fríggjadagur 24. august 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 163 - 24. august 2007
SPANIAFERÐ
Eli Smith, listarmaður
5. og seinasti partur
Langa Fríggjadag 14. apríl kl. 10
fór eg við tokinum úr Bilbao
móti Barcelona. Hugsaði túrurin
fór at taka einar tveir tímar,
spurdi so síðumannin, hvussu
leingi. Hann segði heilar 9 tímar,
so hettar var ikki nakað snartok
vit fóru við.
Men mær dámar væl at koyra í
toki, hevði tikið mær eina tjúkka
bók við at lesa um lívið hjá Billi
Graham, so vit kundu koyrt bæði
aftur og fram uttan at eg hevði
kett meg.
Á leiðini eysturyvir fara vit
gjørgnum tann fruktagóða
Ebrodalin. Har rennur ein av
teimum størstu áunum í Spaniu,
“áin Ebro”. Henda á hevur eitt
ómetaligt ríkidømi við sær. Á
veg inn í landspartin Aragonien
hava vit bæði verið gjøgnum
Navarra og Rioja landspartarnar,
sum eru kendir fyri sítt
framúrskarandi vín. Forrestin
Navarra, hvørs
landspartahøvðusstaður er
Pampilona, er kendur fyri sína
tarvarenning.
Eg veit ikki, um tit hava sæð í
sjónvarpinum, at fólk í hvítum
klæðum við reyðum belti og
hálsturriklæði renna alt tað, tey
eru ment gjøgnum býin undan
villum tarvum á veg til arenaina
at verða dripnir. Hettar er so
víðakent og væl umtókt, at tað
koma fólk kring allan knøttin at
vera við til henda øra leik, sum
er fra 6. til 14. juli. Steðgaðu
eina løtu í býnum Zaragoza, sum
er tann 5.størsti í Spaniu og
liggur í landspartinum
Aragonien (610.000 íbúgvar)
Iberar grundløgdu hann, men
varð seinni doyptur av
Rómverjum til “Caesaragusta”.
Í Spania er vatnið at meta við
gull, av tí at ikki øll støð í
landinum fáa tað vatn, teimum
tørvar, Spania er eisini tað
landið í Evropa, sum nýtur flest
pening fyri at gera byrgingar og
vatnleiðingar til støð, har vatntrot
er. Tíðum stends klandur millum
landspartarnar, hvaðani nú vatnið
skal leiðast, og tá er tað stjórnin
í Madrid, sum má siga, hvaðani
vatnið skal fara. Serliga er tað á
háslættanum, at vatnið trýtur.
Ebroáin er tann einasta stóra áin,
sum rennur út í Miðalhavið,
meðan hinar allar renna út í
Atlantshavið. Sum vit fluttu
okkum eysturyvir, komu vit inn í
eitt annað landslag, meiri
avsviðið og óskipað. Jørðin er
heldur reyðari her enn longur
vesturi.
Áðrenn vit vita av, síggja vit
tað vælkenda Miðalhavið. Fyrsti
býurin vit koma til er Tarragone,
sum liggur á eysturstrondini við
113.000 íbúgvum, og er ein av
teimum elstu býunum í Spaniu.
Hann angar av rómverskari søgu
og jarðfrøði, men er eisini ein
býur, sum livir her og nú.
Iberarar, sum hálvoyggin er
uppkallað eftir, var eitt fólkaslag,
sum kom úr Norðurafriku og
búsettu seg her vegna tað góða
útsýni hernaðarliga. Nú koyrdu
vit norðureftir framvið strondini
móti tí katalanska høvðus
staðnum og næststørsta býnum í
Spania ”Barcelona”, hvørs
jarnbreytarstøð eitur “Sans”. Her
sá eg stórar fólkmongdir ganga í
allar ættir, og tíðum hoyrdi tú
snjallar røddir siga eitthvørt
umráðandi í hátalarunum. Nú var
at finna mær okkurt náttarskjól.
Hevði lisið í bókini “Og turen
går til Spanien”, at ein kundi
finna okkurt bíligt stað í síðu
gøtunum tætt við jarnbreytina.
Eg leitaði og hugdi eftir
“hostel”, sum teir kalla tað, á
føroyskum eitur tað nokk
vallaraheim, men einki fann eg.
Tað var við at verða seint og eg
at troyttaðist at ganga og bera
mína tungu tasku. So eg setti
meg á ein bonk, og hugdi aftur í
bókina. Fann eitt tlf.nr á einum
hostelli tætt við høvðusgøtuna og
ringdi. Jú, har var pláss. Sum var
tað gott at tørna inn, hóast hettar
var eitt kamar við 8 seingjum.
Her vóru fólk úr øllum hornum
jarðarinnar: japanarar,
italiumenn, kanadiubúgvar,
meksikanarar, chilenarar og
fransmenn. Haldi hettar var gott
fyri meg eftir at hava livað eina
einbúgvaratilveru í bilinum.
