fríggjadagur 20. apríl 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult23 cyan23 magenta23 svart23
22
Nr. 75 - 20. apríl 2001
gult22 cyan22 magenta22 svart22
Mannbjørn Jacobsen
Við óumhugsaðu avblástr-
inum av atkvøðuni, verða
skuldi 26 mei, hjá løganni
er fullveldiskósin fyribils
sjálvvalgt bent av.
Eisini eru helst grundir-
nar fyri endaliga vali av
landsstýrismøguleika
í
flokssamgongum til hetta
landstýri, har ein møguleiki
jú var, at Javnaðarflokkurin
var innanfyri, nú nakað væl
tiknar burtur.
Samráts var fram til ein
sjálvstýrislandsstýrismøgul
eika, eins og í 1962, næsta
sjávsstýrislandsstýri, sum
nú í mun til fyrra, sum
hevði vinnumál sum høv-
uðsmál, tók sær sjálvstýris-
mál sum høvuðsmál.
Ætlanin er nú helst, at
virka sum um Javnaðar-
flokkurin er innanfyri aftur
fyri smámolar á fullveldis-
leið, so landsstýrissam-
gongan situr seinasta ári út,
og løgmaður varðveitir
heitið av løgmaður í næsta
sjálvstýrislandstýrinum eitt
ár avtrat afturfyri, at blaka
til Javnaðarflokkin stóra
møguleika sín, at verða
løgmaðurin,
sum
førdi
Føroyar inn millum hinar
tjóðirnar á jøvnum føti.
Endurtøka av 1946
Í veruleika er sama hent
sum í 1946 bara á ein eitt
sindur annan hátt við
nýggju
møguleikanum,
Heimastýrislógin
gevur,
aftanfyri.
Høttandi danskt embætis
og hernaðarvald eru ikki so
nær statt longur, so ein
føroyskur
sambandspo-
litikkara, tosandi 3 fjórð-
ingar danskt og ein fjórðing
føroysk kundi hella seg
afturá tað og hálva seg yvir
ein nýføðings Javnaðar-
flokk, so onki framtaks-
hugað, heldur ikki sosialt,
progressivt - tað fór enn til
Fólkaflokkin, seinni ný-
stovnaða Tjóðveldisflokkin
- var við honum og hann í
ein mansaldur fall afturá
sum samstarvsflokkur hjá
ovur
afturhaldssinnaða
Sambandsflokkinum.
Yvirflutningarnir, seinni
blokkurin, eftir sum donsk
kommunallóggáva
varð
avgjørd í stríði og samráð
millum danskar flokkar í
Fólkatinginum, komu nú
við Sanbandsflokkinum og
Javnaðarflokkinum, seinni
í borgarligum møguleika
millum Sambandsflokkin
og Fólkaflokkin, yvirflutn-
ingar til vinnulívið. Altíð
við Sjálvstýrisflokkinum
mitt ímillum og í landstýri.
Serliga týdning fær hetta
nú, at sjálvstýrissinnaðu
Føroyar frá fyrr av eru
nalvabundnar til danska
statin í lønarluti, so her
helst er frágreiðingin, hví
løgmaður
loypur
frá
atkvøðu, lýst fyri tveimum
árum síðani, at verða
glæsturligi endaróðurin í
væl fyrireikaðari, eisini í
kykmyndaupptøkum, sátt
við Tjóðveldisflokkin, sum
í hesi umbering uppgav
loysingarorðing fyri full-
veldi.
Munurin er, at í 1946
stóðu Sambandsflokkurin
og Javnaðarflokkurin sam-
an um, at hava atkvøðu um
loysing, sum Fólkaflokk-
urin, stóð tað til hann,
hevði steðgað. Nú vildi
Fólkaflokkurin upprunaliga
hava atkvøðu, sambands-
flokkarnir ikki, men nú
donsk høttan búskapar og
lønarliga eydnaðist eru
s a m b a n d s f l o k k a r n i r
áhugaðir og Fólkaflokkurin
avlýsti fólkaatkvøðuna við
grund í einari tilvildarligari
hugsanarkanning
hjá
Dimmalætting og Fróð-
skaparsetrinum.
Tjóðveldisflokkurin stóð
fast
uppá
atkvøðuna.
Sjálvstýrisflokkurin fyrst
eisini, so hevði hann hug at
fella aftur á gamla lut sín
mitt ímillum.
Kristiligi Miðflokkurin í
landstýri hevur her sam-
svarandi støðu sum Sjálv-
stýrisflokkurin við helling
til Javnaðarflokkin.
