fríggjadagur 24. august 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 163 - 24. august 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Um systurson mín Gunnarba sum hann
vanliga varð nevndur. Tríggir mánaðir
eru lidnir síðani hann fór úr hesari verð
og upp til Jesus pápan; tað veit eg, hann
er farin. Hann var so góður sum dagurin
var langur.
Altíð stríddist hann við pínu, men
ongantíð sást tað á honum. Altíð í góð
um lag.
Tað besta honum dámdi, var at hava
nógv fólk rundan um seg. Og inni hjá
Ketty og Gunnarba var man altíð væl
komin. Har hevur man mangan sitið
gott. At fortelja søgur var eingin sum
hann. Man fór altíð út aftur við eium
smíli. Og so segði man við seg sjálvan
»Gunnarba er góður« ella handan var
góð, sum hann fortaldi. Hjartagóður var
hann altíð.
Aftan fyri einum góðu manni stendur
ein góð kona. Ja Ketty, tú var honum
ein góð kona. Vit vóru mangan har suð
uri hjá tykkum og ferðaðust. Stuttligt
var mangan at koma til Ketty og Gunn
arba, har føldi man seg sum heima.
Gunnarba og Ketty eiga fýra børn og
6 ommu og abbabørn. Saknurin er stór
ur hjá tykkum, men tit kunnu gleðast
um at hava átt ein so góðan pápa, abba
og mann. Gunnarba hevði trý systkin,
Jóannes, Gudný og Minny. Saknurin er
eisini stórur hjá teimum. Helst Jóannes
sum býr á Tvøroyri, sum hann vitjaði
hvønn dag. Hann var so góður við alla
sína familju.
Góði Gunnarba, einaferð skulu vit øll
hittast. Summi fara fyrr og onnur fara
eftir. Soleiðis er lívið á foldum. Tað er
ikki altíð lætt, men við einum løttum
sinni sum Gunnarba hevði, so skal tað
nokk ganga hjá okkum øllum.
Friður verið við minninum um systur
son mín Gunnarba.
Johannis Hansen v/ fam.
Minningarorð um
Gunnar Martin Petersen
13. august fingu Elsa
og David Jørgensen,
Klaksvík, eina dóttur.
Hon var 51 cm.long og
vigaði 3500 gr.
16. august fingu Jana
Mikkelsen og Eyðun
Jakobsen, Tórshavn,
ein son. Hann var 56
cm. langur og vigaði
4340 gr.
17. aug. 2007 Fingu
Jeanne Waagstein og
Louis Hansen,
búsitandi í Malmø eina
dóttir fødd á Glostrup
Hospital. Hon var 51
cm. long og vigaði
3180 gr.
19. august fingu Maria
og Pól Niklái
Thorkildshøj, Hósvík,
eina dóttur. Hon var 53
cm. long og vigaði
3900 gr.
21. august fingu Diana
Dahl og Dan
Djurhuus, Vágur, ein
son. Hann var 56 cm.
langur og vigaði 4300
gr.
21. august fingu Siri
og Jens Kristian
Davidsen, Signabøur,
eina dóttur. Hon var 54
cm. long og vigaði
3900 gr.
22. august fingu Maria
V. Joensen, Klaksvík
og Jóan Hendrik
Hultgren, Tórshavn,
ein son. Hann var 55
cm. langur og vigaði
3600 gr.
23. august fingu Heidi
og Erland Tvørfoss,
Norðragøta, eina
dóttur. Hon var 47 cm.
long og vigaði 2600
gr.
