fríggjadagur 24. august 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 163 - 24. august 2007
tíðindi
Fleiri enn túsund
áhoyrarar vóru
komnir saman, tá
Fjarðafestivalurin fór
av bakkastokki við fleiri
góðum framførslum, ið
óvanliga góðum karmum
Umrøða
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Fyrsta kvøldið á Fjarðafesti
valinum var væleydnað við fleiri
enn túsund
áhoyrarunum, ið tyktust at hugna
sær í teimum frálíku kørmunum,
ið Keldan er. Hetta kvøldið var
sambært Vinjardi Johansen,
fyrireikarar fyrst og fremst ætla
teimum, ið vanliga ganga á møti
og í kirkju, sjálvur rópti
fyrireikarin hetta eitt gospel
sangkvøld, men tað hevði
ivaleyst verið líka sigandi at kalla
tað eitt sangmøti. Bróðurparturin
av bólkunum løgdu upp til
felagssang, og í nógvum førum
var stórskíggin, sum annars hýsti
Føroya Banka
lýsingum, nýttur til at varpa upp
tekstin í løgunum, og hetta
eydnaðist væl sangurin ljómaði
inniliga, tá Føroya best syngjandi
áhoyrarafjøld livdi við í
framførslunum.
Fyrireikararnir fegnast um,
hvussu væl kvøldið hevði gingið.
Tey 250 starvsfólkini gjørdu øll
sítt arbeiði til lítar, verður boðað
frá.
Í fjør var skráin nakað seinkað,
men henda
trupulleika hevði
Fjarðafestivalurin loyst í ár.
Bill Justinussen hevði tikið
sær eina løtu burturi frá
politiska meldrinum og stýrdi
pallinum við eini harðari
hond, so skráin var hildin. Í
kvøld skilst, at onkur annar
skal røkja henda leiklut,
men tað er at vónað, at tað
gongur eins væl sum hjá
Bill.
Øðrvísi upplivingar
Útlendsku nøvnini
Charizma, Jerusalem, Trond
Erics og teir tveir agentarnir frá
CAA lendu í gjár og eftir ætlan
lenda amerikonsku stjørnurnar
Pillar um tað mundið at hetta
blaðið kemur í handlarnar, og
hesi nøvn fara saman við eini
ørgrynnu av føroyskum nøvnum
at bjóða okkum upplivingar, ið
uttan iva verður heldur øðrvísi,
enn tær vit upplivdu fyrsta
kvøldið.
Túsund fólk á Fjarðafestivali
Fólk savnaðist frammanfyri pallin, tá VOX sang
Mynd: Álvur Haraldsen
Bæði ung og gomul vóru komin saman, tá Fjarðafestivalurin fór av
bakkastokki.
Mynd: Álvur Haraldsen
Karmarnir í Kelduni eru framúrskarandi til tílík
tiltøk
Mynd: Álvur Haraldsen