Høgru megin
Sambandsflokkin
Sambandsflokkurin var til
sins at ganga við til eina
sokallaða íslendska loysn,
persónaluuniónina hjá Ís-
landi í 1918 við avmarkað-
um danskum luti í ávíst
áramál. Hetta gav vón um,
at vinna atkvøðu um eina
samsvarandi føroyska skip-
an í ávíst stytri áramál enn
íslendsku við skipaðari og
bundnari avskiping yvir
ávís áramál av hjálanda og
nýskaptu nýhjalandaleyvd-
unum, so nýggj endalig
atkvøða um loysing í veru-
leika.
Javnaðarflokkurin, sum
onki serligt meinar í hesum
máli - hann vil hava føroy-
ingar at gloyma tað undir
høttan
um
ákæri
fyri
høgranasjonalismu - kennir
seg av Sambandsflokkinum
noyddan út úr krókinum í
málinum og skýtur upp
einstakar yvirtøkir innan
fyri ríkisfelagsskapin.
Greitt er av gongdini í
málinum, at ríkisfelags-
skapurin í mun til hjá
Sambandsflokkinum, sum
hevur opnað møguleikan
persónaluunión - uppruna-
støðan hjá Fólkaflokkinum
- hjá Javnaðarflokkinum er
eitt meginreglumál. Tað
skilst týðiliga av orðingum
hjá J. Eidesgaard, sum er
við uppá alt á loysingarleið
bara tað er innanfyri ríkis-
felagsskapin, heilt knív-
hvast uppat. Her er hann
tilreiðar avtrat - eitt sam-
svar hinumegna við Tjóð-
veldisflokkin -, at fara frá
navninum ríkisfelagskapur
og nevna somu støðu
sjálvstýrislóg, á papírinum
upprunastøðan hjá gamla
sjálvstýrisflokkinum.
So samanumtikið høttir
ein løgin støða har allir
luttakarnir í tjakinum um
ríkisfelagsskapsmálið, her
Sambandsflokkurin
ikki
má metast, at luttaka av
sjálvsagdum orsøkum -
talan er um, at loysa upp
fyri ella avtaka hann og
høttandi Sambandsflokkin
sjálvan -, eru endaðir til
høgru fyri sambandsflokk-
in í málinum eftir stuttari
tíð, um enn er galdandi at,
at tosa ímóti føroyskum og
føroyskum sjálvræði er
høgravent,
undirlegging
undir danskt vald er høgra.
Mørkini, nú verða sett
upp, eru til høgru fyri
persónaluuniónmøguleik-
an.
Nýskipan av
sjálvstýriskreftunum
Undanfýringin hjá Fólka-
flokkinum,
hann
hevdi
møguleika til tað nú, er
møguliga skiljandi. Hann
sær aftur eins og í 1946
møguleika fyri tapi fyri sær
uttan at hann kann gera so
nógv við tað, politiski
raksturin kom nógv at
liggja á vinstravenda Tjóð-
veldisflokkinum, og grund-
arlagið fyri virkinum hjá
flokkinum
høtt
sum
fólkaflokkur
framum
danska systurflokkin sum
konservativur
vinnulívs-
flokkur.
Viðbrekna semjan við
miðflokkarnar um málið
høttir við at fella afturá
aftur sambandsmøguleikan
hjá teimum og við tí, at alt
grundarlagið undan málin-
um fellur.
Rætt av hesum møgu-
leika, og serliga spjaðing
nú millum Fólkaflokkin og
Tjóðveldisflokkin, er eydn-
ast landstýrinum at smíðja
landstýrissamgonguna
saman um eitt samsvarandi
uppskot, sum av veljara-
kanningini vrakaðu, við
ávísum áramálsmunum og
minni bindandi fyri kom-
andi landstýrir, meiri veg-
leiðandi, so atkvøða nú
kemst undan. Helst hevði
hon eins og í 1946 ført til
vinning fyri uppskotinum
um nú fullveldi, tá loysing.
Fyri summar í sam-
gonguni var tapmøguleikin
møguliga sjálvan 14. sep-
tembur ov høttandi útlit.
