Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 • 24. august 2007 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Innrætta kjallarin til tey ungu Oasan: Í eina tíð hevur verið arbeitt við at innrætta tann 250 fermetrar stóra kjallarin í stóra samkomuhúsinum í Hoyvík. Tann stóri salurin er karmur um tiltøkini í húsinum, men samkoman hevur sæð tað neyðugt at fáa fleiri høli til ungdómsarbeiðið, sunnu­ dagsskúlan og onnur tiltøk. Arbeitt verður tvey kvøld um vikuna, umframt leygardagar. 2000 fólk á Zarepta Vatnsoyrar: Summarlegurnar á Zarepta eru nú lidnar, og ein uppgerð vísir at íalt hava eini 1200 børn og ung verið á legunum í ár. Umframt hesi hava minst 800 fólk hjálpt til á legunum. Í ár eru annars liðin 40 ár síðani fyrsta barnalegan varð hildin á Zarepta. Skúlabyrjan við kirkjugongd Danmark: Fyrr í mánaðinum byrjaðu skúlarnir aftur – summi fóru beint í skúla, meðan onnur byrjaðu skúlaárið í kirkjuni. Hetta hendi í Hundige Kirke har børnini í 0. flokki og foreldur teirra fóru í kirkju seinasta sunnudagin til eina gudstænastu, sum skal markera yvirgongdina frá barnagarði til skúla. Slíkar gudstænastur eru ein nýskapan, men dult verður kortini ikki fyri at hetta hugskotið kann fara víða um landið. orðið Hesa vikuna: John S. Myllhamar Fyri ringum tíðindum ikki hann ræðist. Sálmur 112. 7 Frá morgni til myrkurs proppa fjølmiðlarnir okkum við ringum tíðindum, og menniskjan ørmaktast og fellir í ráðaloysi fyri tí, ið koma man. Hin guðleysi hevur eisini alla orsøk at óttast tey ringu tíðindini. Tann, ið bara livir fyri pengum, óttast at bankin skal fara á húsagang og hann missir alt, hann hevur lagt niður fyri. Tann, ið hevur framt illgerðir, hevur alla orsøk at óttast tey ringu tíðindi, at fortíðin skal innheinta hann ein dag. Tann, ið liggur á sjúkrahúsi, óttast tey ringu tíðindini, ið siga, at hetta er byrjanin til endan; sjúkan er krabbamein ella blóðtøppur. »Tín dári, í hesi nátt verður sál tín heinta av tær, tað eru seinastu tíðindini her á foldum fyri eitt guðleyst menniskja.« Undir øllum umstøðum má tað náttúrliga menniskja óttast tann dag, tá ið tey ringu tíðindini koma og taka burtur alla trygd og eydnu. Tí eru tað eisini mong, ið óttast fyri teimum ringu tíðindunum, sum brádliga kunnu koma. Livir eitt menniskja uttan Guð og uttan vón í heiminum, er grund at óttast, tí tá stendur ein verjuleysur, tá ið forlagatungi dagurin kemur. Men hevur eitt menniskja tikið móti teimum góðu tíðindunum, tí gleðiliga boðskapinum, at syndin er strikað, at dómarin er vorðin frelsari, og at tey kunnu vænta sær alt gott frá honum, tá hava tey ikki orsøk at óttast tey ringu tíðindini. Ikki so at skilja, at Guðs børn vera spard fyri ring tíðindi; vit skulu øll hoyra mong av teimum. Men okkum nýtist ikki at ræðast tey, tí Guðs kærleikstankar liggja aftanfyri tey. Guð gevur megi at bera tey, tí eydnan hvílir á tí trygga grundvølli, sum heimsins nos ikki kunnu vika. Amen! Farna vikuskifti vitjaði skotin Trev Gregory í Meinig­ heitshúsinum í Havn. Her talaði hann á møtum og hevði undirvísing, sum serliga vendi tær