fríggjadagur 24. august 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 - 24. august 2007
19
tíðindi
Stutt Sagt
Háða Ísrael
Fyri einum ári síðani vóru
harðir bardagar ímillum
ísraelska herin og her
menn hjá rørsluni Hiz
bollah í Libanon. Bardag
arnir vardu 34 samdøgur,
og hesar dagarnar sendi
Hizbollah 4000 rakettir
inn í Ísrael, sum bumbaði
Libanon
afturfyri.
Nú
skipar Hizabollah fyri ein
ari framsýning frá bardøg
unum. Framsýningin er á
einum savni beint sunnan
fyri Beirut, og Hizbollah
dylur ikki fyri, at eftir
hennara tykki vann hon
bardagarnar ímóti Ísrael.
Tí verða ísraelsku her
menninir háðaðir, og tað
ber til at keypa videospøl,
har tað ber til at skjóta
ísraelskar hermenn og
stríðsvognar.
Eingin stjórn
Fyri hálvum triðja mánað
síðani var tjóðartingsval í
Belgia, men enn hevur
landið ikki fingið nýggja
stjórn.
Teir
kristiligu
demokratarnir vunnu val
ið tann 10. juni, men for
maður
teirra,
Yves
Leterme, noyddist í gjár
at boða Albert kongi frá,
at hann fær ikki meiriluta
fyri einari nýggjari stjórn.
Ein orsøk er, at teir kristi
ligu demokratarnir eru úr
tí flamska partinum av
Belgia. Teir krevja størri
sjálvræði, men tað vil
tann franski parturin ikki
góðtaka. Nú skal kongur
so tilnevna ein annan sam
ráðingarleiðara.
Vorðið
sum bót
Finski ríkiskassin gjørdi
kvetti, tá ein svenskur
miljóningur
endaði
í
einari av teimum sokall
aðu ferðfellunum nú um
dagarnar. Svenski ríkmað
urin koyrdi 67 kilometrar
um tíman á einum vega
teini, har hámarksferðin
er 30 kilometrar, og fyri
tað fekk hann 20.500
evrur ella150.000 krónur
í bót. So nógv skal hann
tó neyvan gjalda. Í 2001
fekk ein av Nokiastjór
unum 800.000 krónur í
bót fyri at koyra ov skjótt,
men bótin endaði niðri á
44.000 krónum.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Myndugleikarnir vilha hava námið stongt,
og tað geri eg. Eg fari ongantíð aftur higar
(Robert Murray)
útlond
Bretar eru skelkaðir
av tilburðinum í
Liverpool, har ein
ellivu ára gamal
drongur bleiv skotin
og doyði
Tann 11 ára gamli Rhys
Jones og tveir javnaldrar
spældu fótbólt á einum
parkeringsplássi uttan fyri
vertshúsið Fir Tree Pub
fyrrakvøldið, tá ein størri
drongur kom yvir til teirra
og skeyt trý skot. Eitt av
skotunum rakti Rhys Jones
í nakkan, og hóast hann
bleiv fluttur á sjúkrahús
beinanvegin, doyði hann
lítla løtu seinni í ørmunum
á mammu síni.
Drápið hevur skelkað
Bretland. Gordon Brown,
forsætisráðharri, fordømdi
tað.
Hetta er ræðuligt og
hevur skelkað land okkara.
Vit mugu finna teir, sum
gjørdu hetta, og teir skulu
takast og revsast fyri hetta
brotsverkið, segði Gordon
Brown við Sky News í
gjár.
Drongurin, sum skjeyt
Rhys, hevði okkurt fyri and
litið, men løgreglan í Liver
pool vónar at fáa onkrar
upplýsingar frá fólki í
umhvørvinum, sum kunnu
hava sæð ella hoyrt eitt ella
annað. Samstundis hevur
løgreglan lovað at verja øll,
sum
kunnu
koma
við
avgerandi upplýsingum.
Rhys Jones var íðin við
haldsmaður hjá fótbóltsfe
lagnum Everton, og Tim
Cahill, sum er ein av stjørnu
spælarunum hjá felagnum,
er sera harmur um tað, sum
er hent.
Eg skilji ikki, at nakar
skal fáa seg til at skjóta ein
smádrong, sum spælir fót
bólt saman við sínum vin
monnum, sigur Tim Cahill
við Sky News.
Drápið var í býarpartinum
Croxteth, sum hevur verið
plágaður av harðskapi, og
summi halda, at drápið
hevði samband við, at alt
samt fleiri ungir dreingir í
bretskum býum taka seg
saman í bólkar, sum skipa
fyri ymsum brotsverkum.
Tey, sum kenna til hetta
umhvørvið í øðrum býum,
siga, at tað kann hugsast, at
tann ungi drongurin myrdi
Chris, tí hann skuldi vísa,
at hann er førur fyri at gera
slíkt. Morðið var tí kanska
ein upptøkuroynd.
Kemur einki lívstekin
frá teimum inni
stongdu námsarbeiðs
monnunum í Utah í
dag, steðgar leitingin
Hetta verður tann seinasta
boringin. Hoyra vit einki
lívstekin ígjøgnum holið,
fáa vit ikki gjørt meiri,
sigur Robert Murray, sum
eigur vanlukkunámið við
Crandall Canuon í ameri
kanska statinum Utah.
Tann 6. august var ein
lítil harðskjálvti í økinum,
og seks arbeiðsmenn, sum
vóru niðri í kolanáminum,
vórðu stongdir inni. Síðani
hava bjargingarlið roynt at
fáa samband við teir, og
royndirnar hava higartil
kostað trimum bjargingar
monnum lívið. Royndin,
sum byrjaði í morgun, er
tann sætta og samstundis
eisini tann seinasta.
Teir seks menninir vóru
meiri enn 600 metrar undir
jørð, tá jarðskjálvtin stongdi
teir inni, og serfrøðingar
siga, at tað eru at kalla
ongar vónir um at finna
menninar
aftur
á
lívi.
Robert Murray ásannar, at
hann hevur heldur onga vón
um at finna menninar aftur
á lívi, og eina avgerð hevur
hann tikið.
Námið verður stongt, og
eg fari ongantíð aftur higar,
segði hann, tá tann seinasta
bjargingarboringin byrjaði í
morgun.
Rhys bleiv 11 ára gamal
Gera seinastu roynd í dag
Rhys Jones bleiv skotin, meðan hann spældi fótbólt saman við vinmonnunum
Avvarðandi hjá teimum seks
námsarbeiðsmonnunum
fáa eina frágreiðing um
bjargingararbeiðið