Dagin eftir, hevði eg nokk at
gera við at greiða teimum frá um
Føroyar. Hevði fingið greiðar
faldarar frá frímerkjadeildini við
frágreiðingum og myndum úr
Føroyum. Hettar kom sera væl
við.
Dagin eftir fór eg mær ein túr
fyri at kanna eftir. Tað var bara
ikki sum at siga tað, hettar var
ein stórbýur uppá 1,7 mill fólk,
sum eisini var grundlagdur av
iberarum. Ein tann ríkasti og
mest evropeiski býurin í Spaniu.
Gekk inn á tað so víðakendu
boulevardina “ Ramblaðina,”
sum er ein stór gongugøta
millum Placa de Catalunia og
havnina, har ið 59 metra høga
standmyndin av sjófararanum
Columbus er, sum bjartskygdur
stendur á einum globusi og
peikar vestur í hav. Tað er so at
siga altíð lív í hesu gøtu, ja, tað
er sum at vera á ólavsøku hvønn
dag her. Fólk streyma støðugt
eftir gøtuni fyri at handla, eta
ella hyggja eftir fólkum og øllum
teimum mongu gøtuartistum,
sum sanniliga duga sítt fag. Har
eru eisini nógv fólk í teimum
nærliggjandi gøtunum. Rambla
merkir á arabiskumm “fossur”,
nakað sum støðugt streymar. Har
vóru handlar av alskins slag, sum
royndu av øllum alvi at freista
keyparan Hettar minti meg ikki
sørt aftur á gamlar, góðar dagar,
tá vit plagdu at selja ís,
bróstsukur og paraplyir í
Ullvøruhúsinum á ólavsøku. Her
sær tú øll fólkasløg úr øllum
stættum, sum royna at koma sær
fram á besta hátt. Hendan fitta,
lítla konan á myndini tosaði so
hart í fartelefonini, at fólk
steðgaðu á við einum brosi og
eygleiddu hesa konu, sum
virkaði ikki sørt stolt av, at hon
eisini dugdi at tosa í fartelefon.
Sunnudagin, fyrsta páskadag,
fóru kirkjuklokkurnar at ringja til
gudstænastu beint yvirav har eg
búði, so eg fór innar og upplivdi
eina fulla kirkju . Mínsantin sá
eg ikki telefondamuna aftur við
skriftarstólin. Spania er eitt
katólskt land, men hevur ikki
altíð verið tað. Í ár 711 komu
arabisk herlið úr Afriku til tað
Iberisku hálvoynna. Eftir bert
fáum árum løgdu teir tað mesta
av Spaniu undir seg. Teir ætlaðu
sær eisini longur norður eftir við
tí muslimsku trúnni, men har var
tað Karla Magnus, sum vit kenna
frá kvæðunum, ið steðgaði
teimum. Forrestin so liggur
Runsival (Roncesvalles) beint
norðanfyri áðurnevnda bý ”
Pampilone”.
Dagin eftir var eg og vitjaði
Picasso savnið, sum vísti eitt
úrval av hansara fyrstu verkum,
til hann fór til París. Verkini hjá
honum vóru sýnd fram í einum
stórum gotiskum bygningi frá
1300 talinum.
Pablo Picasso búði í Barcelona
frá tí hann var 14 ára gamal til
hann var 23 ár. Har fekk hann
eisini sína listarligu utbúgving.
Í 1881, í einum lítlum húsi í
Malaga, sá listamaðurin Pablo
Picasso fyrstu ferð dagsins ljós
við fyltum lungum av royki.
Føðing hansara heima við hús
hevði verið trupul, og
ljósmóðurin sá ongan møguleika
at bjarga tí nýfødda Pablo.
Mammubeiggin, sum var lækni,
royndi at hjálpa til. Við
einfaldum snildi blásti hann
sigarroyk í andlitið á tí
deyðadømda dronginum, sum
brádliga sló eyguni upp og
byrjaði at gráta. Sig so, at
royking ikki er gott fyri okkurt.
Sig so at royking
ikki er góð
fyri okkurt
Picasso varð føddur lívleysur. Jarðarmóðurin visti sær eingin ráð at bjarga
honum – men pápabeiggin visti ráð: Hann blásti tubbaksroyk niður í
pinkubarnið, sum fór at hosta – og bjargaðist
59 metur høga standmyndin av Columbusi í Barcelona
Her sær tú øll fólkasløg úr øllum stættum, sum royna at koma sær fram á
besta hátt. Hendan fitta, lítla konan á myndini tosaði so hart í fartelefonini,
at fólk steðgaðu á við einum brosi og eygleiddu hesa konu, sum virkaði ikki
sørt stolt av, at hon eisini dugdi at tosa í fartelefon