Nýskipanarroynd av
sambandskreftunum
Samgongumøguleikin mill-
um Sambandsflokkin og
Javnaðarflokkin er so at
siga ikki til staðar, tí
Javnaðarflokkurin
má
halda seg uppat fullveldis-
málinum, annars missur
hann fleiri atkvøður til
Tjóðveldisflokkin,
og
leggja sjógv millum seg og
Sambandsflokkin
við
ósannførandi eftirglíðing-
um sínum í málinum. Tað
er serliga vandamikið fyri
Sambandsflokkin, sum sær
støðu sína sum luttakandi
flokkur í føroyskum poli-
tikki høttað.
Verður fullveldi, er í
hvussu so er ikki brúk fyri
honum sum sambands-
flokki, politiski høvuðslut-
ur hansara festur í navna-
skeltið, tó er brúk fyri
einum liberalum flokki, um
sjálvstýrisflokkurin
ikki
heilt upptekur hetta eins og
í Týsklandi við frælsu
demokratunum. Tað hevði
verið besta skipanin og
hevði nærkað okkum Ís-
landi og Noregi.
Tað liggur helst aftanfyri
royndirnar at fella Edmund
Joensen sum formann í
flokkinum, í hvussu so er
hesa seinnu roynd.
Fyri hóligar kreftir í
flokkinum spælir núverandi
formaður
stjórnarmøgu-
leikan við javnaðarflokkin
av hondum í roynd eins og
Vinstra niðri, at køva og
taka plássið hjá javnað-
arflokkinum í umsiting og
skúlum.
Í Danmark er hetta av
lítlum týdningi, teir skulu í
samgomgu við konserva-
tivu undir øllum umstøð-
um. Hin møguleikin hevur
ongantíð verið ein natúr-
ligur danskur møguleiki,
heldur ikki aðra staðir her
um leiðir uttan í Føroyum
orsakar av ríkisrættarligu
støðu okkara sum land enn
á markinum til hjálanda-
støðu.
Møguleikin
Vendin í málinum vísir
aftur, at Fólkaflokkurin er
óálítandi
sameindur
í
loysingarmálinum. Stóð tað
til hann í 1946 var møgu-
liga onki slíkt mál í dag.
Ein av dønum sjálvvald
dagføring av amtsstøðuni
galdandi við lítlum møgu-
leikin til íðiliga at stremba
á
fullveldismøguleika,
tíansheldur loysing. Tað er
hetta danir ætla aftur, og
møguliga
eydnast
tað
hesuferð við tosi teirra
saman
við
Sambands-
flokkinum um dagføring av
Heimastýrisskipanin, sum
tryggja skal "víddina í
danska
ríkinum",
sum
næstformanður Vinstra tók
til á landsfundinum hjá
Sambandsflokkinum.
Tað hevur sjálvsagt ikki
orsøk í, at frælsishugur ikki
er í flokkinum stovnaður av
stóru
frælsispolitikkara
okkara Jóanes Patursson,
men er orsakað av serstaku
politisku møguleikunum,
sum inn á okkum kroysta
Heimastýrisskipanin bjóðar
við uppbýti í samband og
sjálvstýri. Hon sum kloyvir
okkara politisku mynd í
tvey við vinstru síðu og
høgru síðu á báðum støðum
við høgrasamgongu yvir
longri týðarskeið millum
Fólkaflokkin og Sambands-
flokkin óhugsandi - høgra,
liberala, ella borgarliga
møguleikan aðrastaðir- ,
men Sambandsflokkin víg-
girðandi
sosialistiska
møguleikan.
Tað hevur eisini í aðrar
mátar verið við til at
avmarka sosialu menning-
armøguleikarnar í Føroyum
samanborið við teir í hinum
skandinavisku londunum, tí
uppbyggingin av skúla og
umsitingarverkinum ikki er
egin roynd. Tað nógva av
peninginum í okkara landi
er ikki egin vunnin við tí
menningarmøguleika, tað
gevur, men er eins og
gullskipini til Spania í
miðøldini
yvirflutningur
uttan samsvar í arbeiði í
egnað landi, sum óneyð-
ugerð og máttloysisgerð
egnu royndir.
Berandi
tjóðskapar
kreftir aðrastaðir verða hjá
okkum settar uttanfyri í
staðin fyri lítið mettar
kreftir, samstarvandi við
hernaðarhersetingarvald.
Møguleikin nú var at
koma burturúr hesum, so
Føroyar kom at venda rætt
og fólk við alski til arbeiði
og landi komu í rætta støðu,
nikkudukkir og letingar í tí
til egnaðari støðu ella á
heilsufrøðisligan
stats-
stovn.
