fríggjadagur 24. august 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 163 - 24. august 2007 ]
Ervi í
Vági
Botnbrakið í Vági sten
dur millum VB/Sumba
og
AB,
men
sum
stigatalvan sær út, er
tað helst meira enn
ivasamt, hvørt dysturin
fær nakran týdning fyri
niðurflytingarstríðið.
Góðu úrslitini hjá KÍ
seinnu umførini hava
veruliga
lagt
sjógv
niður til botnin, og hag
tølini tosa sítt týðiliga
mál um, at klaksvíkingar
longu nú eru mest sum
vísir 7í Formulases
sinum
til
komandi
kappingarár.
-mørk
Bronsuna
at spæla
fyri
Bæði í Gøtu og á Skála
hava útiliðini bronsuna
at spæla fyri. HB og
EB/Strymur eru ájøvn í
stigum, men munurin
upp til tey bæði odda
liðini tykist somikið
stórur, at tað verður
sera trupult at gera nak
að við hesi. HB vísti tó
í fjør, at eisini stórur
munur kann vinnast
aftur, og so leingi tað á
pappírinum er gjørligt,
so vilja bæði teir og
EB/Streymur
helst
stríðast fyri at nærkast
teimum báðum fremstu.
HB vann fyrr í ár
greiðan sigur á Skála,
og tó at GÍ hevði nógv
trýst, tá teir spældu hei
madyst móti EB/Strey
mi, so endaði tað ta
ferðina við, at gestirnir
fóru avstað við øllum.
-mørk
Formula-deildin
Dagur
Dystur Dómari
26.08
B36KÍ Petur Reinert
26.08
GÍEB/S Eiler Rasmussen
26.08
HBSkála Lars Muller
26.08
B71NSÍ Jens Petur Brattalíð
26.08
VB/SAB Dagfinn Olsen
1. deild
25.08
LÍFSÍ Eugen Voda
25.08
TBÍF Jens Petur Brattalíð
25.08
HBB68 Jan Skoradal
25.08
FSV04NSÍ Høgni Hansen
25.08
B36KÍ Rói Jacobsen
1. deild kvinnur
26.08
KÍGÍ Hagbard Joensen
26.08
B36AB Rói Jacobsen
26.08
NSÍEB/S Alex Troleis
Dystaryvirlit
Klaksvíkingar,
sum hava fingið
fult í fýra av fimm
teimum seinastu
uppgerðunum, skulu
royna at fáa bóltin
í málið hjá teirra
egna bygdarmanni,
sum stýrir B36 ímóti
gullinum
B36-KÍ
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Hýrurin var ikki góður, tá
ið B36 sunnudagin 17. juni
fór av Argjum og aftur í
Gundadal. Í síðstu løtu
hevði
fyrrverandi
B36
verjuspælarin Fróði Clem
entsen skorað sigursmálið
fyri AB, sum vann 21. Síð
ani hevur B36 spælt seks
landskappingardystir, teir
hava fingið átjan stig, og
einki mál er farið ígjøgnum
hjá Jákupi Mikkelsen.
Eg haldi, at vit hava
verið
rættuliga
profes
sionellir. Vit hava ikki spælt
væl hvørja ferð. Eitt nú
móti VB/Sumba var 1.
hálvleikur vánaligur, men í
2. hálvleiki megnaðu vit at
fáa málini, sum bóru øll
stigini við sær, og nú eru vit
oddalið,
staðfestir
B36
málverjin Jákup Mikkelsen,
sum nú er búsitandi í
Klaksvík og fleiri ferðir um
vikuna koyrir til Havnar at
venja við B36.
Í seks dystir ella í 540
minuttir
umframt
eyka
leiktíðina hevur Jákup ikki
verið í meskunum eftir
bóltinum. Spurningurin er
nú,
um
hansara
egnu
bygdarmenn fara at megna
tað, sum seks tey seinastu
mótstøðuliðini ikki hava
megnað.
Um vit spæla upp til
okkara besta, so eiga vit at
vinna. Men tapið á Argjum
var dømi um, at vit eisini
kunnu tapa ímóti øllum. Vit
høvdu nógva vindin ímóti í
1. hálvleiki, og tá kom einki
mál.
