mánadagur 27. august 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 164 - 27. august 2007
– Eg eri samdur við
løgmanni, tá hann
sigur við Portalin,
at Edmund Joensen
er við at sprongja
samgonguna við upp
skotinum um Føroyar
sum eitt valdømi.
Spurningurin er,
um tað ikki hevði
verið best við einum
vali nú fyri at
reinsa luftina sigur
Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður
Ósemja
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Jógvan á Lakjuni, landsstýr
ismaður er sera ørkymlaður
av seinastu útspælunum frá
Edmundi Joensen, tingfor
manni. – At koma við ein
um so stórum máli sum at
gera Føroyar til eitt valdømi
beint upp undir eitt val meti
eg at vera sera álvarsligt.
Valskipanin er stórur partur
av demokratiinum, og eg
eri sannførdur um, at vit
eiga at gera nakrar broyting
ar, men tá vit fara frá okkara
aldargomlu skipan og til
eina heilt nýggja, so má
hetta gerast ordiliga sigur
Jógvan á Lakjuni og heldur
fram: – Edmund Joensen
sigur við Portalin, at hetta
hevur verið umrøtt í 20 ár,
men tað er ikki rætt. At gera
landið til eitt valdømi hevur
ongantíð
verið
veruliga
umrøtt. Okkurt hevur verið
lagt fyri tingið men tað er
ikki nokk.
Jógvan á Lakjuni sigur
seg hava alla virðing fyri
formansskapinum í tingi
num, men hann heldur, at
tað virkar sera løgið, at ting
formaðurin leggur slíkt upp
skot fram. Eg góðtaki
heldur ikki, tá Edmund
Joensen sigur, at hetta er
bara eitt mál fyri tingið. Vit
hava eitt samgonguskjal, og
har stendur, at vit skulu
endurskoða vallógina. Kann
man loypa frá tí bara tí man
er tingformaður spyr hann.
Landsstýrismaðurin fyri
Fólkaflokkin sigur víðari,
at tað eru í mesta lagi 4
mánaðir til val og man kann
ikki leggja so stórt mál fyri
tingið so stutt undan einum
vali. – Eg haldi tað er sera
prinsipielt, at man nú vil
avtaka ein gamlan rætt, sum
sigur, at at øll øki í landi
num skulu vera umboðað á
tingi. Jógvan á Lakjuni ber
ótta fyri, at smærri øki sum
Sandoyggin fara at missa
síni umboð.
Sentralstýrda
uppstilling
Hann vísir á, at floksappa
ratini eru veik, har man
hevur nøkur vælfeløg, sum
fungera meira ella minni
væl. – Vit hava grasrøtur
kring landið, og hvat blívur
av teimum, um alt skal
sentralstýrast. Tú fer at fáa
eina sentralstýrda uppstill
ing, tvs.at tú fær nøkur fólk
í Havn, sum skulu gera av,
hvør skal stilla upp runt
kring landið. Tað ræðist eg.
Jógvan á Lakjuni sigur
víðari, at tað er rætt sum
Marius Dam sigur, at hetta
málið krevur eina nógv
størri kanning og kjak. – Eg
haldi, at Edmund Joensen í
sínum úttalilsum er sera
arrogantur, tá hann sigur, at
eingin sleppur at forhála
hetta málið. Tað verður
sanniliga oftani givin meira
tíð enn ein mánaði at við
gera eitt mál. Tað eru stór
mál, sum oftani fáa upp í
34 mánaðir viðgerð í
nevnd, og skal hetta stórmál
ið bara hurrast ígjøgnum,
so ger tað meg enn meira
bangnan. Tá spyr man, hvat
veruliga motivið er fyri tí.
Fyri mær er tað so stórt
mál, at minst tvey ting eiga
at taka støðu til tað. Eg havi
ótrúliga ringt við at lata
hetta bara fara afturvið
borðinum, og eg kenni meg
sera frustreraðan av øllum
tí, sum er komið fram í sein
astuni.
– Tað hevur verið frammi,
at uppskotið um eitt val
dømi verður lagt fram, tí
ávísir tingmenn bera ótta
fyri at teir annars ikki verða
afturvaldir. Hvat sigur tú til
tað?
