Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-24, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 163 - 24. august 2007 tíðindi Tað er altíð smittandi, tá listafólk á pallinum meina tað, og hjarta var við í framførsluni hjá hjúnunum Beintu og Inga Jacobsen Ummæli Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Ingi við kassagittara og Beinta við síni rødd, sum er heilt víst er betri enn meirilutin, fóru á pall framman fyri eini rættiliga stórari mannfjøld í Kelduni. Teirri inniligheit var stór, og tú vart ikki í iva um, at hetta vóru tvey listafólk, ið meintu tað og høvdu hjartað við. Hetta vann eisini á áhoyrarafjøldini og gjørdi upplivingina serliga. Á onkran hátt tyktist framførslan tó løgin. Nógv av løgunum vóru nokk mest rokkløg og virkaðu sera nakin í hesi sera einføldu útseting, ið vanliga verður nýtt til singer/songwriter løg. Spældi el á ein kassa Fyrrverandi Flux og Braquet bassleikarin Ingi tyktist ofta at rokka dekan ov nógv á kassagittaranum, tyktist sum ein maður, ið roynir at spæla el-gittar á ein kassagittar. Hetta gongur í veitslulagi ella sum eitt lítið innslag í eini størri skrá, men tað virkaði eitt sindur for nakið og sum um okkurt manglaði, tá tað varð servera í so stórum mongdum sum á Fjarðafestivalinum. Tó so, hjartaligheitin hevði nógv at siga, og bjargaði hetta framførsluni frá at gerast ov løgna, og tað gjørdist ongantíð keðiligt. Framførslan var dominerað av lániløgum, men tey megnaðu veruliga at gera løgini síni egnu. Vitin legði ikki skjól á hvør teirra uppgáva á Fjarðafestivalinum var, á stórskíggjanum aftan fyri bólkin var skipað fyri stórum felags karaoke.Fólk vórðu biðin um at stilla seg upp, og so sang allur salurin við í teimum báðum fyrstu løgunum, síðan sang bólkurin nøkur løg sjávur, og hetta var stak hugnaligt. Vitin er ein sangbólkur og hóskar seg best til møtir, men hetta ger kanska ikki so nógv á Fjarðafestivalinum hóskvøld, tí tiltakið var í stóran mun álíkt ein sangmøti. Teir tríggir oddamenninir vóru sjarmerandi á ein sera lítið stjørnukendan hátt. Fitt og dámligt á allan hátt. nud Beinta og Ingi meintu tað Beinta og Ingi høvdu eina hjartaliga framførslu, ið vann hjørtu í Skálabotni Mynd: Álvur Haraldsen Felagssangur við Vitanum Vitin skipaði fyri felagssangi og ongantíð minti Fjarðafestivalurin meira enn eitt møti enn hesa løtuna Mynd: Álvur Haraldsen