mánadagur 27. august 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 164 - 27. august 2007
ð fáa frið at viðgera málið
teir neyvan at fella verandi
uppskot við at atkvøða fyri
nývali.
Latið tingið fáa frið
-Skal eg mæla løgmanni til
nakað, so er tað at lata ting-
ið fáa frið at viðgera hetta
málið, soleiðis sum tað er
lagt fram. Tað er tingið,
sum hevur lagt tað fram og
ikki landsstýrið. Heldur eig-
ur løgmaður at syrgja fyri,
at samgongan prógvar fyri
veljarunum nú, at hon er
før fyri at leggja eina skila-
góða fíggjarlóg við eini
skilagóðari raðfesting fram,
soleiðis at vit kunnu prógva,
at henda samgonga er verd
at halda fram til eitt koman-
di val.
Tingformaðurin heldur
eisini tað er rætt av løgman-
ni at halda fast um at hava
valið 19. januar.
Hvørja viðmerking hevur
Edmund Joensen til, at for-
menninir í sam-gon-gu-
flokkunum eru samdir um
uppskot frá løgmanni um,
at koyra uppskotið um Før-
oyar sum eitt valdømi ígjøg-
num nú men broyta tað, so
tað ikki fer at virka fyrr enn
eftir næsta val.
-Eg má endurtaka, at het-
ta er eitt tingmál, og eg hal-
di løgmaður skal halda
fingrarnar langt vekk frá
hesum máli.
Sjálvur veit Edmund posi-
tivt, at teir einstøku tinglim-
irnir í samgonguflokkunum,
hava ikki givið til kennar, at
teir fara at taka undir við
semjuuppskoti
løgmans,
hóast formenninir siga seg
stuðla tí. –Sambandsflokk-
urin viðgjørdi tað, og hann
segði, at tingið hevði málið
til viðgerðar, og at tað
sostatt ikki var samgongan,
sum avgjørdi tað.
-Eg fari ongantíð at ganga
frá eini avtalu í tinginum
við allar flokkar at leggja
hetta uppskot fyri tingið,
og at tingið frítt skal viðgera
tað, og ístaðin gera eina
aðra avtalu við samgongu-
flokkarnar. Tað ber ikki til.
Tá havi eg ikki hildið orð
sigur Edmund Joensen.
Sandy skiftir flokk
Fyrrverandi sosialdemokratiski fólkatingslimurin Sandy
Brinck hevur tikið seg úr sosialdemokratiska flookkinum
og er farin upp í Sosialistiska Fólkaflokkin, skrivar
Berlingarin. Sandy Brinck váttar fyri blaðnum, at hon er
farin upp í SF, men hon vil ikki siga, um hon ætlar sær at
stilla upp fyri flokkin til næsta fólkatingsval. Sandy
Brinck var ein av stuðlunum hjá Frank Jensen, tá
Sosialdemokratarnir valdu formann seinast.
Trolarar tiknir
Í Grønlandi hevur sjóverjan tikið tveir trolarar fyri ymisk
brot á veiðireglurnar. Tað var sjóverjuskipið Tulugaq, sum
kom fram á trolararnar Claudia og C. N. Olsen II. Tað
vísti seg, at hvørgin av trolarunum hevði skiljirist í
trolinum, sjálvt um tað er lógarkrav, og harafturat vísti tað
seg, at skiparin á Claudia hevði ikki skrivað upp, hvussu
nógv var komið í lastina. Skipararnir tóku ikki við
sektararuppskoti, og tí eru málini latin løgregluni í Nuuk,
sigur KNR.
- Edmund Joensen
veit full væl, at
hann er í ferð við at
spreingja samgong-
una í luftina, sigur
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, um
kontantu útmeld-
ingina frá Edmundi
Joensen á Portalin-
um í gjár
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Eg kann bara staðfesta,
at eg havi tveir trupulleik-
ar, sum eru skaptir innan-
hýsis í Sambandsflokkin-
um. Annar er, at Edmund
Joensen hevur lagt hetta
uppskotið fram, hitt er, at
Marjus Dam av hesum
hóttir við at slíta samgon-
guna – og so kann eg eisi-
ni staðfesta, at Edmund
Joensen ikki leggur nógv
í samgonguna.
Hetta sigur Jóannes Eid-
esgaard, løgmaður í við-
merking til tað, sum
Edmund Joensen segði
við Portalin í leygardagin
og sum eisini er prentað
her í blaðnum, har hann
bað løgmann halda fingr-
arnar vekk frá upp-skotin-
um um at gera Føroya til
eitt valdømi.
- Eg kundi eisini sagt,
at Edmund Joensen skal
halda fingrarnar burtur.
Men hann hevur við nøkr-
um góðum og sakligum
grundgevingum víst á,
hví hann sum tingformað-
ur leggur uppskotið fram.
Tað virði eg, men hann
má eisini viðganga, at tað
er eitt missil, sum hann
hevur slept í samgong-
una.
Løgmaður
sigur,
at
sjálvandi
virðir
hann
demokratisku spælireglar-
nar á tingi. – Eg havi bara
roynt at finna eina loysn,
sum báðir partar kunnu
liva við – og tað var semj-
an, sum varð gjørd millum
floksformenninar í sam-
gonguni, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Tann semjan gongur út
uppá, at Føroyar gerast
eitt valdømi eftir næsta
val. Men sum ein kom-
pensatión verður ting-
mannatalið hækkað til
33, og fær Suðurstreymoy
ein tingmann afturat.
- Hetta er ein loysn,
sum Edmund Joensen
eisini átti at kunna livað
við. Hann nertir jú nakað
grundleggjandi
við
hasum uppskotinum, tí
tað er viðkomandi hjá
øllum. Fleiri flokkar eru
eisini
farnir
undir
uppstilling, so tað er ein
stór broyting, sum floks-
apparatini als ikki eru
gearað til. Tey, sum eru
misnøgd um hetta upp-
skotið, hava sín fulla rætt
til tað, tí timingin er ikki
góð at koma við slíkum
beint undan einum vali.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at hann sjálvur er fyri
at gera Føroya til eitt val-
dømi.
Hesum
boðaði
hann frá í ólavsøkurøðuni,
har hann eisini vísti á, at
hann helt, at málið átti at
farið til fólkaatkvøðu.
Hann veit eisini, at ein
meirluti í tinginum er fyri
uppskotinum, og at kann-
ingar vísa, at eisini ein
meiriluti í fólkinum er
fyri hesum.
Løgmaður heldur, at
tað hevur stóran týdning
at fáa lýst, hvørjum tað
er, sum útjaðarin er bang-
in fyri við at gera landið
til eitt valdømi. Hetta
heldur hann kann gerast,
nú lógin ikki kemur í gildi
fyrr enn eftir næsta val.
Edmund er í ferð við at
spreingja samgonguna