Vantandi
álit
á
seg
sjálvan, vantandi sjálvvirð-
ing førir til vantandi virð-
ing fyri øðrum og sum
týðiliga sæst í okkara støðu
fyri egna landi.
Hetta er møguleiki danir
hava sæð fyri sær og ikki
tolt, at teirra fólk í Føroyum
var sett til síðis og lítismett
í arbeiðsstøðu og tykn.
Hugsandi kunnu hernað-
armetingar spæla inn her,
alt tosið um kalda kríggið
og svørtu bók í huga, so teir
hava møguleika at látast
sum um vandi er enn fyri
innrás av ikki verandi risa-
veldi.
Møgulig ávirkan á grøn-
lensku menningina er helst
í huga. Í Føroyum brast
møguleikin
av
donsku
ávirkanina av borgarliga
partinum av fólkaflokkin-
um eins og í 1946. Danir
hava nátt at arbeitt seg inn á
hann.
Góð vón er um, at rákið
ikki bendist av. Fólkaflokk-
urin er sperdur av full-
veldisrákinum, sum enn
merkist. Tjóðveldisflokk-
urin er enn í framgongd.
Stórir bólkar í Fólkaflokk-
inum fostraðir í fullveldis-
tosi høtta við at fara yvir í
stóra Tjóðveldisflokkin.
Ein Wild West einmans-
hertøka av einari danskari
ljósareyðari miðstætt í Før-
oyum framt av danska
statsmálaráðharranum,
bendir ikki rákið av, heldur
umvent.
Føroyingar lata seg helst í
minni mun ikki ræða í dag
enn teir gjørdu í 1946.
Tað
er
ikki
danska
peninginum til Føroyar fyri
at takka, hann er próv-
grundin
hinvegin,
men
tjóðskaparliga sjálvkensl-
an, ment í uppgerð við hesa
uppgávukonugongu ár av
ári.
VIÐMERKINGAR
Samhaldsfast afturhald
TÍÐINDASKRIV
Kvinnufelagið
Sum áður fráboðað
fara limir Kvinnu-
felagsins av og á at
leggja fram bøkur av
samfelagsligum og
hugmyndafrøðiligum
slag, bøkur, ið tær
meta serliga áhuga-
verdar og spennandi.
Tað verður Ann
Rose Amorass, fysio-
terapeutur, ið fyrst
fer at greiða frá og
leggja upp til kjak
um
bókina
hjá
franska sosiologinum
Pierre
Bouerdieu.
Bókin eitur í danskari
týðing »Den masku-
line Dominans« og
kom út í 1999.
Hesin fundur verð-
ur
í
Mettustovu
mánakvøldið
tann
23. apríl kl. 20.
Kjak-
fundur
í Mettu-
stovu
Dartsambandið skip-
aði á páskum fyri
síðstu einstaklinga-
kappingini hetta
kappingarárið.
DART
Tíðindaskriv
Páskaaftan luttóku 17 leik-
arar í einmansleiki. Ovasti
leikarin á styrki-listanum,
Remy G. Hansen, tapti
longu í fjórðingsfinaluni 4-
2 móti Jackie Joensen og
Jackie megnaði í hálv-
finaluni eisini at vinna á
næstovasta leikaranum á
styrkilistanum,
Henrik
Pedersen, úrslitið av hesum
dystinum varð 5-3 til
Jackie. Í hinari hálvfinaluni
vann Alvin Egholm 5-3 á
Poul Poulsen og hóast
Jackie hevði sligið tveir av
stórfavorittunum út, so var
tað ikki nokk til at vinna
finaluna.
Alvin
vann
finaludystin trygt 6-1.
Parkappingin
2. páskadag møttu 14 pør
til kappingina í tvímans-
leiki. Alvin Egholm/Sune
Rasmussen megnað sum
oftast at spæla seg til hálv-
finaluna og tað megnaðu
teir eisini hesuferð.
Teir møttu í hálvfinaluni
Henrik Pedersen/Flemming
Hansen, sum vanliga ikki
spæla saman, men tó vóru
millum sterkastu pørini
henda dagin. Hesin dystur-
in var sera spennandi og tað
var ongantíð meir enn eitt
sett á muni.
Fleiri av settunum vóru
sera góð - heilt niðri á 14 og
15
pílum.
Henrik
&
Flemming vóru meir av-
gjørdir, tá settini skuldi
“lukkast” og tí vunnu teir
eisini dystin 5-4. Henrik
hevði í hesum dystinum
tríggjar útgangir omanfyri
100.
