fríggjadagur 24. august 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
av. Onkrar vóru orduliga kular
við kreativum og provokerandi
motivum, meðan aðrar vóru snøgt
sagt ræðuligar. T.d. gingu nógv
fólk við “God created Adam and
Eve, not Adam and Steve” á
rygginum. Ein bestseljari millum
penu suðurstatsdiddurnar var ein
við “I love my husband” framman
og “and I haven’t even met
him yet!” aftan. Spyr meg ikki
í hvørjum universi, hatta gevur
meining.
Hetta er jú ein kristin festivalur,
so fleiri anti-abort felagsskapir
høvdu básar (ein av teimum,
Rock for Life, skipaði enntá fyri
einum av pallunum). Við ein
av teimum kundi man blaða
ígjøgnum ein faldara við myndum
av aborteraðum fostrum. Ikki
sørt ódámligt og ein spurdi seg
sjálvan á hvønn hátt hetta hjálpti
uppá nakað sum helst.
Mitt ímillum allar básarnar
var eisini eitt stórt borð við eini
rúgvu av fundamentalistiskum
kúfangaraklistrimerkjum (bumper
stickers á enskum). “The devil is
pro-abortion”, “Evolution – when
scientists made monkeys of
themselves”, “It’s cool to remain
a virgin until marriage” og “They
took prayer & Bible from public
schools and now they have
shootings” eru bara nøkur av
dømunum.
Klistrimerkini áttu at keypast,
men eg tímdi ikki at stuðla, so eg
stjól nøkur fyri kultvirðið.
Eg heilsaði eisini uppá ein
lítlan bólk av eysturortodoksum
punkum, sum eg prátaði um
tríeinigheitina og liturgi við
og keypti eina systematiska
teologiska bók frá.
Hóast alt hitt er feitt og deiligt,
so er tónleikurin sjálvandi í
miðdeplinum á einum festivali
og hetta var eisini galdandi á
Cornerstone.
Eg lurtaði eftir nógvum feitum
bólkum, harav eg kendi onkrar
áðrenn og aðrar ikki. Millum teir
bestu, eg hoyrdi, vóru Underoath,
Bernard, The Showdown, The
Chariot, Demon Hunter, Becoming
The Archetype, Haste The Day,
P.O.D. og so sjálvandi
Pillar.
Eg helt faktist
Pillar vera ímillum
teir bestu, eg
hoyrdi á festi-
valinum. Eg
kann stutt siga,
at Pillar eru
ein serstakliga
feitur live bólkur,
ið osar av
spæligleði
og –yvirskoti.
Muskuløsi,
men kensluborni
bóndarokkurin
varð spældur av
ótrúliga dugnaligum
tónleikarum. Serliga varð eg
imponeraður av trummaranum.
Hann spældi ein ultrafeita
trummusolo, sum úrslitaði í
umfatandi gásarholdi hjá okkum
øllum. Hóast sangarin var eitt
sindur hásur, so leiddi hann
tó bólkinum og framførsluni
við fastari hond og hevði eitt
ógvuliga gott samband við fólki
(sum annars vóru rættiliga nógv,
so populerir Pillar eru millum tey
kristnu í Amerika).
Millum teir serliga góðu
sangirnar vóru “Dirty Little
Secret”, “Underneath It All”,
“Everything”, “Fireproof” og
“Sunday, Bloody Sunday” hjá U2,
sum ikki átti at riggað, men gjørdi
tað í yvirmát. Framførslan hjá
Pillar stóð eftir sum ein ótrúliga
feit av slagnum frá einum bólki,
ið veruliga hevur check uppá
tingini og eina rúgvu av rutinu í
reyvalummanum.
Eg gleði meg, at hoyra Pillar
aftur á Fjarðafestivalinum og
vænti og veit, at øll, ið dáma
feitan modernaðan rokk, fara at
ránjóta Pillar.
Nr. 163 • 24. august 2007
Vikuskifti
Hvørt ár flokkast fleiri 10.000
fólk til ein stóran bóndagarð
í statinum Illinois at hoyra og
annars uppliva kristnan rokk og
metal tónleik og alt tað, ið har
til hoyrir
Klistrimerkini
áttu at keypast,
men eg tímdi ikki
at stuðla, so eg
stjól nøkur fyri
kultvirðið