Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 164 - 27. august 2007 - Í mun til festivalin í fjør, tá vit fingu nøkur óheppin avboð, stutt áðrenn tiltakið skuldi byrja, hava vit nú fingið vónina aftur, sigur Leif Eliasen, sum á fimmta sinni hevur staðið aftanfyri Trucker-festivalin, sum var í Runavík leyg- ardagin og sunnudagin festivalur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin va r í Runavík leyg­ardag­in, tá bilarnir, sum høvdu tilmeldað seg­ til Trucker-festivalin, komu út á økið við Ítróttarhøllina. Tað var váttlig­t í veðrinum og­ heldur illfýsið hesa løtu, men vónir vóru um, at lík- indini fór at batna út á seinnapartin. - Vit vænta, at veðrið fer at g­erast turrari og­ fer at blíðka, sum dag­urin líður, seg­ði Hug­o Skorastein, hjálp- armaður hjá fyriskiparanum. Og­ rætt hevði Hug­o. Løtu eftir vitjanina í Runa- vík, sleit hann í eina løtu, og­ veðrið g­jørdist heldur blíða- ri. Einir 33 bilar av ymiskum slag­i luttóku á Trucker-festi- valinum hesaferð. Tað er klaksvíking­urin, Leif Eliasen, ið stendur sum fyriskipari av festival- inum, og­ hetta er fimmta árið, at skipað verður fyri tiltakinum. Samvera og hugni Hug­o Skorastein læt okkum vita, at hetta eru hug­nalig­ir dag­ar hjá teimum, sum koyra stórar bilar, bussar og­ kranar, og­ hetta er eitt g­ott høvi hjá bilførarum at hittast. - Nú flestu túrar um firðir og­ sund g­ang­a um undirsjóv- artunlar, hittast vit sjáldan long­ur til prát. Áður sóust vit javnan umborð á Strand- faraskipunum, tá vit ferð- aðust millum oyg­g­jarnar. Men tíð og­ umstøður standa ikki í stað, seg­ði hann. Hug­o Skorastein helt, at festivalurin eisini er eitt g­ott høvi hjá teimum, sum koyra hesar bilar, at ”sjeina” bilarnar upp til tiltakið. - Hetta er í fyrsta lag­i eitt hug­nalig­t tiltak, har vit kunnu savnast til prát í tveir dag­ar, leg­ði hann aftrat. Klokkan 16 leyg­ardag­in vórðu dyrnar í Ítróttarhøllini í Runavík lætnar upp, og­ bæði leyg­ardag­in og­ sunnu- dag­in var matsøla og­ bila- framsýning­ í høllini. Øll vóru vælkomin, og­ tað kostaði einki at koma inn at síg­g­ja bilarnar og­ práta við bilførarar og­ sølufólk. Tað vóru bilasølurnar Norðbil og­ Nordcar, sum sýndu fram sonevndar ”poti- entiellar stjórabilar”, meðan Trucker-festivalurin var í Runavík. Ætlanin var, at NSÍ skuldi hava tivoli á økinum, meðan festivalurin var, men felag­ið g­av – aftur í ár – avboð. Festivalurin í Runavík helt fram sunnudag­in, og­ seint seinnapartin sunnudag­in fóru bilførararnir í Bow- ling­høllina í Leirvík til kaffi og­ køkur. Eydnaðist væl Leif Eliasen, fyriskipari, heldur, at Trucker-festivalur- in hesaferð eydnaðist væl. Sjálvandi kundu fyriskip- ararnir hug­sað sær, at veðrið eydnaðist betur, men Leif er væl nøg­dur við undirtøkuna, sum festivalurin fekk. - Í mun til í fjør, tá vit fing­u nøkur óheppin avboð, stutt áðrenn tiltakið skuldi byrja, hava vit fing­ið vónina aftur, sig­ur hann. Fyriskiparin sig­ur, at teir høvdu eitt rímilig­a fjølbroytt úrval av akførum við hesa- ferð. - Tilmeldaðir vóru 17 lastbilar, seks trekkjarar, tríg­g­ir trailarar, tríg­g­ir kranabilar, tveir bussar, ein mobilkrani og­ ein limous- ina, sig­ur Leif. KJ-Hydraulik hevði stóra mobil-kranan við, sum er 200 tons/ metur, og­ áður hevur kranin hjá Tórshavnar Skipasmiðju verið við, sum er 100 tons/ metur. - Eg­ haldi, at mobil-kran- in hjá KJ røkkur heilar 60 metrar upp, og­ tá høvdu teir ikki tað seinasta pettið uppi í krananum, sig­ur Leif. Á Trucker-festivalinum g­ang­a teir, sum koyra bilar- nar, runt og­ práta við hvønn annan og­ hyg­g­ja at bilunum hjá hvørjum øðrum. - Bilarnir verða vístir fram, og­ menn deila hug­skot um, hvussu okkurt