fríggjadagur 24. august 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 163 - 24. august 2007
umsorgan
tryggleiki
trúfesti
Miðflokkurin sjálvandi
www.midflokkurin.fo
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Familjan er grundarlagið
Tá tú fert undir at byggja hús, er alneyðugt, at grundar
lagið – fundamentið – er væl gjørt, soleiðis at húsini
hvíla á tryggari grund. Um so húsini eru vælgjørd, snøgg
og pen, nyttar hetta ikki nógv, um fundamentið ikki er
trygt og væl gjørt.
Familjan er fundamentið undir okkara samfelag. Og
Miðflokkurin ynskir at hetta grundarlagið skal vera so
sunt og trygd, sum á nakran hátt gjørligt. Familjan er
besti karmur um vælveruna hjá einstaklinginum, og
flestu menniskju trívast ikki væl einsamøll.
Tí er greitt, at um samfelagið ansar eftir at familjan
mamman, pápin og børn trívast og hava góð kor, so fær
einstaklingurin tað gott, og tað smittar aftur yvir á
arbeiðspláss, frítíðarítriv, mentanarlív og so framhald
andi.
Miðflokkurin hevur í verki sýnt, at vit vilja familjuni tað
besta, og vilja føra politik á øllum økjum, ið gevur
familjunum besta tilverugrundarlag.
Visti tú, at:
• flestu grannalond okkara stuðla barnafamiljum við
m.a. ásettum hægstamarki fyri tí, ið ansingarstovnar
kunnu loyva sær at taka í gjaldi ( í Svøríki max. góðar
2000 kr. um mðr.- uttan mun til tal av børnum).!
• flestu grannalond okkara stuðla barnafamiljum við at
veita beinleiðis figgjarligan stuðul, sonevndar
barnakekkar, øll barna- og ungdómsárini!
• í Føroyum, ið verður mett at hava hægsta føðitíttleika
í Evropa, er einki hægstamark fyri ansingargjaldi- og
heldur ikki verða barnakekkar veittir!
• at eitt av høvuðsmálum Miðflokksins er at lætta um
hjá ungu familjum okkara, ið knógva undir alt ov
tungum byrðum!
lýsingar
Studio PegaSuS
tlf 456500
Studio Pegasus
– ein kreativur orkudepil
Ljóð- og videolýsingar
Videoupptøkur og redigering
Tónleika/fløgu-upptøkur