Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 • 24. august 2007 Vikuskifti 22 ferðafrásøgn Arni Zachariassen arnizach@kallnet.fo Hvørt ár flokkast fleiri 10.000 fólk til ein stóran bóndagarð í statinum Illinois at hoyra og annars uppliva kristnan rokk og metal 6 tónleik og alt tað, ið har til hoyrir. Cornerstone Festival er ein hin størsti kristni tónleikafestivalurin í heiminum, og í fjør var eg á vitjan. Eg var við Braquet, sum skuldi byrja eina heimagjørda, lítiðlætna og ógvuliga rokk ‘n roll konsertferð í USA við at spæla tvær konsertir á festivalinum. Og Cornerstone var eitt brak av einum startskoti. Ikki tað – tað vóru ikki serliga nógv fólk til konsertirnar, tí eingin kendi okkum (og tey kenna okkum stadigvekk ikki!), men Cornerstone upplivilsið var rættiliga stórt og gjørdi inntrykk á okkum allar. Og serliga meg, haldi eg. Eg eri vaksin upp við kristnum rokktónleiki og havi eg altíð hoyrt um Cornerstone festivalin sum eitt slag av einum Mekka, har allir teir góðu bólkarnir spæla og øll tey kulu fólkini fara. Cornerstone er við sínum næstan 25 árum stóribeiggi hjá mongu kristnu festivalunum í Amerika og er kendur sum tann eitt sindur alternativi, har tær eitt sindur skeivu týpurnar føla seg meira vælkomin enn vanligt. Búðu í tjaldi Sum rættir festivalgestir, búðu vit í tjaldi á festivalinum. Tað var hásummar og mitt í Amerika, so hóast tað var deiliga svalligt, tá ið vit fóru í song (ella í soviposa, rættari sagt), vórðu vit hvønn morgun vaktir av skoldandi hita. Sólin gjørdi tjaldið til ein sauna, ið fylgjandi gjørdi okkara annars relativt turru kroppar rættiliga vátar í sveitta. Hetta skuldi undir vanligum umstøðum týtt, at vit lupu undir hvør sína brúsu so skjótt, vit vaknaðu, men eftirsum einans eitt brúsurúm var á festivaløkinum, og vit ikki høvdu hug at standa í nógv, nógv for langu køini, so vórðu hygieinu-instinktini undirtrykt,og vit gleddust allir stillir um, at damirnar ikki vóru við. Punk-Elvis hevði fyrilestur Tað var nógv at gera á festivali- num. Umframt at lurta eftir tónleiki, kunnu festivalgestir stuttleika og hugna sær við øllum møguligum áhugaverdum. T.d. fór eg ein túr á ein fyrilestur, har ein ógvuliga tatoveraður punk-Elvis tosaði um, hvussu tað, sum sær út sum trinitarisk subordinatión í 1. Korint 11, hevur verið brúkt til at undirtrykkja kvinnur í kristnum samanhangum. Ógvuliga áhugavert. Í tjaldinum við síðurnar av vórðu troyttir festivalgestir bjóðaðir at luttaka í katólskari messu og eitt sindur longur yviri fór ein filmfestivalur fram. Tað vóru tvey stór handilstjøld á festivaløkinum. Í teimum vóru ein rúgva av básum, har ein kundi keypa alt møguligt. Har vóru fleiri fløguhandlar, har ímillum ein, sum spesialiseraði seg í gomlum kristnum plátum frá 70unum og 80unum. Fleiri bólkar høvdu eisini básar. Ein nokkso stuttligur var tann hjá svenska black metal bólkinum Crimson Moonlight, har teirra sangari, ið við sínum reyðdæmda síða skeggi og hári, leiddi tankarnar aftur til Gøtu Trónd, heilsaði uppá fólk og seldi fløgur, lyklaringar og t-shirtir. T-shirtir vóru annars nógvar Á festivali í amerikanska bíbliubeltinum Arni Zachariassen, gittarleikari í Braquet, var í fjørsummar á einum hinum størsta kristna tónleikafestivalinum í heiminum, Cornerstone Festival, har hann bæði heilsaði uppá eysturortodoksar punkar, stjól fundamentalistisk klistrimerkir, vaskaði sær ikki og hoyrdi Pillar, høvuðsnavnið á Fjarðafestivalinum. Les hansara ferðafrásøgn her Eftirsum einans eitt brúsurúm var á festivaløkinum, og vit ikki høvdu hug at standa í nógv, nógv for langu køini, so vórðu hygieinu-instinktini undirtrykt, og vit gleddust allir stillir um, at damirnar ikki vóru við, skrivar Arni Zachariassen í hesari ferðafrásøgnini