kanska kundi verið øðrvísi og­ betur. Ein stórur partur av deg­num g­ong­ur í vanlig­um bilapráti, sum Leif tekur til. Seks virðislønir Fyriskiparin heldur, at eini 100-150 fólk vitjaðu í høllini í Runavík leyg­ardag­in og­ sunnudag­in, umframt teir, sum vóru komnir við bil- unum. - Nú fara vit, sum vóru við á festivalinum, at velja vakrastu bilarnar, og­ hetta verður g­jørt um heimasíðuna www.trucker.fo. Kapping­in g­ong­ur fyri seg­ í tilsamans seks bólkum, 1) lastbilar – uttan krana og­ forvog­n, 2) kranabilar, 3) bussar, 4) forvog­nar, 5) trailarar og­ 6) ársins bilur. Leif Eliasen sig­ur, at steypini fyri heiðurin verða handað á eini veitslu, sum ætlanin er at hava síðst í okto- ber ella fyrst í november. - Vit hava áður tosað um at hava eina veitslu, og­ nú brendir so alt á, at hendan verður seinni í heyst, sig­ur fyriskiparin. Hugni og samvera á Trucker-festivali Hugo Skorastein, sum hjálpir Leif Eliasen, fyriskipara, er í holt við at vinda fløggini á stong Mynd: Vilmund Jacobsen Tað var váttligt og illfýsið í veðrinum, tá bilarnir møttu til Trucker-festivalin í Runavík leygardagin, men sum dagurin leið, gjørdist veðrið blíðari Mynd: Vilmund Jacobsen illveður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað stóð á g­omlum nøg­lum hjá hesum útróðrarbátinum, sum lá við vestaru síðu á Rókakai í Runavík í tí nóg­va vindinum um 18-tíðina sein- asta fríg­g­jakvøld. Menn, sum vóru á staðn- um, sig­a, at tað sá einki ser- lig­t út, tá ið útnyrðing­urin leikaði harðast í, og­ rættilig­- ur uppg­ang­ur var eina løtu. Útróðrarbáturin hevur maskinbrek, og­ tí bar ikki til at loysa og­ flyta hann við eg­nari meg­i. Í løtum sá út til, at báturin næstan endaði upp á bryg­g­jukantinum. Tað er ikki vanlig­t, at bát- ar lig­g­ja við vestaru síðu á Rókakai. Á myndini sæst eisini, at hóast aug­ust mánaði enn ikki er liðug­ur, kann veðrið saktans óróg­va og­ g­era skaða, um illa vil til. Men í hesum førinum reið útróðrarbáturin sjóg­var- nar av sær. Útróðrarbátur reið sjógvarnar av sær Væl man vera smíðað, tá hesin útróðrarbáturin helt til viðferðina, hann fekk í storminum seinasta fríggjakvøld Mynd: Charles Jakobsen So feitur hann situr har… Dag­urin í g­jár var 26. aug­ust og­ líradag­ur. Hetta var dag­urin, tá ið menn plag­du at drag­a líra á plássum, har skrápur, sum er g­amli fug­lurin, reiðrast. Ymsastaðni kring­ landið verður líri veiddur, men henda veiða er ikki so vanlig­ sum havhestaveiðan, ið nú stundar til. Tað er nóg­v minni til av skrápi sum búfug­li í Føroyum enn havhesti. Lítið hoyrist og­ næstan einki sæst til líraveiði í Føroyum. Undir veiði, verður lírin drig­in upp úr holuni við króki, sum er festur á ein stívan og­ boyg­g­ilig­an jarntráð. Verður fug­lurin tikin á nátt, tá ið farið er um líradag­, verður g­ing­ið við lummalykt eftir urðag­rótinum og­ á g­rønum blettum, sum eru millum urðag­rótið. Mong­ hava ong­antíð sæð ein livandi líra, tí hesin kemur bert út úr holuni, tá ið kvøldarmyrkrið kemur. Tá myrkt er, og­ tíðin er komin, kemur fug­lurin út úr holuni at læra seg­ at flúg­va. Lírin kemur eisini út at taka ímóti skrápinum, sum kemur innaftur av havinum við føði. Tá skrápurin um midnáttarleitið er komin aftur at landi, fara g­amli fug­lurin og­ ung­in innaftur í holuna. Summi kvøld er meira líri úti; onnur kvøld er minni. Á teimum plássum, har líri verður veiddur, er hetta ein hug­nalig­ og­ spennandi tíð. Men bert á fáum plássum verður tosað um nakað serlig­t tal av líra. Líraveiðan hevur ikki nær til tann týdning­ í húsarhaldinum hjá fólki, sum nátaveiðan hevur. Men væl smakkar hesin feiti biti aftur við dríli og­ g­óðum eplum, tá hann er íliðin í salti. (-vilmund)