Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 24. august 2007 13 viðmerkingar Legendariski venjarin hjá United, Alex Ferguson, segði einaferð um fyrrver­ andi liðskiparan hjá Chel­ sea, Dennis Wise, at hann var skrúvaður saman á ein so mikið sjaldsaman hátt, og so illani sintur, at hann uttan at blunka hevði kunn­ að fingið ein bardaga í lag, í rúmi, har ongin annar log­ eraði, tíansheldur var í ná­ mind, enn hann sjálvur. Hesi frumevnini eru fáum mannabørnum beskorin. 266b­riddarin, Finnur Helmsdal, er rættiliga farin í sjálvsving, síðani gjeikara­ paradan var í Havn seina­ sta leygardag. Hann tosaði fyri rættindunum hjá teim­ um samkyndu, og tíanbetur gevur demokratiska skip­ anin honum hendan rættin. Hann ætlar tó ikki at gera royndina at leggja uppskot um hetta fram á ting, um skrásett parlag, og argu­ mentatiónin er, at hann óttast fyri, at Bill og Jenis fara at spæla sær við máli­ num. Um so var, hevði tað annars eisini verið teirra fólkaræðisligi rættur. Táið Finnur og Annita løgdu 266b­greinina fram á fyrsta sinni, vistu øll, at mál­ ið ikki fór at vera samtykt. Samsvarandi rationalinum í grundgevingunum hava upp­ skotsstillararnir eftir øllum at døma hildið, at tað vóru í so fáar leikur í spælikamarin­ um hjá miðverjunum báðum í føroyskum politikki. Øvut argumentatión í at kalla sama máli, og Bill og Jenis vóru longu tá tvey politisk uppfinnilsir, sum vóru á her­ mótinum. Í broddi fylkingar. Málið um skrásett parlag er ikki eitt politiskt mál í løtuni. Orsøkin er hin ein­ falda, at onki uppskot ligg­ ur í skipanini, sum kann viðgerast. Pseudoviðgerðin á Vaglinum gjørdist tó eitt mál í fjølmiðlunum, har íspinnarin svarar øllum spurningum sjálvur, men niðurstøðan í higartil kendu endafasuni gjørdist tó, at hann einki ætlar sær at gera við málið sjálvur. Hann bíðar treystur eftir at Jacob Vestergaard skal hóva hendan mannarætt­ indaspurningin innar í parlamentið, manninum, sum umboðar ein flokk, ið nærum einmæltur atkvøddi ímóti ískoytinum til antidis kriminatiónsgreinina. Eitt vælhugsað politiskt per­ petuum mobile, ið ivaleyst fer at hespa nakað væl uppá teljaran táið avtornar. Sjálvsvingið endaði fyri­ bils í útvarpinum miku­ kvøldið, táið Helmsdal segði sínum landsmonnum, hvørjir fíggindar hansara vóru í hesum grima leiki. Sektirnar í Føroyum. Vinir­ nir funnust í umheiminum, uttanvert landoddarnar. Orðarætt endurgivið: ”Hetta er ikki nakað sum sektirnar í Føroyum skulu stýra. Hetta er nakað sum umheimurin stýrir í veruleikanum.” Hetta luktar av tyranni­ skari hugsan. Av frælsis­ skerjan. Tað hongur ein ófrættakendur ráki uppi við hesi útsøgnini, sum vit bara kenna frá fascistiskum terrorregimum og frá teim­ um, sum misbrúktu marxis­ tisku læruna í kommunist­ iskari valdstøku fyri egnan vinning. Frælsi hjá individ­ um at savnast um felags áhugamál, alternativar hugsanir og trúgv var skert við lóg. Og lógin strikt handhevað av knæsettu uniformeraðu statster­ rorismuni. Finnur Helmsdal hevur íspunnið sær ein fígginda. Ein fiktivan fígginda. Eitt trick, sum hevur lynt væl hjá mongum politiskum strugglara i heimssøguni. Trupulleikin í hesum føri­ num er bara, at kristnu sam­ komurnar í Føroyum ikki eru ítøkiligir aktørar á polit­ iska vígvøllinum. Har sum formellu avgerðirnar skulu takast. Hesi fólkini hava ongan annan rætt enn øll vit onnur, rættin at velja táið demokratisku valini eru. Hvussu tey annars geberda sær sum lobby ímillum val­ ini er teirra søk og teirra fulli rættur. Álvaratos, táið eg havi sitið í kirkjuskipum sunnudag eftir sunnudag er tað ongantíð runnið mær til hugs, at eg nú, møguliga, var partur av einum valds­ maskinaríi, sum skuldi taka avgerðirnar fyri demokra­ tiskt valdu umboðini á Før­ oya Løgtingi. Prossessin ta løtuna fer fram í rúmi, har bara tveir aktørar eru heima­ staddir. Rákið stendur harí­ millum