Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 164 - 27. august 2007 Stilla flokkarnir serstakar kvinnu­ listar upp, verða fleiri kvinnur valdar, og soleiðis fáa kvinnu­ veljarar eina kvinnu fyri atkvøðuna Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Nógv bendir á, at javn­ aðarkvinnur í Suðurstreymi hava ætlanir um at stilla upp á einum internum kvinnulista, soleiðis at flokkurin hevur tveir listar til løgtingsvalið. Endamálið við hesum er, at fáa fleiri kvinnur valdar, og at tryggja, at fólk sum ynskja fleiri kvinnur valdar, fáa eina kvinnu fyri atkvøð­ una. Tað er Ingrid Henriksen, limur í javnstøðubólkinum hjá Javnaðarflokkinum, sum er komin fram á eina higartil lítið brúkta grein í vallógini, har latið verður upp fyri, at flokkar stilla fleiri listar upp. Ein flokkur - tveir listar Sum skilst, er skipanin soleiðis skrúvað saman, at flokkurin fær tær atkvøður og sessir, sum hann hevði fingið óansæð. Men listar­ nir eiga sínar egnu atkvøður, og valevnini á teimum eru óheft at hinum listanum. Sostatt fær listin við flest atkvøðum fyrstvalda og hin listin fær næstvalda. Um flokkurin fær tríggjar sessir í valdøminum og a­ listin fær 1600 atkvøður og b­listin fær 1000, so fær a­ listin fyrsta sessin. Og b­ listin fær næsta sessin. Síð­ ani verða samlaðu atkvøð­ urnar hjá báðum listunum býttar í 2. Hetta gevir ávika­ vist 800 og 500 atkvøður. Sostatt fær a­listin triðja sessin. Eitt hugsað dømi kundi verið, at flokkurin fær einar 3000 atkvøður tilsamans. Fremsti á a­listanum fær 600 atkvøður og næsti fær 400, meðan hini fáa umleið 50 í part. Á b­listanum fær fremsta valevnið 300 atkvøður, meðan restin er kristiliga býtt millum hini valevnini. Tá verður fremsti á a­listanum fyrst­valdur og fremsti á b­listanum næst­ valdur, hóast fyrstvaldi á b­ listanum hevur fingið færri persónligar atkvøður enn næstvaldi á a­listanum. Ikki positiv serviðgerð Men er her ikki talan um positiva serviðgerð av kvinnum, so tær verða vald­ ar, hóast tær hava færri atkvøður enn menninir? ­ Nei, eg haldi ikki at man kann rópa tað positiva serviðgerð. Flokkurin fær sínar atkvøður, og teir mongu veljararnir, sum ynskja eina kvinnu, fáa eina kvinnu fyri atkvøðuna. Hetta millum annað eisini tí at listaatkvøðurnar til kvinnulistan koma kvinnu­ num til góðar, og ikki bara verða etnar upp av mann­ ligum toppskorarum. Sum støðan er nú, eru tað menn­ inir, sum fáa positiva servið­ gerð, millum annað tí teir verða hálaðir inn av kvinnu­ num, sigur Ingrid Henrik­ sen. Aðrir flokkar eisini Ingrid Henriksen greiðir frá, at við javnstøðueygum verður ofta latið positivt at teimum flokkum, sum hava nógvar kvinnur á listanum. ­ Men veruleikin er, at hóast tær fáa nógvar at­ kvøður, so fær ongin teirra somikið nógvar atkvøður, at hon verður vald, sigur Ingrid Henriksen, sum í løt­ uni kannar møguleikan fyri at stilla upp ein kvinnulista hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymi. Hon sigur seg eisini hava tosað við kvinnur í øðrum flokkum í Suðurstreymi, og tað er als ikki óhugsandi at onkur annar flokkur eisini fer at stilla kvinnulista upp. ­ Um veljararnir ynskja eina kvinna, so kunnu teir nú atkvøða fyri einari av kvinnunum á listanum, ella fyri listanum sjálvum. Tá er meira sannlíkt, at í øllum førum annað av teimum báðum umboðunum, sum vit vanliga fáa í Suður­ streymi, verður ein kvinna, sigur hon. Javnstøðunevndin fegnast Kári á Rógvi, formaður í Javnstøðunevndini, heldur tankarnar vera spennandi, og sigur, at Løgtingsvallógin loyvir alternativum listum fyri sama flokk. Flokkurin kann antin velja at stilla fleiri listar upp ella velja at viðurkenna fleiri listar. ­ Hesin møguleiki kann tí brúkast, um ósemja er um uppstillingina, men eisini um stuðlar hjá einum flokki halda, at flokkurin tilsamans kann fáa betri úrslit við fleiri listum. Hugsast kann, at til dømis kvinnulisti í Suðurstreymi hjá teimum stóru flokkunum kann tryggja bæði fleiri atkvøður tilsamans til flokkin, umframt javnari kynsbýti, sigur hann. Nógv ár síðan seinast Kári á Rógvi, sum eisini er løgfrøðingum, sigur, at grein 18 í lógini ásetir, at verða fleiri listar latnir fyri sama flokk fáa teir eitt tal afturat bókstavinum. Til dømi C1 og C2 fyri javn­ aðarflokkin. Koma fleiri