fríggjadagur 24. august 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 - 24. august 2007
33
tíðindi
Seinast á pallin hóskvøldið
var VOX, sum hevði eina
góða framførslu, hóast
nakrir ljóðtrupulleikar
vóru
Ummæli
Oddur á Lakjuni
planet@sosialurin.fo
Seinast á pallin hóskvøldið kom
gospelkórið VOX úr Eysturoynni.
Tað var ikki meira enn at ungu,
vøkru fólkini sóðust í
mjørkanum, sum roykmaskinan
blásti uppá innipallin í Kelduni
hesa løtuna. Kórið sjálvt er átjan
sangarar, og afturat sær høvdu
tey tónleikarar, m.a. vóru fyri
fyrstu ferð blásarar við.
Tey framførdu
gospeltónleik, soleiðis, sum vit
kenna hann. Popput gospelkór,
ofta við løttum, funkutum
tónleiki.
Ringt ljóð
Ljóðið var ikki alla tíðina gott.
Fyrstu sangirnir vórðu ofraðir í
royndini hjá ljóðmanninum at fáa
tað at ljóða betri. Fyrsta røddin
hoyrdist illa, og ljóðið sum heild
leyp saman.
Tað batnaði tó nakað.
Ljóðblandið bleiv betri, men tað
tyktist, sum um tað ongantíð
bleiv ordiliga gott inni í
rúminum. Men tá ið tey fóru yvir
í meira friðarligu sangirnar,
hoyrdist, at kórið veruliga syngur
væl. Bólkurin spældi eisini væl –
serliga lá væl fyri hjá ungu
monnunum, sum spældu gittar og
bass.
Allir tekstirnir vóru á enskum
og vóru typiskir amerikanskir
lovsongstekstir, við nógvum
endurtøkum; soleiðis, sum tað
plagar at vera til tílíkan tónleik.
Og allir vórðu teir varpaðir uppá
ein stórskíggja.
Tey framførdu sjey sangir,
tveir av hesum høvdu tey
ongantíð framført fyrr. Onkur
heilt kendur gospelsangur var
eisini við. T.d. kendi sangurin
”Leave It There”, sum tey eisini
hava sungið saman við Ettu
Cameron. Kórleiðarin Ásbjørn
Bertholdsen sang sjálvur solo í
hesum sanginum.
Blásarar
til sín rætt
Eisini sungu tey ”looking Out
For Me” hjá Kirk Franklin. Í
hesum sanginum komu blásarnir
veruliga til sín rætt. Her lærdi
Ásbjørn eisini áhoyrarnar at
syngja fleirraddað við í
niðurlagnum.
VOX eru eini 30 ung fólk, og
tað er nattúrligt, at teimum
dámar væl, tá ið tað er lív í og er
stuttligt. Men tað var serliga í
friðarligu sangunum, tá dentur
var á sjálvum kórsanginum, at
tað hoyrdist, at tað var góðska í.
Ein konsert, sum VOX, hóast
ljóðtrupulleikar, sluppu væl frá.
Gott VOX
hóast alt
VOX spældu og sungu hart, men tað
var serligaí friðarligu løgunum, at
góðskan á kórinum kom til sjóndar
Mynd: Álvur Haraldsen