og dregur inneftir. Ætlar løgtingsmaðurin Finnur Helmsdal sær í víggj við kristnu samkomurnar í Føroyum, tá átti hann at sagt føroyingum, hvønn hann umboðar í hesi ætlan. Og um nakar skuldi ivast, so umboðar hann ikki politiska næstformannin í Tjóðveldis­ flokkinum ­ í hesi merki­ ligu, ódemokratisku og lítið skilagóðu herferð. Og er flokkurin tann, sum eg helt hann vera, so er hann heldur ikki lunni undir hesum bardaga ímóti vindmyllu­ num, sum ikki eru har. Apropos Don Quijote. Ætlar umdømisvaldi tingmaðurin framhaldandi at lata hina skirvisligu Rosinante rótgnaga sama beitið, tá átti hann saman við sínum háttvirdu stuð­ lum í umheiminum at lagt uppskot um skrásett parlag fram á ting. Tað er har mál­ ið hoyrir heima og skal av­ gerast. Tað er ikki vist, at hann er so einsamallur sum hann letst. Heldur ikki í Føroyum. Og tað er nú einaferð hugaligari at vera í felag heldur enn at arrang­ era slagsmál við seg sjálv­ an í lokaðum rúmi. Soleið­ is sum Sir Alex róði fram­ undir, at núverandi Leeds­ venjarin skuldi vera ein meistari í. Eitt slag av psykodeliskari skugga­ boksing. Í einum jihaddi, har ongin botnur sæst á ekkoloddinum. Íspunna jihaddið hjá Finni Helmsdal Tórbjørn jacobsen Sera nógv hevur, í eina tíð nú, verið at hoyrt um royking og hvussu hættis­ ligt tað er at roykja. Ávar­ ingar eru so at siga allastað­ ni, og alt gott um tað, ella? Roykjarar verða sæddir at hava ein skaðiligan óvana. Men at roykja er als ikki ein vani, tað er ein avhengigheit. Og av tí sama, lata roykjarar eyguni aftur fyri vandunum. Tað nyttar als einki at koma við ávaringum á t.d. sigarett­ pakkum ­ ikki mugu tað vera nógvir roykjarar, ið lesa hesar ávaringar. Roykjarar kenna seg sum ein annanrangs rasa (er tað tað, sum er ætlanin, er tað eydnast væl), men hettar fær ikki roykjarar at leggja av, heldur øvugt. Vit kenna meira trongd til sigarettina, tá vit kenna okkum illa við farin, eru bangin o.s.v. Eg skilji væl at fólk, ið ikki roykja, ikki vilja hava tubbaksroyk niður í seg, og at tey halda tað luktar illa, men at fara so langt, sum til eina forfylging av roykj­ arum, sum eg meini fer fram í okkara samfelag í dag, er at ganga ov vítt. Vit eru eisini menniskju, menniskju, ið hava eins nógv at geva samfelagnum sum øll onnur (ikki koma við hvussu nógv vit kosta heilsuverkinum, tí man ikki landskassin fáa fleiri pengar frá okkum, enn vit kosta honum? ­ komi aftur til hettar seinni). Í Írlandi eru nógvar pubbir noyddar at lata aftur, summi halda, vegna roykibann. Fólk eru byrjaði at hugna sær heima, har tey kunnu roykja, heldur enn at fara á pubb, har roykibann er. Í sjónvarpi­ num herfyri, segði ein roy­ kjari, at tað er so hugnaligt at fara útum at roykja, men ikki mugu tað vera nógv, ið eru einig við henni, í hvussu er ikki tá veturin kemur við stormi og regni. Tað eru longu nú nógv støð, í hvussu er í Havn, har ein ikki hevur loyvi at roykja. Hví ikki lata tað vera støð, har roykibann er og so støð, har royking er loyvd. So kunnu fólk sjálvi avgera hvar tey vilja fara. Viðvíkjandi pengum til landskassan Í langa tíð nú, hevur ein vinnubygningur staðið til sølu á netinum, hesin bygn­ ingur hevur verið brúktur til venjingarhøli. Hví keypir landið ikki hendan bygning, og bjóðar roykjarum, tung­ lyntum og fólkið, ið viga ov nógv, bíliga venjing? Roykj­ arar verða jú sagdir at roykja minni um teir gera likam­ ligar venjingar. Av tí, at likamligar venj­ ingar verða sagdar at hjál­ pa uppá bæði royking, tung­ lyndi og yvirvekt, kundu kommunulæknar ávíst fólki likamliga venjingar, á einum tílíkum venjingar­ staði, á resept, eins og gjørt verður í øðrum londum. Hví setir landið ikki prís­ in niður í helvt á nikotin­ vørum frá apotekinum, hesar vørur sigast at kunna hjálpa fólki at leggja av (sjálv trúgvi eg ikki at tað, at fáa sær nikotin fyri at leggja av at brúka