fríggjadagur 24. august 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 • 24. august 2007
Vikuskifti 13
Tann praktfulli Thorbjørn Egner
Hann var føddur í Oslo í Noreg 12.12.12 kl 12. - Tað síðsta pástóðu
foreldur míni, so tað man passa, skrivar Thorbjørn Egner í endur-
minningum. Egner var ein fjølbroyttur listarmaður. Hann var teknari,
grafikari, scenografur, dramatikari, komponistur og rithøvundur.
Hann teknaði sum oftast sínar egnu bøkur, og mest og best man
hann vera kendur fyri Kardamummubýin. Men hvørt mansbarn í Før-
oyum kennir eisini sera væl Djórini í Vallbakkaskóginum og Karius
og Baktus. Hóast hann legði grundarsteinin til Kardamummubýin í
Kristiansand 22. apríl í 1990, so upplivdi hann ikki, at býurin læt upp
árið eftir. Thorbjørn Egner doyði jólaaftan í 1990, 78 ára gamal.
Kardamummukøka
220 g av margarini, knapt 300 g av sukri, 3 stór ella 4 lítil egg,
500 g av hveitimjøli, 1 pakka av bakipulvuri, kardamumma,
rosirnir, mjólk
Rør margarin og sukur saman og rør síðani eggini í, eitt í
senn. Rør bakipulvur, kardamummu og rosinir í mjølið, og lat í
deiggið saman við mjólkini. Koyr í tveir smurdar formar og baka
køkurnar umleið 1 tíma við 180 stigum.
Køkan smakkar best, tá hon er nýbakað og við kaldari mjólk
afturvið.
einum øki upp á 50 ferðir 50
metrar. Flestu húsini vóru millum
30 og 50 fermetrar. Uttan fyri
býin liggur býarparkin við amfi og
karusell, og nakað norðan fyri bý-
in, passaliga langt burturin, liggur
dólgaborgin.
Hendan dagin, vit vitjaðu í Kard-
amummu, var veðrið avbera gott
og nógv fólk vitjaðu býin. Kl 12
byrjaði leikurin á torginum framm-
an fyri torninum hjá Tobiasi.
Bastian politimeistari gekk
har so glaður og savnaði fólkið
saman – tó at hann ikki hóskaði
eins væl til leiklutin, sum okkara
egni Jógvan Ósá, sum er tann
føddi Bastian! (Eg ímyndi mær,
at Thorbjørn Egner hevur havt
Jógvan Ósá sum fyrimynd, tá
hann skrivaði bókina og skapti
Bastian...)
Vit hittu eisini Berg keypmann,
bakaran, slaktaran, Suffíu mostur
og dólgarnar. Tú kundi ganga runt
í býnum og vitja tey hús, tær lysti,
og soleiðis vóru vit sjálvandi uppi
í torninum hjá Tobiasi, á politistøð-
ini, inni hjá Suffíu og aðrastaðni
við – og sjálvandi eisini ein túr
við sporvogninum hjá Sývarson
– sum hevði kakueskjuna við.
Vit vitjaðu eisini í dólgaborgini,
sum lá uttan fyri býin – og vit
mugu geva Suffíu mostur rætt tá
hon sygnur: »á dú og dú her er
skitið...«
Á heysti í 1990 vitjaði Thor-
bjørn Egner seinastu ferð Karda-
mummubýin, sum ikki var liðugur.
Øll húsini vóru kortini undir taki,
og Egner skuldi sjálvur gera
ymiskt arbeiði, so sum at velja
litir, dekorera hurðar, húsanumm-
ur o. a.
Tíverri kláraði hann ikki at gera
hetta liðugt, tí hann doyði brátt
eftir stutta sjúku jólaaftan sama
árið.
Men tað var kona hansara,
Anna, sum klipti snórin, tá býurin
læt upp 8. juni 1991 meðan Karda-
mummuorksetrið spældi.
»Og mitt í tí heila fór tað at
regna, sjálvt um gamli Tobias
hevði hopað, at tað skuldi verða
deiligt summarveður. Og øll blivu
vát, men tað sleit skjótt íaftur
og veitslan kundi halda fram«,
skrivar Bjørn Egner í bókini
»Kardamummubýur í Kristiansand
Dyrepark«.
Thorbjørn Egner náddi ikki at
uppliva býin lidnan. Men býurin
varð fullførdur við lívi og virki, so
sum Egner hevði formað hann og
droymt um, at hann skuldi verða.
Kardamummubýur í Kristian-
sand gjørdist kardamummukrúnan
á verkinum hjá Thorbjørn Egner,
Men hvat er so Kardamummu-
býur – í veruleiknum?
Thorbjørn Egner segði sjálvur,
at hann vónaði, at bæði stór og
smá »... fara at finna eina djúpari
meining: at eingin bara er hetja
og eingin bara er skurkur, og vit
mugu góðtaka, at menniskju eru
eitt sindur ymisk – og royna at
skilja hvønnannan«.
Eins og í bókini liggur Dólgaborg nakað uttan fyri Kardamummubý. Hugskotið
til húsini fekk Thorbjørn Egner á Rhodos
Teir tríggir dólgarnir, tá leikurin varð fram framførdur í Kardamummubýi
Jónas og Anna í fangatippinum hjá Bastian politimeistara...
Við sporvogninum hjá Sývarson slepst úr enda í annan í Kardamummubýi
- og Sývarson hevur køkurnar í eskjuni, og hann bjóðar!
Tornið hjá Tobiasi er sum vera
man miðpunkt í Kardamummu
býnum í Kristiansand. Har eru
øll húsini bygd í »veruligari«
stødd júst soleiðis, sum Thor
bjørn Egner vildi hava tey
ava við at gera«