Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 24. august 2007 23 lýsingar w w w. s u m m a r f e s t i v a l u r. f o – har stjørnurnar Takk til øll sum stóðu saman um Summarfestivalin 2007! Takk fyri allar bólkar og tónleik­ arar. Tey, sum av hjartans huga sungu og spældi á festivalinum – og ikki at gloyma tey, sum vóru forðaði at trína pallin leygarkvøldið. Takk til pallsmiðir og tøkningar. Fyri alt tað tit megnaðu at byggja upp og sum tit ábyrgdar­ fult riggaðu av, tá ið veðrið, nærum uttan ávarðingar, vísti sín mátt. Takk til eftirlitsfólk, bjargingar­ tænastuna, sløkkiliðið, sjúkra­ húsið, samarittar og løgregluna. Takk fyri góða fyrireiking, arb­ eiðsorku og støðufesti, bæði tá ið fólkamongdin og tónleikurin fylti festivaløkið og í illveðrinum tá vandi var á ferð. Takk til hjálparlið og ábyrgdar­ fólk, sum altíð eru tilreiðar tá ið á stendur. Arbeiðsfólk og skila­ fólk, sum eru drúgv í sínum gerningi og altíð royna at gera sítt besta. Takk til Klaksvíkar Býráð og Kunningarstovuna fyri eitt mennandi samstarv og viljan at hugsa frameftir og lyfta í felag Takk til allar ónevndar og ókend­ ar vertir og veitarar, familjur og húseigarar, sum lótu allar dyr á víðan vegg fyri festivalgestum – ikki minst leygarkvøldið, tá góðvilji og hjartarúm gav øllum húsarúm. Takk til okkara drúgvu stuðlar og sponsorar, sum hava lagt lunnar til ein livandi og fólks­ ligan festival, sum alt ov tíðliga gjørdist vaksin. Takk til allar festivalgestir, tey sum eru heimahoyrandi í Norð­ oyggjum og tey sum aftur í ár leitaðu sær á Summarfestival. Takk fyri tykkara góðsemi, sam­ huga og blíð orð á vegnum. Takk fyri nógva tónleikin, sangin, vinarlagið og veitslurnar leygar­ kvøldið, tá útikonsertirnar tagn­ aðu. Tað er hugaligt at vita, at tað skal meira til enn styrkin av tónleikinum fríggjakvøldið ella nógvi vindurin leygarkvøldið at blása fjøldina um koll. Takk øll somul fyri eitt minniligt vikuskiftið.