fríggjadagur 24. august 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 - 24. august 2007
39
tíðindi
Var tað roykurin, ella kanska -
tann fyrri sigur yvir deyðanum -,
er tað eingin ið veit, men í øllum
førum bleiv Pablo Picasso ein
slóðbrótandi listamaður. Ótrúliga
arbeiðsamur líka til hann
andaðist 91 ár seinni.
Picasso málaði seg inn í
listaheimin, sum ein av teimum
størstu, og gav heiminum ein
nýggjan hátt at fata listina uppá.
Seks ára gamal teknaði Pablo
so livandi tekningar, at tað ræddi
bæði hann sjálvan og faðir
hansara við, sum var teknilærari.
Tá Picasso var um 20 ára
aldur, byrjaði hann at royna
nýggjar hættir við tekningum og
málningum sínum. Í staðin fyri
at mála eitt myndevni, sum tað
sær út frá einum staði, teknaði
hann tað frá øðrum
sjónarhornum, sum ikki síggjast í
veruleikanum. Hann málaði
nýggj geometrisk skap og
endurgav sína egnu uppfatan av
tí vit kalla fyri veruleika. Picasso
var undangongumaður hjá
listafólkum, sum skaptu tað
abstraktu listina.
Tað var áhugavert at ganga og
hyggja, hvussu Picasso menti seg
gjøgnum árini frá 1893. Vit
kundu fylgja honum frameftir,
við fittum tekningum frá tí hann
var 12 ára gamal, - av hønum,
hestum, hermonnum o.s.v.
Ráðini vóru ikki so góð, so
hann málaði á træsprek, smáar
detaljur, har ein sær, at hann
roynir at mála ymisk evnir, sum
t.d. vindeygapartí, smáar
landslags- og andlitsmyndir.
Hetta vísir okkum, hvussu hann
hevur roynt at læra seg
handverkið frá grundini av, og
ikki er gingin lættliga um
smálutirnar, sum jú er umráðandi
at duga anatomiina og at vita
hvussu beinagrindin er uppbygd
fyri seinni at kunna mála
einfaldari ella abstrahera.
Ein hugtakandi málningur var
av eini konu, sum liggur til tað
síðsta og læknin situr hjá henni
og tekur pulsin. Við seingina
stendur eisini ein kona, sum
heldur eini gentu, sum uttan iva
er dóttir hesa doyggjandi.
Málningurin mundi vera einar
2x3m til støddar. Picasso dugdi
eisini at mála veruligar
málningar, sum onkur vildi sagt.
Í árinum 1900 gjørdi Picasso
sína fyrstu ferð til Paris. Hetta
hevði eina ómetaliga stóra
ávirkan á hann og menti hann
nógv, tá hann sá verk eftir Manet,
Vollard, Cézanne, Toulouse-
Lautrec, Bonnard og Vincent Van
Gogh. Onkrar persónsmyndir
mintu meg ikki sørt um Van
Gogh.
Sama kvøld var eg til eina
konsert í eini kirkju við einum
guitaristi í heimsklassa, sum æt
Marel Gonzales. Hevði glett meg
soleiðis allan dagin at sleppa at
hoyra henda guitarsnilling.
Kirkjan var nærum fullsett, tá
Gonzales trein inn á pallin og
byrjaði at spæla. Eg lurtaði, men
hvat varð eg skuffaður. Væntaði
mær at hoyra eitt vælklingandi
ljóð. Men ljóðið frá guitarinum
hoyrdist so illa, at eg rýmdi óður
út úr kirkjuni eftir at 3. sangur
var spældur. Fyri mær hevði tað
verið líka gott at hoyrt hann í
einum lítlum transistorradio
heima við hús. So eg gekk mær
ein túr inn í tann gamla Gotiska
býarpartin fyri at koma niður
aftur á jørðina. Gekk gjøgnum
smalar hugnaligar steingøtur.
Nú hoyri eg operasong. Gekk
eftir ljóðinum. Komi til eitt
vælklingandi stað, har nógv fólk
stóðu og lýddu á, meðan ein
sjarmerandi operasangari, minti
ikki sørt um útsjóndina á Pæturi
tí Stóra, - langhærdur við
moskitera skeggi. Hann sang í
besta Careras stíli. At hoyra
hendan mannin syngja, var so
hjartanemandi og vakurt, at eg
mátti, aftaná framførsluna, løna
honum fyri tað og takka honum
persónliga fyri eina ógloymandi
løtu. Hann bjargaði tí annars
minni eydnaða kvøldinum.