listar inn frá stuðlum hjá sama flokki, kann flokkurin boða frá, um hann vil kenn­ ast við teir einstøku listar­ nar. Sigur flokkurin onki, verða listarnir roknaðir sum góðkendir av flokkinum, annars verða teir roknaðir sum uttanflokkalistar. ­ Seinast møguleikin varð brúktur á løgtingsvali var í 1962, tá tveir vallistar vóru fyri Tjóðveldisflokkin í Eysturoynni – tveir ting­ menn vórðu valdir, men annar var eykavaldur. Ser­ liga var tað tó valið í 1936, sum var merkt av alterna­ tivum listum, tá ið Sjálv­ stýrisflokkurin var um at fara í tvíningar, sigur Kári á Rógvi. Hann vísir eisini á, at lógin er ikki púra greið, tá ið ræður um uppgerðina av valinum, men fordømi eru bæði í Føroyum og í Dan­ mark, har tað er rættiliga vanligt til kommunuval, at fleiri listar eru fyri sama flokk. Genialt hugskot Jógvan Mørkøre, samfelags­ frøðingur, heldur hetta vera eitt áhugavert hugskot. ­ Tað geniala er, at kvinn­ urnar á einum internum kvinnulista ikki oyðileggja tað fyri hvørji aðra. Nú ber til at hava nógvar kvinnur á einum flokslista, ella rætt­ ari, einum internum floks­ lista, uttan at tær taka atkvøður frá hvørjari aðrari og harvið slóða fyri monnu­ num. Samstundis gevur tað tí veljaranum, ið vil atkvøða kvinnu inn trygd fyri, at atkvøðan veruliga hjálpir einari kvinnu, sigur Jógvan Mørkøre. Vallógin letur upp Hann vísir eisini á, at hetta ikki krevur nakra broyting í vallógini. ­ Tað ber til at gera tað uttan víðari hjá kvinnum (og monnum, ið vilja vera stillarar hjá kvinn­ um) í tí einstaka valdømi­ num. Flokkurin skal góð­ kenna listan, gamaní. Men tað verður ólukksáliga trup­ ult at siga nei, fyri ikki at siga ógjørligt, sigur Jógvan Mørkøre. Jógvan Mørkøre sigur, at verða Føroyar eitt valdømi, so er ikki óhugsandi, at fleiri internir kvinnulistar verða. ­ Í øllum førum hjá størri flokkunum, har tað veruliga kann gagnast kvinnunum, sigur hann. Fleiri valdømi Samfelagsfrøðingurin sig­ ur, at verða Føroyar verandi 7 valdømi skulu vit ikki vænta slíkar listar aðrastaðni enn í Suðurstreymoy. Kanska ein, og møguliga tveir uttan fyri høvuðs­ staðarøki. Tað hongur sam­ an við, at tað serliga er í Suðurstreymoy, at stóru flokkarnir vanliga fáa tveir valdømisvaldar tinglimir, onkuntíð tríggjar. Uttan fyri Suðurstreymoy fær Fólka­ flokkurin ofta 2 í Norð­ oyggjum, Sambandsflokk­ urin 2 í Eysturoynni og Javnaðarflokkurin 2 (onkun­ tíð 3) í Suðuroy. ­ Tað skuldi so verið hjá flokkunum í hesum valdøm­ um, at ein realistiskur møgu­ leiki er hjá kvinnum at royna seg uppá henda mát­ an, sigur Jógvan Mørkøre. Kvirrar telefonir á politistøðini Tað var merkiliga friðarligt hjá løgregluni um alt landið leygarnáttina og telefonirnar hava verið mestsum kvirrar. Men kortini hevur ein bilførari alla orsøk til at vera nervøsur fyri koyrikortinum, tí í leygarnáttina var hann tikin fyri at koyra 124 kilometrar um tímam á vegnum millum fjarða, har tað er loyvt at koyra 80, og hetta er hann nú skuldsettur fyri. Svínoyingar atkvøða í dag Í dag sleppa teir 44 borgararnir í Svínoyar kommunu at siga ja ella nei til ætlaðu samanleggingina við Klaksvík. Atkvøtt verður í skúlanum í bygdini millum klokkan 13 og 16, men borgarar, sum ikki væntaðu at verða heima, kundu atkvøða frammanundan hjá valnevndini í bygdini, í Miðluni í Klaksvík ella í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu. Sum skilst hava fleiri longu gjørt brúk av hesum møguleikunum. Soleiðis koma kvinnur á ting Vallógin um valevnislistar: § 18. Stillar sami flokkur fleiri listar upp í sama valdømi ella biðja fleiri listar um at fáa somu bókstavamerking, setur valnevndin eitt tal aftrat bókstavamerkinum (A1, A2, A3 o.s.fr.). 2. stk. Í seinasta lagi kl. 18.00 14 dagar áðrenn valdagin kann ein flokkur skrivliga boða formanninum fyri viðkomandi løgtingsvalnevnd frá, hvønn ella hvørjar valevnislistar hann góðkennir sum listar floksins. Verður ongin tílík fráboðan gjørd, verða teir valevnislistar, sum taka undir við flokkinum, roknaðir sum góðkendir av honum. Valevnislistar, sum ikki verða góðkendir av flokkinum, verða at rokna sum uttanflokkalistar. FAKTA – Tað geniala er, at kvinnurnar á einum internum kvinnulista ikki oyðileggja tað fyri hvørji aðra, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur