Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. apríl 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 75 - 20. apríl 2001 25 gult25 cyan25 magenta25 svart25 24 Nr. 75 - 20. apríl 2001 gult24 cyan24 magenta24 svart24 Á samfelagsstevnuni á Skálafjørðinum á páskum tosaði Øssur Berghamar um trúboðanarsøguna hjá brøðrasam- komunum í Føroyum og møguleikar fyri trúboðan TRÚBOÐAN Jóannes Hansen Ein óræddur hermaður Harrans. Hesi orðini standa á einum gravsteini í Gamla kirkjugarði í Havnini. Stein- urin stendur á grøvini hjá D. J. Danielsen ella Dollanum, sum hann varð nevndur. Hann var havnarmaður og livdi frá 1871 og til 1916. At frammanfyri nevndu orð komu á gravsteinin mundi komast av, at hann var tann fyrsti føroyski ytri missio- nerurin. Í fleiri ár var hann í einari sjómansmissión, og síðani í Kongo-Balolo missiónini í Afrika. Hann var maskinmeistari á einum missiónsbáti á Kongoánni og kunngjørdi samstundis evangeliið. Í 1904, tá hann var 33 ára gamal, kom hann aftur til Føroya, tí hann var merktur av malaria. Hann arbeiddi í Føroyum seinastu tólv árini, og vit venda aftur til hansara. Millum mongu kristiligu tiltøkini, sum vóru kring landið á páskum, skipaðu brøðrasamkomurnar kring Skálafjørðin fyri einari missiónsstevnu ella einari stevnu um trúboðan, sum tað varð nevnt. Umframt møtir og samkomur varð skipað fyri einari framsýn- ing, har umleið 20 felags- skapir og samfeløg, sum eru innanfyri føroysku samkomurnar, sýndu fram. Mett verður, at frá tí at framsýngin lat upp langa fríggjadag og inntil hon lat aftur 2. páskadag, varð hon vitjað av umleið tvey túsund fólkum. Ein av luttakarunum á stevnuni var Øssur Berg- hamar. Í næstan 28 ár hevur hann verið trúboðari mill- um føroyingar í Keyp- mannahavn. Hansara leik- lutur á stevnuni var millum annað at lýsa trúboð- anarsøguna hjá samkomun- um og møguleikar fyri trúboðan. – Framsýningin sýndi, at møguleikarnir eru ótelj- andi. Eg haldi, at legurnar í Zarepta hava verið eitt ógvuliga týdningarmikið trúboðanarverk í eina trið- ings øld, og vit kundu t. d. nevnt trúboðanina í skriv- aða orðinum, útvarpi, sjón- varpi og á so ógvuliga mangar mátar - bæði burt- uri og heima. Men tá alt kemur til alt, so eru tað um- vend og yvirgivin menn- iskju, sum í hjarta og sinni eru gripin av boðskapinum um frelsu í Kristi Jesusar blóði, ið kunnu gera nýtslu av øllum amboðunum, staðfestir Øssur Bergham- ar, tá vit spyrja hann um møguleikarnar. Nýtt ættarlið fyri tríati árum síðani Tá vit fregnast eftir trúboð- anarsøguna hjá brøðrasam- komunum í Føroyum, vísir Øssur Berghamar á, at tað serliga hevur verið tey sein- astu tríati árini, at trúboð- arar eru farnir frá samkom- unum og í fremmand lond at kunngera gleðiboð- skapin: – Gamli Sloan, sum var skoti, var fyrsti trúboðarin í Føroyum. Av tí, sum hann sáaði, komu fólk til trúgv og samkomur vórðu grund- aðar. Fyrrapartin av 20. øld vóru Andrew Sloan og Victor Danielsen kendir trúboðarar í Føroyum, og frá umleið 1960 fóru aðrir at arbeiða sum fulltíðar trúboðarar í Føroyum, t. d. Zacharias Zachariassen í Gøtu og Brynleif Hansen, sáli, sum var ættaður úr Fuglafirði, og sum var und- angongumaður fyri legun- um í Zarepta. Hetta eru trúboðarar, sum hava arbeitt og arbeiða í Føroyum, og aðrir eru komnir síðani. Tá tað snýr seg um føroyskar trúboð- arar aðra staðni greiðir Øssur Berghamar soleiðis frá: – D. J. Danielsen ella Dollin var nevndur. Frá tí at hann legði frá sær og fram til umleið 1970 fór eingin úr føroysku brøðrasam- komunum aðra staðni fyri at brúka alla sína tíð í trúboðanarverki. Fyri 40- 45 árum síðani gav Petur Háberg, sáli, eitt tíðarrit út, sum hann nevndi Lív og læru. Í 1961 skrivar Zacharias Zachariassen, sum tá var á bíbliuskúla í Onglandi, so rannsakandi, so rannsakandi um henda spurningin. Tað gjørdi hann, beint eftir at Victor Danielsen var deyður. Zacharias skrivar: " Hugsa um hetta: Í meiri enn 40 ár er eingin føroyingur í samkomuni stigin fult út fyri Kristus. Eitt tómt pláss. Eitt varskóskot". – Eg havi ikki nágreini- liga talið á teimum, sum síðani tá eru farin úr sam- komunum í Føroyum við tí endamáli at kunngera gleðiboðskapin fyri fremm- andum fólkum og fólka- sløgum, men tey eru mong. Nú eru trúboðarar í Íslandi, Eysturgrønlandi, Vestur- grønlandi, Suðurgrønlandi, Danmark, USA, Meksiko, Venesuela, Guinea í Vest- urafrika, Senegal, Papua Nyguinea, Sorimi, Filips- oyggjunum, Russlandi, Mongolia og ivaleyst aðra staðni við. Tá hava vit ikki nevnt tey, sum eru trú- boðarar aðra staðni út frá øðrum samfeløgum í Føroyum, og tey, sum eru í stutttíðartænastu í fleiri londum og sum eitt nú eru við missiónsskipum, so- leiðis sum Dollin var tað fyri hundrað árum síðani. Hví eru so nógvir føroy- ingar trúboðarar aðra staðni? – Gud hevur signað okkara lítla land ríkiliga. Nógv hava funnið frið við Gud, og tað er hugaligt og gleðiligt at staðfesta, at tey eru mong, sum hava verið kallinum líðin. Harrin Jesus segði jú, áðrenn hann fór til Himmals, við læri- sveinarnar, at teir skuldu fara út í allan heimin við gleðiboðskapinum. Trygg- ingin hjá hesum var, at Gud hevði alt vald, og vit kunnu siga, at teirra pensión var, orð Kristusar, at "Eg eri við tykkum allar dagar inntil enda tíðarinnar". Herfólk Harrans heima og burturi Umleið 20 felagsskapir og samfeløg luttøku í framsýningini um trúboðan Mynd: Judith Johannesen Føroyingar eru at finna alla staðni, plagar at verða tikið til. Eisini innan trúboðan arbeiða nógvir føroyingar aðra staðni í heiminum. Á stevnuni, sum á páskum var í ítróttarhøllini í Runavík, vóru yvirlit, sum vístu, hvagar fólk, sum eru knýtt at brøðra- samkomunum í Føroy- um, eru farin við tí endamálinum at kunn- gera evangeliið og at taka lut í kristiligum ar- beiði annars. Summi av hesum eru í fulltíðar trúboðanarstavi, meðan onkur eisini hava annað arbeiði, alt meðan tey eru í trúboðanarverki. Í hesum yvirlitinum eru ikki tey, sum starvast í og út frá samkomunum heima á landi, og tey, sum eru uttanfyri land- oddarnar eitt avmarkað tíðarskeið, t. d. tey sum starvast innan trúboðan- arfelagsskapin OM. DANMARK Keypmannahavn Andrew og Sara Berg- hamar Øssur og Susan Berg- hamar Valdemar og Ruth Lützen Hirtshals Virgar og Ella Jacobsen Levi og Greta Joensen ÍSLAND Jógvan og Rósa Purkhús Nils og Andrea Stórá GRØNLAND Qaqortoq Jørundur og Linda Hansen Paamiut Bárður og Jóhanna Ljós- heim Tryggvi og Lena Nes- hamar Nuuk Hans og Jonna Sivertsen Ammassalik Niels og Miriam Vang USA Óli á Grømma og Judy Jacobsen John og Gudny Munro MEKSIKO Inga McKendry VENESUELA Ingvard og Erla Lómstein Petersen Jóhannes Frants Poulsen Símin og Dania í Túni SENEGAL David og Anna Rodda GUINEA Hans Arni og Marion Jensen RUSSLAND Ivor og Guðrun Tutty FILIPSOYGGJARNAR Ragnar og Liz Niclasen Jógvan Júst og Cathy Rasmussen PAPUA Ný GUINEA Peter og Rachel Hansen Poul og Carol Joensen Sonne og Julie Poulsen MONGOLIA Dan og Christy Jacobsen Supply hevur stóran týdning Síðani vit fóru at hoyra um oljuvinnuna í Føroyum, er supply vorðið eitt alt meiri kent og viðkomandi orð. Øssur Berghamar vísir á, at hetta sama hugtakið hevur stóran týdning í trúboð- anarverki: – Veitingarnar heiman- ífrá eru alneyðugar. Tað er lívsneyðugt, at tey, sum eru heima, minnast tey í bøn, sum eru farin út við evangelinum, og at tey, sum eru farin aðra staðni við evangelinum, stuðla trú- boðanini og trúboðarunum. Týdningurin av hesum varð nógv undirstrikaður á stevnuni á Skálafjørðinum, og tað var sera viðkomandi. Tað er ein forrættur at vera við í trúboðanini, og tann forrættin eiga ikki bara tey, sum verða nevnd fulltíðar trúboðarar, lut í, men øll, sum á so sera ymiskan og fjøltáttaðan hátt stuðla trúboðanini og trúboð- arunum, lut í. Vit eiga at vera trúboðarar, sum boða tað, ið okkum er givið, og sum á gravsteininum á grøvini hjá D. J. Danielsen í kirkjugarðinum undir Svínaryggi, so vildi eg ynskt, at tað kundi verið sagt um okkum, at vit vóru óræddir hermenn Harrans, ella sum tað hevur verið sungið í Zarepta í mong ár "Eg eri við í Guds heri og stríðist fyri sannleikan", endar Øssur Berghamar. Í dag fara hann og eing- ilska kona hansara, Susan, aftur til Keypmannahavnar at halda fram í kristiliga og sosiala arbeiðnum, sum tey síðani 1973 hava gjørt út frá Kristnastovu á Birmavej á Amager. Saman við teimum arbeiða í fulltíðar starvi eldri sonur teirra Andrew og kona hansara Sara. Systkinabørnini Øssur Berghamar og Símun í Túni hava í tilsamans meira enn eina hálva øld verið trúboðarar uttanlands Mynd: Judith Johannesen Frá framsýningini Mynd: Judith Johannesen Kring allan knøttin Susan og Øssur Berghamar hava verið í Danmark síðani 1972 Mynd: Judith Johannesen