fríggjadagur 24. august 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 163 - 24. august 2007
árini av lívi sínum búði Gaudi í
kirkjuni, sum ein avbyrgdur
einabúgvi. Hann metti sjálvur, at
tað vildi takað 200 ár at fullføra
verkið.
Nógva staðni runt um í
Barcelona eru nógv dømi um
hansara litfagra og fantasiríka
stíl. Í 1926 var Gaudi
yvirkoyrdur av einum sporvogni
og doyði.
Kirkjan var langt frá liðug tá,
og sum tann improvisator Gaudi
var, lá eingin nágreinilig ætlan
fyri kirkjuna, bert nakrar
visionerar skitsur.
Fór á eina uttandura café at
skoða kirkjuna.
Hugsaði um Gaudi og hansara
stóru ætlanir og kom so at hugsa
um Gunnhild Jacobsen, sum
hevur tann fantasifulla urtagarðin
í Kalbak, at tey høvdu hettar til
felags at fáa okkum mennisku at
rakna við. Tey gera nakað, sum
er øðrvísi. Er tað ikki tað, ið list
er millum annað, at skaka
okkara vanliga hugsunarhátt ?
19. aprí vitjaði eg tað listarliga
tjóðarsavnið, sum er tað størsta
og vakrasta í Barcelona. Hettar
er tann upprunaligi spanski
tjóðpallurin, og var bygdur til
heimsframsýningina í 1929. Frá
trappunum, frammanfyri savnið,
er sera eitt gott útsýni yvir
messuhallirnar í Barcelona og
Placa d´ Espanya við tí víðagitna
gosvatninum. Savnið rúmaði
romanska list frá ár 900 til 1200
talið. Serliga vóru tað teir
einføldu Fresku málningarnir,
sum hoyra til teir bestu og størstu
í heiminum. Hesir málningarnir
høvdu serliga mín áhuga, tí
litirnir minna ikki sørt um
litirnar eg nýti í mínum stein
málningum. Tað var áhugavert, at
fáa at vita hvussu Fresko
málningarnir vóru fluttir frá
niðurløgdum katalanskum
kirkjum við framkomnari tøkni.
Eisini var ein framsýning við
katalanskum málarum og
samtíðarmonnum hjá Picasso,
har tað var týðiligt at síggja,
hvørjum øðrum hann m.a. hevði
fingið íblástur frá.
Ein kallaðist Juli Conzaleis,
livdi 1876–1942. Hann málaði
eisini ræðuleikarnr frá
borgarastríðnum 1936-39.
Ein av málarunum minti ikki
sørt um okkara Torbjørn Olsen,
hann var koloristur og æt Joakim
Mir. Livdi 1873-1940.
Ein annar sum hugtók meg
nógv var, Sidri Lonel, 1872-
1911. Málaði daprar myndir av
sigoynarum.
Ein annar var Franziska de
Zubarán. 1598-1664.
Síðsta dagin í Barcelona tók eg
mær av løttum. Fór mær ein túr
aftur inn á Ramblaðina at hyggja
eftir fólkum. Hóast Barcelona er
ein nýmótans býur við øllum tí
vakra, ið verðin hevur at bjóða
og nógvum vælstandi, ja so møtir
tú nógvum fólkum, sum ongan
góðan eiga. Nógvir biddarar
gingu her. Ein ung genta gekk
við einum lítlum og barni bað
um pening. Ein sat á einum stóli
við ongum beinum, eisini nógvir
sigoynarar stóðu við kirkjurnar
og bóðu fólk, sum gingu
framvið, um pening.
Klokkan er nú 19:20,
fríggjadagur er og vit hava tann
21. apríl. Siti í tokinum á veg
aftur til Bilbau. Havi sitið og
skrivað allan dag um tær
upplivingar, eg havi havt higartil.
Haldi, eg fari at gevast við at
skriva meira á hesum sinni.
Vónandi havi eg ikki troyttað
tykkum ov nógv. Fari ta tíð, eg
havi eftir her í Spaniu, at vera í
Bilbau. Fái vitjan av vinmanni og
floksfelaga mínum, Ludvíki
Petersen mánadagin, og tað gleði
eg meg til. So verður tað slutt
bara at práta við seg sjálvan
nakrar dagar.
Og so sum krúnan á verkinum
koma mín elskaða kona og
dótturin, Sigrun, til Madrid,
dýrabiðidag 12. mai. Har verða
vit 2 dagar. Fari sjálvandi at vitja
Prado og Reino Sofia
listaskálarnar og annað áhugavert
har. Síðani fara vit til Bilbau at
vera eina góða viku, til tann
langi koyritúrurin til Danmarkar
byrjar.
Hettar var so endin av
frásøgnini hjá mær av “Ferð míni
til Spaniu”.
Kirkjan, sum Gaudi teknaði, líkist einum ævintýrslottivið litføgrum tornum og fantasi blómum. Hendan kirkjan eitur La Sagrada Familia (tann heilaga familian). Hetta var
Gaudi`sa mest ambitisiøsa verk. Tað er ei undur í, hví hendan ólidna kirkja er blivin størsta turist attraktión í Barselona.
Romansk list frá ár 900 til 1200 talið. Serliga vóru tað teir einføldu Fresku
málningarnir, sum hoyra til teir bestu og størstu í heiminum. Hesir
málningarnir høvdu serliga mín áhuga, tí litirnir minna ikki sørt um litirnar
eg nýti í mínum stein málningum. Tað var áhugavert, at fáa at vita hvussu
Fresko málningarnir vóru fluttir frá niðurløgdum katalanskum kirkjum við
framkomnari tøkni.
- Ein av málarunum minti ikki sørt um okkara Torbjørn Olsen, hann var
koloristur og æt Joakim Mir. Livdi 1873-1940. Ein annar sum hugtók meg
nógv var, Sidri Lonel, 1872-1911. Málaði daprar myndir av sigoynarum.