu ár vit fingu
saman. Serliga takksom eri eg fyri
at mær untist at vera hjá tær ta
síðstu vikuna, tú livdi. Á sjúkrahúsi
num høvdu vit nógvar góðar og inni
ligar løtur saman.
Sjálvt um eg syrgi teg sáran, so
veit eg at Erik og børnini hjá tær
syrgja enn meira um eina konu og
mammu, sum gav teimum so nógv.
Hvíl í friði góða systir.
Edith
Minningarorð um
Hjørdis í Jansagerði
Begga Niclasen 90 ár
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu í stóru sorg okkara, tá elskaða dóttir,
systir, svigarinna, mostir og fastir okkara
Siri Davidsen
Sørvágur
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Berg fyri troystarrík orð í kapellinum.
Tøkk til Ingu Dam fyri eina vakra, hjartanemandi
jarðarferð.
Tøkk til sangarar, kirkjutænarar og gravarar.
Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu so væl til
við jarðarferðini og ervinum.
Tøkk til tykkum, sum komu inn á gólvið.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir, gávur
og uppringingar.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Heilsan
Foreldur og systkin við familju
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara kæri
pápi, verpápi, abbi og langabbi
Hermund Hentze
Hvalba
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til B8 á Landssjúkrahúsinum og tøkk til
Henry D. Joensen fyri góð orð í Kapellinum.
Tøkk til Jónsvein Bech prest, berarar, sangarar
og kirkjutænarar.
Tøkk fyri blómur, kransar, uppringingar og gávur.
Tøkk til tykkum, sum bakaðu og tøkk til tykkum,
ið hjálptu til við ervið.
Tøkk til øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jórun, Jacob Pauli, Hartvíg, Esther, Poul Carl
og Sára
Uni Gullfoss, sum rekur
Kondittaríið í miðbýnum í
Havn, er úttikin til at døma
í eini norskari kapping fyri
kokkar, sum verður í Åle
sund í Norra tann 30.
august, tá tólv av teimum
bestu kokkunum í Norra
skulu dystast um norska
meistaraheitið í kokkalist í
Ålesund.
Hvør fær norska meistara
heitið
”Norgesmester
i
Kokkekunst 2007” verður
avdúkað á
»Den Norske Matfestival
en«, sum verður í Ålesund
frá 29. august til 2. sep
tember.
Tað er Norges Kokke
mesteres Landsforening ið
skipar fyri kappingini, sum
hevur verið síðan 1990.
Uni er 31 ára gamal og
útbúgvin
kokkur,
hann
hevur lært bæði í Danmark
og í Føroyum. Hann var við
til at stovna kokkafelagið í
Føroyum, og í 2005 skipaði
hann fyri eini ráðstevnu í
Føroyum fyri kokkar í
øllum Skandinavia. Í fjør
var hann í Íslandi og dømdi
í eina kokkakapping. Uni
sigur, at hvørt ár verður
eisini skipað fyri bæði EM
og VM í kokkalist.
Norges
Kokkemesteres
Landsforening er ein áhuga
felagsskapur við limum úr
øllum landinum, sum ar
beiðir til frama fyri menning
av kokkafakinum. Norges
Kokkemesteres Landsfor
ening eru eisini limir í
WACS (Worlds Association
of Cooks Society), sum er
ein heimsumfatandi felags
skapur fyri kokkar.
Uni til Norra at døma
Uni Gullfoss er úttikin til at døma í eini norskari kapping fyri
kokkar, sum verður í Ålesund