nikotin, er vegurin, men onkur ger og kanska virkar tað hjá onkrum). Sum nú er, er tað dýrari at brúka hesar niko­ tinvørur enn at roykja. Ein heilivágur er sum kallast Zyban. Eg kenni persónliga nøkur, ið hava lagt av, við at brúka Zyban. Ein kurur kostar millum 800 og 900 krónur. Nógvir pengar at skula av við í einum, hjá teimum, ið so so gott sum einki eiga (t.d. einligum forsyrgjarum). Hesin kurur er enntá settur soleiðis saman, at man tær fyrstu vikurnar roykir eftir at man er byrjaður. Hví ikki seta prísin niður í helvt, ella geva hann heilt fyri einki? Her vil eg líka leggja afturat, at apoteksverkið kemur út við yvirskoti á hvørjum ári. Hví skal tað hava loyvi at ríka seg upp, hví ikki heldur seta prísin niður á t.d. nikotinvørum? Eisini er ein bók, »Ende­ lig ikke ryger«. Hví ikki lata roykjarar fáa hana fyri einki? Yvirskotið hjá rúsdrekka­ sølu landsins, skal fara til viðgerð og fyribyrging av rúsdrekka trupulleikum. Hví so ikki lata yvirskotið av tubbakssølu fara til við­ gerð og fyribyrging av niko­ tintrupulleikum? Omanfyristandandi eru bert nøkur dømi um, hvat landið kundi gjørt, um tey veruliga vildu havt okkum til at leggja av. Sum nú er, verður einki munagott gjørt fyri at fáa fólk at leggja av, eg havi varhugan av, at tað er tí tað hevði komið at kosta lands­ kassanum ov nógv. Gott nokk hava vit eitt fyribyrg­ ingarráð, men ikki er tað nógv vert. Av og á koma tey við ávaringum, men sum sagt omanfyri, eru ávaringar og »skrekkam panjur« ikki brúkiligar nógv hjá flestu roykjarum. Eftir standa so nakrir spurningar: Er tað veruliga ynski hjá landsins stýrandi at vit leggja av? Ella fær landskassin ov nógvan pening frá okkum til at tað er ynskiligt? Um tað er ynskiligt at vit leggja av, hví so ikki seta prísin niður á vørum, ið kunnu hjálpa okkum? Minnist til at tað at royk­ ja ikki er ein vani/óvani, men ein avhengigheit. Nakrar tankar í samband við ætlaða roykibannið Unn HenTze Eitt valdømi - ein kommuna - samanbundnar Føroyar Tað sýnist at vera umráð­ andi fyri løgtingsfor­ mannin og løgmannin at gjøgnumtrumfa Føroyar til eitt valdømi beinan­ vegin? Uttan teirra med­ virkan, so verður tað ikki. Próvgrundirnar eru: Fyri tað fyrsta, at komm­ unurnar vera færri? Fyri tað næsta, at undir­ støðarkervið bindur Føroyar saman? Løgtingið skal føra landspolitikk ­ ikki lokalpolitikk? Tað verður meira demokrati? Men hyggja vit at próv­ grundunum, so halda tær ikki. Somu løgtingspolit­ ikkarar hava ikki tora at gjørt ein kommunure­ form, tí hava vit enn meira enn 40 kommunir. Undirstøðukervið bindur bara ein part av Føroyum saman ­ tvær stórar og flestu smáar oyggjar eru ikki samanbundnar enn ­ og tað vera tær ikki í nógv ár. Um løgtingið fer at føra annan politikk, tá meira enn helmingurin av løg­ tingslimunum eru úr Streym­ og Eysturoy, so verður tað bert meira mið­ savnan og meira flytan til miðjuna, sum úrslit. Er tað kanska eisini endamálið hjá summum politikkarum? Bert Grønland hevur eitt valdømi av londum rundan um okkum ­ úrslitið er kent ­ alt til og rundan um Nuuk ­ tí har búgva flestu lands­ tingslimirnir. Øll hini londini tilgóðasíggja útjaðaran mótvegis stórbýum, og meta tað at vera meira demokratiskt. Undarligt at okkara fremstu menn halda tað øvugta? Eru teir nú vornir bangnir fyri, at Eysturoyar valdømi og Suðuroyar val­ dømi fara at vraka polit­ isku oddarnar til eitt kom­ andi val? Er tað tí, málið hevur sovornan skund? Nei, eg trúgvi tí ikki. Tíðin er als ikki búgvin til eitt valdømi. Skuldu vit komið til tað niðurstøðu, at eitt valdømi skuldi roynast, so eiga vit fyrst at binda Føroyar saman og kanska gera okkum til eina kommunu, so hava øll somu møguleikar og okkum tørva færri høvdingar tá. Livst so spyrst! Fyritreytirnar eiga at vera í lagi fyrst! Tíðin er als ikki búgvin til at gera Føroyar til eitt valdømi! Sandi birgir MoHr