Føðingar
Á myndini situr 11/2 ára gamli Benjamin við beiggja
sínum sum var føddur 16. august 2007. Foreldrini eru Jana
Mikkelsen og Eyðun Jakobsen úr Tórshavn
Fríggjadagin tann 17. august fingu Emil og Conni ein lítlan
beiggja. Hann vigaði 3920 og var 54 cm langur. Foreldrini
eru Malla Dam og Søren H. Jensen á Tvøroyri
20 juli bleiv Fríði stóribeiggi til hesa fittu diddu. Hon vigaði
3925 gram og var 53 cm long. foreldrini eru Jana Jacobsen og
Signar Djurhuus Kollafjørður
Bjarki og Sólrun fingu ein lítlabeiggja t. 24.7.07 hann
vigaði 3975 og var 54 cm langur. Hann var føddur á Herlev
amtsygehus í Danmark. Ansa P. í Eyðansstovu og Fróði
Skúvadal eru foreldur. Nú búgva vit øll í Vestmanna
Prógv
10. Juli fekk Sólfríð í Króki, Strendur, prógv í
BA(hons) in Tourism/Marketing á University of
Central Lancashire, Preston, Stóra Bretland.
14. august hevur John Syderbø úr Klaksvík
lokið prógv sum cand. merc. innan marketing
við lærda Háskúlan í Aalborg.
20. august i 2007 hevur Jónbert Davidsen lokið
prógv sum Master of Arts í Heimsspeki og
Donskum frá Syddansk Universitet, Odense,
Danmark.
50 ár
Fríggjadagin 248 verður Jóan Hendrik Jacobsen
Norðragøta 50 ár. Dagurin verður hildin Við
Ánna 40, leygardagin 258 frá kl 1115. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
60 ára føðingardagur
27. august fyllir Katrin Mørkøre á Eiði 60 ár.
Føðingardagurin verður hildin í Ítróttarhøllini
á Eiði tann 26 august kl 14.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
75 ár
Leygardagin 25. august verður Jóhan Frederik
Davidsen í Kvívík 75 ár. Dagurin verður hildin
í Bøgøtu 10 í Tórshavn, í húsunum hjá Havnar
Arbeiðskvinnufelag frá kl. 1115.
80 ár
Sunnudagin 26/8 verður Rigmor Andreassen á
Argjum 80 ár. Føðingardagurin verður hildin
leygardagin 25/8 frá kl.1015 í Reynstún 20
Argir.
Silvurbrúdleyp og rundur
føðingardagur
25. august kl. 20 hava vit opið hús á dagdeildini
á Tjarnargarði, Hoyvíksvegur 58, Tórshavn, tí
vit fyri kortum høvdu ávíkavist silvurbrúdleyp
og rundan føðingardag.
Heilsan Hensia og Finn
Brúdleyp
Leygardagin 25. august kl.13.30 giftast í Christ
ians Kirkju á Amager Elin Joensen, Sandvík og
Jens Berglid, Stokholm Veistlan verður fyri inn
bodnum á Dragør Strandhotel kl.16.00
Leygardagin 25 august kl. 15 giftast í Havnar
Kirkju Heidi Mohr Poulsen og Niels Poul Holm,
bæði úr Tórshavn. Veitslan verður fyri innbod
num í Havnar Róðraneystið kl. 19.
Leygardagin 25. august kl. 17 giftast í Dóm
kirkjuni Elisabeth Sigridardóttir úr Klaksvík og
Kári Mikkelsen úr Tórshavn.Veitslan verður
fyri innbodnum í HBhúsinum kl. 19.
Leygardagin 25. august kl.15 giftast í Fugla
fjarðar kirkju Bertha Sigurðbjørg Lambaa úr
Fuglafirði og Kristian Sune Haraldsen ( Bassi )
úr Hoyvík. Veitslan verður fyri innboðin í bygd
arhúsinum í Leirvík kl. 19.
Leygardagin 25. august kl. 14 giftast í Ebenezer
Erla Bech Jensen, Tórshavn, og Sólvit Nolsø,
Dalur. Aftaná vígsluna verður móttøka, har øll
eru hjartaliga vælkomin. Veitsla verður fyri
innbodnum í Róðrarneystinum á Argjum kl.
18.30.
Merkisdagar