17. apríl, ein mánadag, fór eg
at vitja søgusavnið í gamla
býarpartinum, sum gjøgnum 500
ár hevur verið sæti hjá teimum
katalansku kongunum. Her hevur
Columbus staðið einaferð á
kongaplássinum við sínum stóru
ætlanum. Upprunaliga var
umráðið umgyrt av einum
rómverkum býarmúri, men teir
núverandi bygningarnir eru frá
13 – 14 talinum. Tað var
áhugavert at síggja ymisk amboð
og ymisk brúksting hjá iberarum,
hvussu væl krukkur og íløt vóru
prýdd við djórum og
menniskjum, málað við svørtum
og reyðum. Nágreinligar
útgravingar vóru gjørdar her á
staðnum, so her fóru vit við eini
lyftu niðureftur og aftur í tíðina,
heilt aftur til áðrenn Kristi
føðing. Her kundi ein ganga á
teimun gomlu rómverku
gøtunum og hyggja inn í hús
teirra og goymslur til t.d. fisk og
vín. Ein løgin kensla.
Rómverjar og Maurarar
(arabarar) eru teir, sum mest
hava baldrast í Spaniu, men aðrir
herskarar hava eisini rátt fyri
borgum í styttri tíðarskeiðum.
Orsøkin til, at tann Iberiska
hálvoyggin hevur verið fyri so
nógvum ágangi er, at hon liggur
so væl fyri. Hon hevur
Miðalhavið fyri eystan,
Atlantshavið fyri vestan, Afriku
fyri sunnan og Evropu fyri
norðan.
Vitjaði eisini tað katalansku
dómkirkjuni, sum var ein sera,
sera stórsligin kirkja. Setti meg á
ein bonk fyri at hyggja uppí
hettar velduga loft og undrast,
meðan orgultónleikur hoyrdist.
Hon er ein tann flottasta gotiska
kirkjan í Spaniu.
Hitti ein teldufrøðing úr
Milano, sum var komin higar at
slappa av. Vit komu í prát. Hann
vísti mær eina internetcafé, har
eg kundi tosa heim og fáa
teldupost. Teldan hevur verið
mær ein góður vinur í
einseminum. Havi fingið skrivað
meira enn nakrantíð. Tað at
kunna tosa heim, hevur eisini
givið mær megi av nýggjum.
Hevur Barcelona nógv at bjóða
av myndlist, so hevur hann
sanniliga eisini nógv at sýna
fram av byggilist. Hvagar tú
vendir tær, so sært tú ein bý á
tremur við flottum bygningum.
Bygningsverk sum vekur størst
ans her í Barcelona, eru
bygningarnir eftir tann víðagitna
modernistin Antoni Gaudi. Hann
var Barcelonari. Var borin í heim
1852. Hann var eitt geni uttan sín
líka og ein slóðbrótandi
listamaður.
Týsdagin 18. apríl fór eg við
Metrobananum, sum er í teimum
flestu størru býunum í Spaniu.
Tú keypir ferðaseðil í
automatum, men ikki var tað lætt
hjá mær at lesa hvat ið á har
stóð, so eg trýsti bara á teir
knøttar, sum vóru mest slitnir.
Og rætt var, eg kom beint til
staðið, har kirkjan var, sum
Gaudi teknaði. Hon líkist einum
ævintýrslotti, við litføgrum
tornum og fantasi blómum.
Hendan kirkjan eitur La Sagrada
Familia (tann heilaga familian).
Hetta var Gaudi`sa mest
ambitisiøsa verk. Tað er ei undur
í, hví hendan ólidna kirkja er
blivin størsta turist attraktión í
Barselona.
Tær tríggjar fasadurnar í
kirkjuni ímynda Jesu føðing,
Jesu líðing og Jesu uppreisn.
Gaudi náddi bert at gera tað
vøkru eystursíðina lidna, Facana
Del Naixement (Føðing Jesusar).
Við trappum ella lyftu er tað
møguligt at koma upp í eitt av
teimum klønu tornunum og í 60
m hædd njóta eitt stórsligi útsýni
yvir henda milliónbý. Síðstu
Pablo Picasso búði í Barcelona frá tí hann var 14 ára gamal til hann var 23 ár. Har fekk hann eisini sína listarligu
utbúgving
Tað var áhugavert at ganga og hyggja, hvussu Picasso menti seg gjøgnum árini frá 1893. Vit kundu fylgja honum
frameftir, við fittum tekningum frá tí hann var 12 ára gamal, - av hønum, hestum, hermonnum o.s.v
Nógva staðni runt um í Barcelona eru nógv dømi um hansara litfagra og
fantasiríka stíl. Í 1926 var Gaudi yvirkoyrdur av einum sporvogni og doyði
➘