Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-24, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 24. august 2007 31 tíðindi Fjarðarfestivalurin læt upp við Lisu Frederiksberg. Hetta er ein stór uppgáva, kanska ov stór fyri dámligu songkvinnunan av Strondum. Ummæli Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Lisa Frederiksberg av Strondum og bólkur hennara áttu heiðurin at lata Fjarðafestivalin upp. Tey løgdu bleytt fyri við eini hittparadu, av kendum kristiligum sangum. Tað er sjálvandi ein stór uppgáva at lata ein festival upp, og hetta tyktist eisini at nerva framførsluna nakað. Hevði Lisa havt líka stóra innliving í sangin, sum hon hevði í sínum vitnisburðum ímillum løgini, hevði talan verið um eina sera inniliga framførslu. Við bivandi rødd Ofta hoyrdist veruliga, at songkvinnan manglaði neyðugu orkuna og røddin tyktist nærum bivandi í støðum. Um hetta komst av ringum sangformi, manglandi innliving ella nervum er trupult at siga. Men ofta hevði tú kenslu av, at hon ikki ordiliga sang ígjøgnum. Tað var ikki fyrr enn hon kom til nøkur friðarlig løg móti endanum av framførsluni, at hon veruliga vísti innliving. Henda hvarv tó í stóran mun aftur, tá hon endaði við nøkrum rokkløgum, ið veruliga vístu hennara veikleikar. Bólkurin var ikki av teimum bestu, og á nógvan hátt minti framførslan um eitt møti, har nøkur fólk við einum boðskapi fóru á pall fyri at bera henda boðskap fram, men hetta kundi verið gjørt meira sannførandi. Magna dámar at vera kontri, og Magni Christistiansen dugur at vera kontri, tí er tað eisini stuttligt at hoyra Magni Christiansen spæla kontri. Ummæli Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Magni Christiansen var næstur á pallin í Kelduni, og hóast talan í stóran mun var um sama bólk, sum hevði spælt við Lisu Frederiksberg, so var bólkurin sum ein heilt annar. Trummuleikarin var skiftur út, og Anfinn Jacobsen var komin í hansara stað, hetta gjørdi undurverk, botnurin hekk saman, og bassleikarin kom til sín rætt, og vísti seg faktiskt at vera heilt habilur. Gittarsnillingurin Rúni Eysturlíð kom eisini á pallin. Hann lyfti allan bólkin við sínum frálíka kontri spæli og týðuligu spæligleði í smittaði. Men tað kemst ikki uttanum, at tá vit tosa um stjørnugóðsku, so hevur Magni munin á Lisu. Hann spælir útum pallkantin og fær alt fólkið. Fólkið sang Serliga frálíkt var, at hoyra løg av nýggjastu fløguni hjá Magna “Við Vegin”. Mítt persónliga hæddarpunkt var tó tulkingin hjá Magna av gamla klassikarin I’ll Fly Away, tá allur salurin sang við, tað er ótrúligt so væl fólk á Fjarðafestivalinum syngja, áskoðara sangurin ljóðaði sum eitt lekkurt sangkór, hetta var fyrstu ferð á kvøldinum at sangurin veruliga rómaði millum áskoðararnar, men als ikki síðstu ferð. Magni hevur stóra innliving og tað var stuttligt at síggja hvussu nógv hann hugnaði sær. Magni elskar eftir øllum at døma kontri, og hetta telur sera nógv. Lisa Frederiksberg legði trilvandi fyri Magni er kontri Hon var best í teimum friðarligu løgunum, Lisa Frederiksberg Mynd: Álvur Haraldsen Magni Christiansen spælir kontri av hjarta og sál Mynd: Álvur Haraldsen