fríggjadagur 24. august 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 • 24. august 2007
Vikuskifti 19
Nær miðbýnum í Havn finnur tú hesa
frálíku ogn, ið tó liggur so mikið
burturfrá, at tú so at siga hevur óspiltu
náttúruna í garðinum.
Fyrsta fatanin – uttan og innan
Uttan um húsið er grivið upp, og
tað tykist nakað rokaligt, tí nakrar
broytingar eru við at verða framdar.
Lat teg bara ikki styggja burtur, tí
her er talan um bæði góðsku og
dygd. Talan er um eini sera væl bygd
Norðseturhús, har ið einki er spart,
tá talan er um handverk og tilfar, ið
kann økja trivnaðin og nøgdsemið.
Har eru vakrar og sterkar hurðar og
sprossavindeygu úr mahogni við orku
glasi, plankagólv úr ask, ventilatións
skipan o.s.fr.
Ljós og luft – inni og úti
Húsini standa innast í Perskonugøtu,
so stutt er oman í býin og til handlar,
dagstovnar, skúlar o.a. nærhendis.
Hinvegin liggur ognin við friðað øki, so
tú fært óspiltu náttúruna sera nær, og
tú kanst ganga millum býlingarnar eftir
hugnaligum gøtum. Nógv vindeygu eru
í húsinum, so allastaðni, har ið frítt er
fyri, kanst tú standa inni og njóta vakra
útsýni yvir landslagið og yvir býin.
Innrætting, stílur og snið
Tá tú kemur til úthurðina kanst tú velja
at fara beint inn í hjallin, víðari inn í
grovkøkin og harfrá heilt inn í køkin /
alrúmi. Hinvegin kunnu gestirnir fara
gjøgnum høvuðsdyrnar inn í durin,
víðari inn í gongina og inn í restina av
húsinum. Baðirúm er bæði í erva og í
neðra, og frálíku trappurnar bera teg
lættliga upp og niður í húsinum. Stóra
alrúmið og stóra stovan geva gott
pláss og trivna til húsfólk og til gestir,
og hyggur tú út, er ljós og luft og nakað
av útsýni. Fert tú upp í ovastu hædd,
er hugni og tryggleiki á stóra kvistinum
og í stóru hugnaligu kømurunum við
skrálofti. Baðirúmi í erva hevur bæði
gosbað og brúsu. Nóg mikið av plássi
er til stóru familjuna ella til ta lítlu
við nógvum virksemi. Her kunnu allir
aldrar vera, tí niðast er hugnalig og
snotilig íbúð í gerð, ið stóru børnini
kunnu nýta, ella tú kanst fáa ískoyti til
húsaleiguna við at leiga út.
Kjallarin
Trappa og niðurgongd er úr
miðhæddini til niðastu hædd, og
inngongdina aftanfyri kann húsfólkið
nýta. Har er snøgt fýrrúm og kjallarúm,
ið kann nýtast til mangt og hvat, og til
at goyma tað ónýtiliga í. Inngongdin
frammanfyri er til snøggu íbúðina, ið
er í gerð, og hon er eins væl bygd,
sum restin og væl vard við gipsplátum
innan móti eldi og ljóði.
FAKTA
Húsini eru í 3 hæddum – niðasta á 95
fermetrar, miðhæddin á 100 og ovasta
á 85 fermetrar – í alt 280 fermetrar.
Grundøkið er 437 fermetrar. Byggiár:
2001. Í miðhæddini er inngongd, hjallur,
grovkøkur / vaskirúm, køkur / alrúm
/ borðsstova, durur, gongd, baðirúm,
borðsstova / stova, trappugongd upp/
niður. Í ovastu hædd er trappugongd /
alrúm / stova, stórt hjúnarrúm, 2 kømur
og baðirúm við gosbað og brúsu. Í niðastu
hædd inngongd, fýrrúm / kjallararúm og
sjálvstøðug íbúð í gerð. Har er inngongd,
køkur, stova, gongd, baðirúm og kamar.
Húsini standa í veðurgóðum, hugnaligum
og náttúruvøkrum umhvørvi nær
miðbýnum. Friðað øki er omanfyri og stutt
er til dagstovnar, skúlar, Handilsskúlan,
Sjúkrahúsið, handlar o.m.a. Húsini verða
seld, um hóskandi boð fæst. Meira fæst
at vita hjá Inni – tel. 354200 ella
á heimasíðuni www.inni.fo
Dygdarhús í býarumhvørvi við bygdadámi