til tey ungu Hetta var sjeyndu ferð at Trev vitjaði í Føroyum, men boðskapur hansara er kortini hin sami: Hvussu kristinlívið skal livast. Hesaferð byrjaði hann við einum ungdómsmøti at tosa um viðurskiftini við Gud og um, hvussu týdningarmikið tað er at halda fast við hetta sambandið. Hann samanbar hetta við eitt forlovilsi ella giftarmál, har báðar partar veruliga ynskja at vera nógv saman og nýta tíð saman við hvørjum øðrum. ­ Sum giftur maður veit eg hvønn týdning tað hevur at seta tíð av til konuna. Og sum trúgvandi maður veit eg eisini, at eg havi brúk fyri at seta tíð av til Gud. ­ Honum leingist eftir at júst tú skalt siga við hann, at tú eisini elskar hann og ynskir at vera saman við honum, legði Trev m.a. dent á. Møtini hildu fram alla vikuna, alt at sunnukvøldinum, tá hann talaði seinastu ferð á hesum sinni. Umsett til føroyskt Trev er ein kendur talari, sum ferðast runt í ymisk lond at hava møti og fyrilestrar. Føroyingar komu fyrstu ferð í samband við Trev á einari ráðstevnu í Hollandi, sum kallaðist "Mission" við árskiftið 2001/02. Seinni var ein líknandi stevna í Týsklandi. Við báðar hesar stevnurnar tóku nógvir føroyingar lut. Trev hevur síðan verið biðin at koma til Føroya í fleiri umførum. Tey, ið vóru til hesi møtini kundu enn einaferð staðfesta, at Trev hevur nógvar royndir at tala og dugir serliga væl við ungdómi. Trev tosaði øll kvøldini á enskum, men møguleiki var eisini at hoyra talurnar í føroyskari týðing. Meinigheitshúsið hevur nevniliga keypt útgerð, so tey eru før fyri at tulka til tann einstaka við høvuðtólum. Fleiri tóku av hesum tilboðnum. Neyðugt at brúka tíð saman við Gudi USA: Kendi rokkarin, Alice Cooper, sum sjálvur kallaði seg "Myrkursins fúrsti" fer í november mánaði undir at byggja eina miðstøð í Arizona. Endamálið við hesi miðstøðini er at røkka ungdómum, sum eru í vanda fyri at enda á gøtuni, bólkum og rúsevnum, og fáa tey áhugað í tónleiki ístaðin. Kostnaðurin verður mettur til oman fyri 40 mió kr. Hesi tíðindini koma helst óvart á mong, tí Cooper er annars kendur fyri at brúka livandi slangur og falskt blóð á konsertum sínum. ­ Fært tú ein ungan at vísa sama íðinskap fyri einum guittara sum fyri sølu av narkotika, verður lív hansara broytt í somu løtu. Tað eri eg púra vísur í, sigur 59 ára gamli rokkarin. Cooper gjørdist endurføddur kristin fyri meiri enn 20 árum síðani, tá hann stríddist við at sleppa undar misnýtslu av rúsdrekka, skrivar blaðið New Zealand Herald. Nú hevur hann staðið á odda fyri at savna inn meiri enn 12 mió kr. fyri at seta ætlanina í gongd. Miðstøðin fær navnið Kletturin, og har verða m.a. eitt upptøkustudio, konserthøll og eitt kaffihús við einum palli til artistar av alskyns slagi. ­ Virksemið á miðstøðini fer at hava ein kristnan yvirtóna, skrivar blaðið. Alice Cooper byggir kristna miðstøð Alice Cooper - soleiðis sum vit kenna hann. Eftir at hava verið bundin at rúsdrekka, gjørdist hann kristin fyri 20 árum síðani og ynskir nú at hjálpa ungdómi í USA Trev Gregory vitjaði aftur í Føroyum á sjeynda sinni. Hann dugir væl at tosa við ungdómin