Petur Grønagarð/Henn-
ing Thomsen eru vanliga at
síggja í hálvfinalunum og
hesaferð var einki undan-
tak. Teir møttu Jens Petur
Poulsen/Elias Mikkelsen í
einum rættuliga jøvnum
dysti, sum endaði við ein-
um 5-3 sigri til Jens Petur
& Elias.
Í finaluni var rættuliga
stórur munur, so tað kom
ongantíð
spenningur
í.
Henrik & Flemming gjørdu
skjótt av og vunnu 6-2.
Á tekstvarpinum
Allir
vinnararnir
fingu
steyp og heiðursmerkir frá
Føroya Banka og vunnu
sær samstundis týdningar-
mikil stig til styrkilistan,
sum er at síggja á tekst-
varpssíðu 230.
Seks teir ovastu leikarar-
nir á styrkilistanum fara 28.
og 29. apríl til Danmarkar
at luttaka í København
Open. Kappingarárið her
heima endar um vikuskiftið
við FM-kappingini í Róð-
rarneystinum á Argjum.
Nr. 75 • fríggjadagur • 20. apríl 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroya-
meistarar
Dreingir 10 hjá Neistanum hava í vetur ognað
sær føroyameistaraheitið í sínum aldursbólki.
Vit hava fingið hesa myndina sendandi av
teimum.
Eitt sindur um,
hvussu lutakastið í
kappingini um
Løgmanssteypið
kann fara at laga
seg fríggjamorg-
unin
LØGMANSSTEYP
Jákup Mørk
Lutakastið til fjórðings-
finalurnar í kappingini
um
Løgmanssteypið
verður fríggjamorgunin.
Vit skrivaðu í týsdags-
blaðnum
nakað
um,
hvussu hetta fór fram,
men av tí at ein lítil villa
tá var komin í, skulu vit
her taka saman um aftur
reglurnar fyri lutakastin-
um.
Kunnu hittast aftur
Sum kunnugt eru átta lið
komin víðari, og tey av
hesum, sum hava staðið
seg best í bólkaspælin-
um, fáa í fjórðingsfinal-
uni fyrimun av heima-
vølli. Tey fýra eru B68,
HB og NSÍ, ið hava
vunnið sínar bólkar, og
so KÍ, sum gjørdist besti
tvey’arin í bólkaspælin-
um.
Í týsdagsblað okkara
skrivaðu vit, at lið, sum
hava verið í sama inn-
leiðandi
bólki,
ikki
kunnu hittast í fjórð-
ingsfinaluni, men hetta
er tó ikki heilt rætt.
Reglurnar hjá FSF
fyri lutakastið eru so-
ljóðandi: »Nr. 1 og 2 úr
hvørjum bólki saman
við tveimum teimum
bestu 3’arunum (8 lið)
fara víðari til fjórðings-
finaluna, 1’ararnir og
besti 2’ari verða koyrdir
í pott A og hini liðini í
pott B. Síðan verður
trekt úr potti A og fáa
liðini heimavøll. Síðan
verður trekt úr potti B,
og ansa verður eftir, at
1’ari og 2’ari úr sama
bólki ikki møtast.
Hetta merkir sostatt,
at tað ber til hjá teimum
báðum trý’arunum, sum
eru komnir víðari í
kappingini, at draga tað
liðið, sum endaði fremst
í sama bólki, og gerast
møguleikarnir við luta-
kastinum tí eitt sindur
meira fjølbroyttir, enn
vit høvdu gjørt teir
týsdagin, og skulu vit
seta møguleikarnar up
niðanfyri.
B68 og KÍ kunnu
draga øll liðini úr Potti
B, t.v.s. ÍF, GÍ, B36 ella
VB. HB fær heimavøll
móti antin ÍF, B36 ella
VB, meðan gestirnir í
Runavík verða ÍF, GÍ
ella B36.
Lutakastið
Seinasta kappingin
Alvin Egholm og Jackie Joensen gjørdust ávíkavist nr. 1 og nr. 2 í einmansleiki
Aftast f.v. Torkil Thomsen, Erik Abrahamsen, Heiðrikur
Kristjansson, Rói Olsen, Fríði Jensen, Helgi Ziska, Rúni
Bláfoss, Nicolaj rasmussen og Svanna Hanusardóttir, venjari
Fremst f.v. Einar Martin Jacobsen, Heini Andreasen, Rógvi
Holm, Kriss Finnbjørn Dam Poulsen, Sonni H. Frederiksen,
Bjørn Djurhuus