Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 163 - 24. august 2007 Tað er ikki á hvørjum degi ella á hvørjum ári, at sethús verða bygd í Funningsfirði. Í løtuni stendur eitt í gerð og óhugsandi er ikki, at onnur sethús koma seinni Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Í Funningsfirði: Ovarlaga í bygdini eru tveir mans til arbeiðis – Heri Pállsson og Jákup Andrias Joensen. Teir hava átikið sær at stoypa og inniloka tey fyrs­ tu sethúsini í bygdini í alt ov mong ár. Í roynd og veru eru liðin meiri enn 20 ár, síðani bygd­ arfólkið seinast kundi fegn­ ast um hetta. Men nú kemur vónandi vend í. Hesi nýggjastu sethúsini í Funningsfirði liggja sera væl fyri, lætt atkomulig og hava eitt avbera gott útsýni oman yvir bygdina og fjørðin. Tey eru umleið 200 fer­ metrar til støddar, tá bil­ húsið er íroknað. ­ Vit stoyptu húsini í vár og arbeiða nú við at inniloka tey. Men tað er kortini eing­ in tíðarfreist sett á, nær tey skulu verða liðug, sigur Heri. Henda dagin vit vitjaðu arbeiðsplássið, vóru teir í ferð við at gera sperrurnar klárar. Tær verða gjørdar úr russiskum viði. Ætlanin er at húsini skulu standa inni­ lokað seinni í heyst. Beint við síðuna av hesum húsunum er eitt annað grundøki byggi­ búgvið. Um stutta tíð kemur helst eitt hús at standa her eisini. Størri arbeiðir Teir báðir, Páll og Jákup Andrias hava havt fleiri onnur arbeiði – og hava onnur arbeiði, ið liggja og bíða eftir teimum. ­ Vit hava úr at gera, siga teir báðir við Sosialin. Teir hava fyri tað mesta gjørt ymisk arbeiði í Eystur­ oynni, millum annað hava teir smíðað fleiri hús, men teir hava eisini arbeitt í Havn. Sum skilst ætla teir sær hereftir at leggja størri dent á stoypiarbeiðir. Teir hava júst keypt sær forskalling, og umhugsa at keypa ein kranabil í hesum sambandi. Hinvegin arbeiða teir við tankanum um at kunna bjóða uppá onnur arbeiði. Hetta skal eftir ætlan gerast saman við tveimum øðrum monnum, soleiðis at teir hereftir verða fýra um eitt arbeiði. ­ Á henda hátt kunnu vit bjóða okkum fram at gera størri arbeiði, siga Páll og Jákup Andrias. Hugaligt at hoyra hamarsløg aftur Nú kemur vend í Fyri funningsfjarðarfólk man tað kennast hugaligt og menn­ andi, at hamarsløgini aftur eru farin at gella í bygdini. Hetta skuldi verið besta tekin um at bygdini verður lív lagað, eisini í framtíðini. Gongdin hevur annars verið júst tann øvugta. Hetta veit bygdarfólkið og hetta prógva eisini hagtølini yvir fólkatalið í Føroyum. Staðfestast kann, at síðani 1989 er fólkatalið minkað javnt og samt. Hetta árið vantaði bara eitt fólk í at fólkatalið rakk teimum eitthundrað. Síðani hevur bara gingið skeiva vegin, tí seks ár seinni var fólkatalið minkað við meiri enn einari helvt: Í 1995 vóru einans 48 íbúgvar í Funningsfirði. Tíbetur vendi gongdin, og í dag er fólkatalið kvinkað nakað uppeftir. Tí munnu teir 64 íbúgvararnir fegnast um at sethús aftur verða bygd her. Ein teirra, Michael Pattinson sigur, at hann vónar at vend nú fer at koma í. ­ Bygdin liggur væl fyri, mitt í meginøkinum og hevur enntá ein bygdarskúla. Tí er tað sera harmiligt, at tað unga fólkið flytur av bygdini. ­ Nú vóni eg, at vend fer at koma í. Jú, tað er gott, at lív fer aftur at koma í bygdina, sigur hann í stuttum viðtali. Teir báðir Heri Pállsson (vinstrumegin) og Jákup Andrias Joensen arbeiða við hesi fyrstu sethúsini, sum verða bygd í Funningsfirði síðani miðskeiðis í 80’unum Mynd: Snorri Brend Eini sethús eru longu í ferð, og óhugsandi er ikki at farið verður undir tey næstu einaferð í framtíðini, beint undir liðini á hinum fyrr. Økið her er væl egnað til uppaftur fleiri grundøki. So hvør veit – kanska fer bygdin at vaksa munandi aftur Mynd: Snorri Brend Bygdin liggur væl fyri, mitt í meginøkinum og hevur enntá ein bygdarskúla. Tí er tað sera harmiligt, at tað unga fólkið flytur av bygdini (Michael Pattinson í Funningsfirði) ”