Tað luktar eitt sindur av
hesum. Um hetta er
motivið, so er tað sera
ræðandi.
Reinsa luftina
Jógvan á Lakjuni er ikki
ósamdur við løgmanni, sum
við Portalin í vikuskiftinum
sigur, at uppskotið hjá
Edmundi kann sprongja
samgonguna. –Tað verður
ringt at liva við hesum, og
tí er spurningurin, um tað
ikki hevði verið rætt at
reinsa luftina og fingið eitt
val nú. Lat okkum nú síggja
komandi dagarnar, hvussu
støðan verður. Og hann
heldur fram:
– Eg haldi, at tað er
skeivt, at tingið skal koyra
hetta ígjøgnum, áðrenn eitt
val. Koyrir tað so nógv í ein
spíss, sum alt nú bendir á,
so er spurningurin, um vit
ikki skulu taka eitt val, sum
tá eisini fer at hava við sær,
at uppskotið hjá Edmundi
Joensen dettur av borði
num.
– Men hvat við øllum
uppskotunum tit sum sam
gonga ætla at fremja í
heyst?
– Eg eri sjálvandi sera
harmur um, at tey mugu
bíða, men hetta málið kann
skapa so nógv stríð og rumb
ul, at tað er spurningurin,
um ikki eitt skjótt val hevði
verið nógv betri.
Jógvan á Lakjuni:
– Eitt val nú hevði
reinsað luftina
Mugu
ikki leypa
framav
Varaløgmaður,
Bjarni Djurholm,
sigur at vit mugu
fyri alt í verðini ikki
útskriva nýval, so
at uppskotið um
at gera Føroyar til
eitt valdømi, dettur
burtur
POLITIKKUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vit mugu fyri alt í
verðini syrgja fyri, at
uppskotið um at gera
Føroyar til eitt valdømi,
ikki dettur burtur.
Tað hedur Bjarni Djur
holm, sum er virkandi
løgmaður, nú Jóannes
Eidesgaard er burtur
staddur.
Tí heldur hann, at vit
eiga at vera sera varin,
áðrenn vit hugsa um at
útskriva nýval.
Uppskotið um at gera
Føroyar til eitt valdømi,
er ógvuliga umráðandi
og tí mugu vit undir øll
um umstøðum bera so í
bandi, at Løgtingið fær
viðgjørt uppskotið og
tað má eitt nýval ikki
forða fyri, sigur hann.
Hann hevur ein ill
gruna um, at tey, sum nú
eru farin at røða um
nýval, eru tey, sum eru
ímóti, at Føroyar verða
eitt valdømi og at tey
vilja hava nýval fyri at
uppskotið
skal
detta
burtur.
Hann vísir eisini á, at
samgongan hevur onnur
stórmál á skránni í heyst
og at tað vildi verið spell,
skuldu eisini tey dottið
niður ímillum.
Óskil við
tablettum
Ein eftirlitskanning hjá
teimum donsku
embætislæknunum vísir, at
tað gongst illa hjá teimum
donsku ellis og
røktarheimunum at halda skil á, hvørjar tablettir fólk skulu hava, og nær tey skulu hava
tær. Umleið helmingurin av ellis og røktarheimunum høvdu trupulleikar við
tablettunum. Anne Mette Dons, yvirlækni í Heilsustýrinum, sigur við TV2, at málið er
sera álvarssamt, tí í versta føri kann óskil við tablettunum kosta mannalív.
Svenskt flogfar bumbuhótt
Seint í gjárkvøldið fekk svenska løgreglan boð um, at ein bumba var
umborð á einum flogfari, sum skuldi úr Stockholm til Istanbul í Turkalandi.
Løgreglan sendi servandar teknikarar og bumbuhundar at rannsaka
flogfarið, sum stóð á Arlandaflogvøllinum, men gar var eingin bumba at
finna. Klokkan fýra í morgun slapp flogfarið avstað; seks tímar seinkað.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður er ørkymlaður av støðuni, sum hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum á uppskotinum um
Føroyar sum eitt valdømi