fríggjadagur 24. august 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
[ Nr. 163 - 24. august 2007 ]
Góðar
vónir til
Katrin
Heimsmeistara
kappingin í
rógving byrjar í
München sunnu
dagin, og her
eru føroyska
Katrin Olsen og
Juliane Elander
Rasmussen,
sum manna
danska lættvekt
dupultscullaran,
millum stóru
favorittarnar
RÓGVING
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Stórur partur av danska
landsliðnum í rógving
hevur síðstu vikurnar
verið á venjingarlegu í
Eysturríki, har tey hava
fyrireikað seg til HM-
kappingini, sum byrjar
í München sunnudag-
in.
Ein av rógvarunum á
danska landsliðnum er
føroyska Katrin Olsen,
sum mannar danska
lættvekt dupultscullar-
an saman við Juliane
Elander
Rasmussen.
Kappingin í júst hesum
bátaflokkinum
hevur
verið hørð í millum
donsku rógvararnar, og
tí hevur landsliðsvenj-
arin roynt fleiri saman-
setingar. Samansetingin
við Katrin Olsen og
Juliane Elander vísti
seg at vera tann sterk-
asta, og í teimum báð-
um World Cup-kapping-
unum, sum Katrin og
Juliane hava róð saman,
er tað blivið til gull í
báðum førum.
Nú stendur so HM-
kappingin fyri framm-
an, og danir hava sera
góðar vónir til tær báð-
ar kvinnurnar umborð
á lættvekt dupultscull-
aranum. Og kvinnurnar
sjálvar hava eisini góð-
ar vónir.
- Sjálvt um okkara
kappingarneytar
eru
sterkir, so fara vit eftir
at vinna heiðursmerki,
og ongantíð betur, um
hetta verður av gulli,
siga tær báðar.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Mjørkadals Ítróttar
felag skipar um viku
skiftið fyri fimtu MIF
Top Run renningini,
har luttakararnir
skulu renna niðan á
Sornfelli
RENNING
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.of
Fimta árið á rað hevur
Mjørkadals
Ítróttarfelag
gjørt av at skipa fyri renni-
kapping niðan á Sornfelli.
Teinurin, sum rennast skal,
er 9,8 kilometrar til longdar,
og rennararnir leggja út
niðri við Statoilstøðini í
Kollfjarðardali, og so verð-
ur runnið allan vegin niðan
á Sornfelli.
Rennararnir byrja í á leið
70 metra hædd, og tá teir
koma á mál, eru teir heilt
uppi á knøppum 700 metr-
um, so hetta er ein rættiliga
strævin túrur í harðari mót-
brekku.
Renningin er annars býtt
upp í fýra bólkar – tveir hjá
monnum og tveir hjá kvinn-
um. Hjá kvinnum er tað
soleiðis, at kvinnur yvir 40
ár eru í einum bólki, meðan
kvinnur undir 40 ár eru í
hinum bólkinum. Og júst
tað sama er eisini galdandi
hjá monnum. Leggjast kann
afturat, at trý tey fremstu í
hvørjum bólki fáa heiðurs-
merki, meðan allir luttakar-
arnir fáa diplom.
Sum sagt, so er hetta ein
rættiliga strævin teinur, og
tann maðurin, sum hevur
runnið teinin skjótast, er
Sigurd Justinussen, sum
kom á mál í tíðini 45 min.
02 sek. í 2005. Bjørk Herup
Olsen hevur runnið teinin
skjótast
av
kvinnunum.
Hetta var í fjør, tá hon kom
á mál við tíðini 54 min. 33
sek. Fyrireikararnir siga
annars, at túrurin kann taka
úti við hálvanannan tíma.
Tey, sum hava hug at taka
lut í kappingini, kunnu
melda seg til á www.renn.
fo. Tað er tó eisini møguleiki
fyri at eftirtilmelda seg und-
an kappingarbyrjan leygar-
dagin. Henda tilmelding fer
fram, har kappingin byrjar
millum kl. 13.30 og 14.45.
Kappingin byrjar kl. 15.00.
Fyriskipararnir siga eis-
ini, at øll eru vælkomin til
kappingina.
Tað gongur avbera
væl hjá føroysku
ÍSBsvimjarunum,
sum í hesum døgum
luttaka í HM í Belgia.
Eftir fyrstu tríggjar
dagarnar hava tey
bæði sett fimm
føroysk met
SVIMJING
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fyrr í vikuni var frammi
her í blaðnum, at teir báðir
føroysku ÍSB-svimjararnir,
sum í hesum døgum taka
lut
í
HM-kappingini
í
belgiska býnum Gent, fingu
sera góð úrslit á fyrsta deg-
num, har Ragnvaldur Jensen
m.a. setti tvey nýggj før-
oyskt met.
Nú eru tveir kappingar-
dagar farnir fram við síðani
góða fyrsta dagin í kapp-
ingini, og úrslitini eru enn
góð hjá Ragnvaldi Jensen
og Apoloniu Justesen. Miku-
dagin
skuldi
Apolonia
svimja
tvær
kappingar,
nevniliga 50 m firvald og
200 m blandað svimjing, og
her gekk væl. Í 50 m firvald
kom hon á mál í tíðini 44.62
sekund, og var hetta nýtt før-
oyskt met.
Løtu seinni kappaðist
hon í 200 m blandað svimj-
ing, og við tíðini 3:58.47
svam hon sína næstbestu
tíð nakrantíð.
Ragnvaldur skuldi eisini í
hylin tvær ferðir henda
dagin. Fyrst svam hann 100
m frí og kom á mál við
tíðini 1:06.97, og løtu seinni
skuldi hann svimja 200 m
bringu. Her kom hann á
mál í tíðini 3:13.27, men
hvørgin av hesum tíðunum
rakk til føroyskt met.
Sjálvt um tíðirnar miku-
dagin vóru góðar, so rakk
eingin av teimum báðum
føroyingunum eitt pláss í
finaluni.
Hósdagin skuldi tey bæði
svimja í einari kapping
hvør, og í báðum førunum
megnaðu tey at seta føroyskt
met.
Apolonia Justesen luttók
í kappingini 400 m frí, og
hon setti nýtt føroyskt met
við tíðini 6:32.19. Løtu
seinni setti Ragnvaldur eis-
ini føroyskt met á 50 m frí
teininum við tíðini 28.51
sekund, men heldur ikki
hesa ferð megnaði nakar
teirra at koma í finaluna.
Í dag skulu tey bæði aftur
taka lut í einari kapping
hvør, og sagt verður úr
Belgia, at tey hava góðar
vónir aftur í dag. Tey vóna,
at svimjararnir fara at koma
í finaluna í hesum kapping-
unum, men hetta verður
sjálvandi ikki lætt, tí støðið
í kappingini er sera høgt.
Sjálvt um svimjararnir
bert eru komnir í eina
finalu, so hava úrslitini tó
verið sera góð hjá svimjar-
unum. Í teimum níggju
kappingunum,
sum
tey
bæði hava tikið lut í, er tað
blivið til fimm føroyskt
met.
Fleiri føroysk met í Belgia
Apolonia Justesen (myndin)
og Ragnvaldur Jensen hava
sett fimm føroysk met í HM-
kappingini í Belgia.
Rennikapping
niðan á Sornfelli
Árliga renningin niðan á
Sornfelli, sum Mjørkadals
Ítróttarfelag skipar fyri,
verður á skránni leygardagin.
Rennararnir skulu renna
frá Statoil-støðini í
Kollfjarðardali og niðan á
Sornfelli.
Mynd: Álvur Haraldsen