Miðskeiðis
í
2.
hálvleiki skoraðu vit, og so
var hugburðurin ivaleyst,
at hetta fór at ganga undan
vindinum. Vit slakaðu av,
og tað var dýrt keyptur
lærdómur fyri okkum, tá ið
teir skoraðu tvær ferðir,
staðfestir Jákup Mikkelsen.
Landsliðsmálverjin, sum
í síðstu viku fylti 37, kennir
seg vera væl fyri, men
honum líkt so vísir hann á
viðspælararnar
og
liðfelagarnar annars, tá ið
tosið fellur á orsøkir til, at
einki mál er farið ígjøgnum
í seks dystum.
Vit spæla við so at siga
sama liði hvørja ferð. Nú
eru onkrir á markinum at
fáa leikbann, men tíbetur
eru vit slopnir undan ál
varsligum skaðum. Síðani
Fróði Benjaminsen varð
fluttur aftur í miðverjuna,
havi eg fleiri ferðir verið
mest sum arbeiðsleysur.
Hann og Herbert eru gott
makkarapar, og Jóhan og
Alex eru fínir í síðunum,
har teir eisini bjóða seg til í
álopsspælinum.
Spæl
skipanin ger uppgávuna hjá
okkum aftari á vøllinum
lættari, tí Mikkjal og Klæ
mint taka nógv trýst av
mótstøðuálopunum,
og
fremstu menninir hava gjørt
tað,
sum
hevur
verið
neyðugt fyri at vinna stig
ini og harvið oddasessin,
vísir Jákup Mikkelsen á.
KÍ hevur fingið fult fýra
av fimm teimum seinastu
ferðunum. Sjálvsálitið er
vaksið, og klaksvíkingar
tora og royna at spæla
fótbólt.
Eyðun Klakstein var
vorðin venjari, tá ið vit vó
ru hepnir av megna 11 í
Klaksvík. Ta ferðina høvdu
teir bóltin bæði á tvør
trænum
og
stólpanum,
minnist Jákup Mikkelsen
aftur á.
KÍ venjarin Eyðun Klak
stein hevur verið liðfelagi
saman við bæði B36 mál
verjanum og venjaranum
Kurt Mørkøre, sum hann
báðar sigur seg virðismeta
høgt fyri menniskjaligar og
fótbóltsligar dygdir.
B36 liðið er sum væl
smurd maskina, og í løtuni
tykist eingin klára at steðga
teimum. Tað verður torført
hjá okkum at fáa nakað
norður aftur við úr Gunda
dali, men vit fara ikki í
Gundadal fyri at royna at
avmarka tapið og harvið
sleppa okkara egna spælið
heilt. Talan er um so at siga
ókeypis uppgávu, har vit
hava alt at vinna. Okkara
spælarar hava tikið upp
gávuna í álvara, og nú
gloppið niður til botnin er
vorðið størri, er avbjóðingin
at vita, hvussu langt vit
kunnu røkka við at spæla
fótbólt, sigur Eyðun Klak
stein, sum harvið leggur
upp til, at Jákup hesa ferð
skal í netið eftir bóltinum.
Jákup gullreinur í 540 minuttir
Við - ikki við
Leikbann:
Evrard Blé
Ivasamur:
Fróði Clementsen
(knæskaði),
Danny
Rasmussen (koygt
fingur)
Skaddur: Bergur Midjord (vøddaskaða)
Við aftur: Ingi Højsted (brotið
kjálkabeinið)
Leikbann: Símin Hansen og Flavio
Santana
Skaddur: Hanus Clementsen
(knæskaði)
Við aftur: Anders Sørensen
(vøddaskaði), Jónsvein
Thomsen (fótskaði)
Við aftur:
Egil á Bø (eftir
leikbann)
Ivasamur: Pól Ennigarð (knæskaði)
Við aftur: Hans Jørgen Djurhuus
(knæskaði)
Seinastu 540 minuttirnar – seks dystir á rað – hevur Jákup
Mikkelsen hildið B36-búrið reint