fríggjadagur 24. august 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 • 24. august 2007
Vikuskifti
12
Tað minti ikki sørt um, tá
Elin og Óli ferðastu inn í
myndir í barnaútvarpinum í
sjeytiárunum at trína innar
býarportrið í Kardamummu
býnum í Dyreparken í Krist
iansand í Noreg
Í hesi áhugaverdu djóralund læt
upp fyri sekstan árum síðani
ein ordiligur Kardamummubýur
– sum Thorbjørn Egner sjálvur
hevur teknað og ímyndað sær.
Har eru 32 hús, og summarmánað
irnar spæla tey eisini sjónleikin í
túnunum millum húsini og á sval
um og uppi í torninum hjá Tobiasi.
Tú sært allar figurarnar úr
søguni, og saman við sjónleiki
num verða sjálvndi teir so væl
kendu sangirnir framførdir. Tú
sleppur inn í húsini, og uppi í
torninum hjá Tobiasi er útsýni yvir
allan býin. Um tú biður um tað í
góðari tíð, so ber eisini til at gista
í húsunum í Kardamummubýi!
Sporvognurin hjá Sývarson,
sum sjálvandi eisini hevur køku
kassan við – og bjóðar køkur
– koyrir aftur og fram í býnum
– júst sum í bókini. Hann hevur
bara tvey steðgistøð, eitt í hvørj
um enda á býnum.
»Eg hevði havt í huganum – og
á pappírinum – ein lítlan hug
flogsbý við einum høgum torni og
smáum húsum kring tornið – og
pálmar og býarportur og ásin í
gøtunum – kveikt úr upplivingum
úr smáum bygdum í londum kring
Miðalhavið.«
Soleiðis sigur Thorbjørn Egner
í endurminningum um upprunan
til Kardamummubýin.
»Og so fekk eg hug at lata fitt
og vinarlig fólk búgva í býnum, tí
vinarlig fólk eru lættast at hava
við at gera – eisini í bókum. Og
soleiðis varð Kardamummubýur
til«, sigur Thorbjørn Egner.
Kardamummubýur í
Dyreparken í Kristiansand lat upp
summarið 1991. Men søgan um
býin er nógv eldri enn so – hon
byrjar fjøruti ár longur afturi í
tíðini.
Thorbjørn Egner hevur sagt,
at hann hevði teknað tornið og
helt, at tað átti at verið til onkra
nyttu. Tí varð Tobias uppfunnin
til at búgva høgt uppi yvir øllum
hinum í býnum – og sum ein
annar Petur Skeel ansar hann
veðrinum í Kardamummubýi.
Og í býnum búgva eisini Suffía
mostir og lítla Kamomilla, her
býr eisini Remo og Tommy og
slaktarin og Berg keypmaður og
Sývarson vognstjóri. Og her býr
fyrst og fremst Bastian politi
meistari, sum ongantíð hevur
hevur hug at handtaka nakran,
men heldur vil skapa veitslu og
gleði. Hann hevur eisini gjørt
Kardamummulógina, ta einfald
astu av øllum lógum:
»Tú skalt ikki plága onnur ella
gera nakað ilt,
annars kanst tú liva, sum tú
sjálvur vilt«
Í Noreg gjørdist søgan um fólk
og dólgar víðakend í 1954, tá
Thorbjørn Egner sjálvur læs hana
í barnaútvarpinum har. Árið eftir
kom søgan út í bók.
Føroysk børn – eisini tey
vaksnu børnini – kenna søguna
frá okkara barnaútvarpi. Eyðun
Johannesen týddi bókina og
legði hana eisini til rættis sum
útvarpsleik – og fyri út við 40
árum síðani kom leikurin eisini
út á gramofonplátu. Og hendan
plátan man hava snurrað mangar
ferðir á plátuspælarum kring alt
landið upp gjøgnum sjeytiárini, tí
hon var so forkunnug, tí umframt
barnarímurnar hjá Hans Andreasi,
so var ikki so nógv annað slíkt
tilfar til børn.
Men aftur til Thorbjørn Egner.
Longu í 1949 var hann á ferð í
við Miðalhavið – mest í Marokko
men eisini í Spania og á Sicilia.
Har hevur hann funnið íblástur til
suðurlendsku húsini, sum hann
hevur skapt í Kardamummubýi
– og hesi eru eisini endurskapt í
Kardamummubýi í Kristiansand.
Dólgaborgina fann hann tó á
Rhodos!
Stjórin í Kristiansand Dyre
park, Edvard Moseid, hevði í
fleiri ár tosað um at skapa ein
Kardamummubý í fullari stødd í
Djóraparkini. Í 1987 fór hann til
Thorbjørn Egner við hugskotinum,
sum beinanvegin til dystin fús.
Síðani varð farið í gongd. Bjørn
Egner, sonur Thorbjørn Egner, sum
er arkitektur, fekk ábyrgdina fyri
verkætlanini, og hann fór suður
til Costa del Sol í Suðurspania at
finna íblástur.
Thorbjørn Egner vildi hava eina
naturalistiska suðurlendska bygd
við skeivum húsum. Hann vildi
hava ein einfaldan og barnsligan
Kardamummubý.
Øll húsini fingu sína egnu
funktión. Býrin varð bygdur á
Fólk og dólgar
Bókin snýr seg um tann friðarliga býin Karda
mumma og tey, sum búgva har. Nøkur fá skapa
trupulleikar. Tað eru teir tríggir dólgarnir Kaspar,
Jaspur og Jónatan, sum búgva uttan fyri býin og
javnan fara inn í býin fyri at stjala tað, teimum
tørvar. At enda verða teir handtiknir, men teir verða
væl viðfarnir í geglinum, og í síðsta kapitli verða
teir dagsins hetjur, tá teir sløkkja eldin í torninum
hjá Tobiasi.
Eina vitjan verdur
Í summar var gravgangur eftir ferðaseðlum
við Norrønu til Danmarkar. Hetta førdi við
sær, at nógv leitaðu sær til Noregs fyri síð
ani at koyra suður til Kristiansand og sigla
til Danmarkar. Hetta er ein frálíkur túrur,
sum saktans kann tilmælast. Teinurin úr
Bergen til Kristiansand er drúgvur, og tí er
gott at gista einaferð á vegnum – t. d. á Stavangerleiðini. Men eru tit á ferð við børnum,
so er tað eitt upplivilsi at vitja Djórparkina – har tú umframt djóragarðin eisini kanst
uppliva Kardamummubýin í fullari stødd – og síggja sjónleikin við.
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Kardamumma
Tobias ansar veðrinum
uppi í torninum
Teir tríggir dólgarnir, Kaspar, Jaspur og Jónatan á veg inn til bakaran at stjala
»Fitt fólk eru lættast at ha