Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 • 24. august 2007 Vikuskifti 14 Bremen er, líkasum Hamburg og Lübeck, ein av teimum gomlu hansabýunum, hann er somuleiðis gamalt býarríki, sum eisini í dag hevur sína egnu stjórn. Tey, sum kenna søguna, minnast helst eisini, at Hamburg og Bremen fyri túsund árum síðani vóru eitt erkibiskupssetur, og at Norðurlond, og sostatt eisini Føroyar, til 1104, tá nýtt erkibiskupsdømi varð sett á stovn í Lund, vóru undir hesum kirkjuliga umráði. Mikudagin tann 4. juli í ár fari eg á jarnbreytarstøðina í Lübeck og fari við tokinum fyrst til Hamburg og eftir ein steðg víðari til Bremen. Nevnt kann verða, at á hesi leið er tað ikki býtt at brúka almennar ferðamøguleikar. Í summar royndu vit at koyra við privatbili eftir motorvegnum, sum gongur frá Hamburg til Bremen. Sunnan fyri Hamburg kom tøppur í hesa landsins meginæðr, í einar fýra tímar kom ferðslan at kalla ikki úr stað, og farið varð tí heim aftur sum av torvheiðum. Skilið var serliga ringt, tí at fólk í trimum týskum statum henda dagin fóru undir sína summarfrítíð, men sagt verður, at ein slík ferðslustillstøða á Hamburg-leiðini, har tú situr og sveittar í tínum akfari og hvørki bøn ella illbøn hjálpir, er vanlig alt árið. Sarah Kirsch Komin til Bremen, fari eg til gongu í seinnapartslýkkuni oman til býargrøvina, sum ringir seg um tann gamla býin eystan- og norðanfyri. Eg gangi oman við Contrescarpe og síggi fólk standa og blaka træsprek út í ánni, so at teirra hundar skulu loypa á bláman og fáa eitt, ivaleyst tiltrongt, kvøldarbað. Komin til Wulwesstrasse, har vinkona mín, skaldið Ulrike Marie Hille býr, verði eg nakað seinni sessaður við nátturðaborðið, sam- an við mínum verti og vinkonuni Ortrude, sum er pianistur. Hetta kvøldið hevur Ulrike salong, og ein tíma seinni koma gestirnir, tólv í tali, tríggir menn og níggju kvinnur. Evnið hetta kvøldið er yrkjarin Sarah Kirsch, salongfrúgvin letur ljósprent við hennara yrkingum fara runt, og fólk fáa sær av tí reyðvíni, hvítvíni ella vatni, sum stendur frammi. Salongin byrjar við, at pianist- urin spælir Tað gamla Slottið eftir Musorgskij, dragandi og samstundis nostalgiskur romantikkur, sum fær ein at hugsa um Poe ella Heine. Gestirnir skiftast um at lesa tekstirnar, so er orðið frítt. Nøkur hava lisið uppá, onnur (m.a. undirritaði) hava at kalla onga vitan um skald ella tekstir. Fyri mær er tað sum at vera staddur í myrkastovu, har tú nertir við innbúgv og borðbúnað og roynir at fáa eina hugmynd av tí ósædda. Sum ein lurtar, rivar fyri eygunum, ljósið fellur, kámt í fyrstuni, men klárnandi í hvørjum, á ein ógvuliga áhuga- verdan yrkjara, hvørs tekstir eru beiskir og daprir, vekja til lívs so ymisk evnir sum nazi- fortíðina, vistfrøðiliga vanlukku, Norðurlanda kulda og trøldóm, tekstir ið tykjast knotutir og beinkendir og sum í støðum eiga tølandi musikalitet og vakurleika. Emil Nolde Seint seinnapartin dagin eftir lukkast mær at gera eitt rend oman í Böttcherstrasse, ivaleyst ta mest áhugaverdu gøtuna í Bremen, eina gong, ið er sum ein minnisvarði yvir tann týska Jugend-listamannin Bernhard Hoetger. Í hesi gøtu er í løtuni ein forkunnug og merkilig framsýning av akvarell-myndum eftir tann dansk-slesvíkska listamálaran Emil Nolde (1867- 1956). Framsýningin hevur navnið ungemalte bilder 1938-1945 (Ómálaðar myndir 1938-1945). Forsøgan er tann, at tað nazistiska valdið í Týsklandi frá 1933 setti í verk ein trongan, hugmyndafrøðiliga kroystan mentanarpolitikk, har øll list, sum var modernað, eksperimenterandi ella djørv, varð skilmarkað sum “dekadent” ella, sum nazistarnir tóku til (við einum hugtaki frá Max Nordau): entartet. Emil Nolde upplivdi nú, at 1052 málningar eftir hann vórðu inndrignir, at nakrir teirra vórðu brendir, saman við øðrum týskum verkum, á eini autodafé í Berlin í 1939, og at meginparturin ikki kom afturíaftur. Og seinast í august 1941 fekk hann í einum brævi at vita, at hann hereftir hevði máliforboð. Sprækin litgleði Hetta er eitt dømi aftrat um eitt søguligt tíðarskeið, har listin skal lofta sær í einum totaliterum rúmi, ein støða, vit eisini kenna frá Sovjetsamveldinum, ikki bara í sama tíðarskeiði, men heilt fram at Gorbatsjovs døgum. Emil Nolde gjørdi, í hesum trongu skóm, tað, at hann fann sær ein avbyrgdan krók í sínum húsum í Seebüll og fór at mála har í loyndum. Oljulitir hava sterkan lukt, sum lættliga hevði avdúkað listamannin, um Gestapo kom á gátt, Nolde fór tí at brúka vatnlitir og skapti árini 1938 til 1945 eina ørgrynni av akvarellum, sum bara nakrir fáir vinir vistu um, og sum hann orsakað av pappírstroti læt vera ógvuliga smáar, ofta ikki størri enn eitt handarbak. Paradoksið er, at hesi verk blivu skapt í eini, politiskt sæð, ófrælsari tíð, men at tey sam- stundis eru frukt av einum, listarliga og andaliga sæð, óvanligum frælsi. Tí hesar kveik- ingar, festar á japanpappír við tempera, akvarell- ella pastell- litum, ofta bygdar upp í løgum, reytt undir bláum, grønt undir myrkaviolettum, komu beint úr listamansins huga og vórðu, uttan skitsu ella undantekning, skaptar um til lit og umgerðir. Markið millum rúm og tíð, dreym og veruleika, upplivað og gyklað er her burturkámað. Emil Nolde avmyndar á hesum akvarellum dans og spæl, familju- lív, víkingar, nyk, risa, trøll, fólk hann hevur kent ella droymt, skip í ódn, mjørkasveipt berg. Í roynd og veru bera hesar myndir - poetiskar, fullar av stemningi, eymar, vakrar, groteskar - vitnis- burð um sprækið hugflog, form- ligt fræsli og intensa, spríkjandi litgleði. Worpswede Frá Emil Nolde til Heinrich Vogeler er eitt langt lop. Fyrra- partin henda sama dag koyrdi Ulrike Marie Hille meg við leigaðum bili til ein blett, sum er at finna í ein landnyrðing úr Bremen, og sum í meira enn hundrað ár hevur verið eitt Mekka í týskari listasøgu. Worpswede, í sunnara enda á Teufelsmoor, var fyri stórt- hundrað árum síðani eitt fjarbýlt bygdarskapilsi, har fólkið dyrkaði grønmeti, fekst við torvgrevstur og livdi eitt fátækt, einfalt og stríggið lív. Eitt serligt glitrandi ljós sveimaði yvir hesum stað, har lind, fura, eik og bjørk vuksu á heiðunum, neyt og ross gingu á biti, lágar kroysur hýstu bygdafólkinum og sólin skygdi í vatnfyltum torvgrøvum, og har tann bæði ráliga og klára luftin fekk allar litir og allar umgerðir at daga við óvanligum klárleika. Í tíðini nakað undan 1900 reistist í Týsklandi eitt rák, eyðkent av romantiskum náttúrudrátti og tráan burtur frá modernitetinum, ein utopisk langtan eftir tí upprunaligu, óspiltu tilveruni, sum m.a. elvdi til, at listafólk í felag grundaðu avbyrgd listaumhvørvi. Í sínum uppruna var hetta rák tó væl eldri, tí longu í 1790 høvdu ensk listafólk sett seg niður í Cock- burnspath í Onglandi, og í 1844 var eitt samfelag av sama slag grundað í Macchiaiola í Toskana í Italia. Paula Modersohn- Becker Í 1889 fluttu tríggir týskir lista- málarar, Fritz Mackensen, Otto Modersohn og Hans am Ende, eftir fleiri ferðir at hava búð í Teufelsmoor, til Worpswede. Hesir listarligu búreisingar bygdu nú eina listafólkakoloni, sum í dag er ein tann kendasta í heiminum, útgjørd við listafólkabústøðum, Emil Nolde og Heinri Valdið og listin II. Greinarøð Hanus Kamban Heinrich Vogeler og Martha Schröder um 1898