mánadagur 27. august 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 164 - 27. august 2007
Tað hevur verið ført
fram í fjølmiðlunum
seinastu tíðina, at
eingin trygdarskip
an var á Summar
festivalinum. Arvid
Nilssen, varapoliti
kommiserur, verður
endurgivin fyri at
siga, at eingin skrivlig
tilbúgving var, men
kortini váttar hann
sjálvur í skrivi, at
trygdin var góðkend
TILBÚGVING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Dimmalætting hevur í fleiri
umførum lagt eftir trygdini
á Summarfestivalinum, og
hevur í hesum sambandi
tosað við fleiri fólk, ið vóru
tengd at festivalinum, antin
sum vaktir, barrvørar ella á
annan hátt.
Samlaða myndin av hes
um er greitt hon, at trygdin
var rættiliga ivasom.
Eisini hevur blaðið tosað
við Arvid Nilssen, vara
politikommiser, og hesin
váttar, at eingin skrivlig
trygdarætlan fyrilá.
Men hetta er ikki rætt, tí í
skrivi dagfest 6. august
(mánadagin eftir festival
vikuskiftið), váttar Arvid
Nilssen, at fleiri fundir
høvdu verið millum løg
regluna, trygdarumboð fyri
Summarfestivalin,
Birgir
W. Høgnesen, og Finn
Hansen, sløkkiliðsleiðara.
»Vit gingu alt økið ígjøgn
um og settu ávís krøv, sum
vórðu fylgd«, stendur orða
rætt í hesi váttanini frá
Politistøðini í Klaksvík.
Somuleiðis váttar Klaks
víkar Kommuna í einari
eftirmeting,
at
almenna
trygdin var í lagi á festival
inum.
»Vit høvdu nakrar við
merkingar viðvíkjandi rým
ingarleiðum, gassfløskum,
eldsløkkjarum o.a., sum
vóru rættaðar beinanvegin.
Annars høvdu vit einki at
viðmerkja til almennu trygd
ina á økinum sum heild«
Alt var góðkent
Greinin í Dimmalætting
fríggjadagin
24.
august
hevur eisini hug at benda
veruleikan nakað. Undir
yvirskriftini »Onga skrivliga
tilbúgvingarætlan«
verður
róð uppundir, at eingin trygd
arætlan var, men í greinini
váttar Arvid Nilssen, at til
búgvingarætlan fyri festi
valin 2006 var til skjals, og
at bygt varð víðari á hesa
ætlan.
Hetta hevur varapoliti
kommiserurin eisini váttað
yvirfyri Sosialinum.
Eisini váttar Arvid Nils
sen, at trygdin eftir teirra
meting var í lagi, men at
ógvuliga vánaliga veðrið
gjørdi, at okkurt helst kundi
verið gjørt øðrvísi.
Men eftir stendur, at bæði
løgreglan og brunaumsjónin
hjá Klaksvíkar Kommunu í
eftirmeting vátta, at trygdin
var í lagi, og at allar við
merkingar,
hesir
báðir
instansir høvdu, beinanvegin
vóru gingnar á møti.
So viðkomandi myndug
leikar
høvdu
góðkent
trygdarviðurskiftini undan
festivalinum, og hava eisini
váttað hetta í eftirmetingum
sínum.
Tað er heldur ikki rætt tá
ført verður fram, at ongar
leiðreglur finnast fyri tílík
tiltøk sum Summarfestival
in. Brunaumsjón Landsins
hevur slíkar reglur, sum eitt
loyvi verður grundað á.
Hendan reglugerð stavar frá
september mánaði 2004, er
dagførd í september 2006
og rættað í januar 2007.
Fyrireikararnir
av
Summarfestivalinum hava
valt at flýggja fjølmiðlunum
skjøl sum vísa, at trygdin
var í lagi og góðkend av við
komandi myndugleikum.
Trygdin á Summarfesti-
valinum var í lagi
Magni Laksáfoss,
fíggjarmálaráðharri,
metti ikki, at gjalds
mynstrið ávirkar
landskassan upp á
stutt sikt, men upp á
longri sikt kann tað
eyðvitað ávirka
GJALDSMYNSTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Temadagurin, sum Intrum
Justitia skipaði fyri á Hotel
Hafnia fríggjadagin, bjóðaði
nógv áhugaverd íkast frá
ymsum síðum. Fyrstur at fáa
orðið var Magni Laksáfoss,
fíggjarmálaráðharri,
sum
greiddi frá, hvussu hann
metti, at gjaldførið ella gjalds
mynstrið hjá føroyingum
ávirkar samfelagsbúskapin.
Hesin temadagurin var
serliga fyriskipaður í sam
bandi við at eitt gjaldsindex
fyri Føroyar nú er gjørt.
Hetta vísir, at føroyingar
ikki eru so ógvuliga raskir
at gjalda til tíðina, og tí
kundi verið áhugavert at
vita, um hetta ávirkar saml
aða samfelagsbúskapin.
Magni Laksáfoss vísti á,
at tá fólk ikki gjalda til tíð
ina, versnar hetta sjálvandi
um gjaldføri hjá fyritøkuni,
og hetta ávirkar so aftur
møguleikarnar hjá fyritøk
uni at menna seg.
Stórar og peningasterkar
fyritøkur
hava
sjálvandi
munandi betri møguleika at
standa ímóti, so tað eru tær
nýggju og smærru fyritøkur
nar, sum merkja sviðan av
seint goldnu rokningunum,
segði Magni Laksáfoss.
Kappingarføri
Fíggjarmálaráðharrin vísti á,
at tað ofta var hjá nýggjum,
dynamiskum fyritøkum, at
gjaldsmynstrið
við
seint
goldnum rokningum setti
síni spor.
Serliga nýggjar entre
prenørfyritøkur eru sárbarar
mótvegis hesum.
Alt annað líka, mugu
hesar fyritøkur fáa peningin
til vega aðrastaðni frá, sum
teir ikki fáa frá skuldarum
sínum. Hetta rakar í serligan
mun nýggjar fyritøkur; tær
gomlu og etableraðu kenna
marknaðin og vita, hvør er
góður gjaldari og hvør ikki
er, segði Magni Laksáfoss.
Hann segði, at samlað sæð
geva ov seint goldnar rokn
ingar verri gjaldsevni hjá fyri
tøkunum. Men hetta er ikki
nakað, sum upp á stutt sikt
ávirkar landskassan.
Vit liva av einum dyna
mikki í vinnuni, liva av, at
kappingarførið hjá vinnuni
er gott. Og tað hevur gjalds
mynstrið stóra ávirkan á,
segði Magni Laksáfoss,
fíggjarmálaráðharri.
Ávirkar ikki upp á stutt sikt
Magni Laksáfoss var hin fyrsti, sum fekk orðið á temadegnum á
Hotel Hafnia, sum Intrum Justitia skipaði fyri
Mynd: Leo Poulsen
Hesi bæði skjølini
prógva, at trygdin á
Summarfestivalinum
var í lagi og góðkend
av viðkomandi
myndugleikum
Allir leyslatnir
Løgreglan í Liverpool leyslat teir seks tannnáringarnar,
sum vóru fongslaðir í sambandi við morðið á 11ára
gamla Rhys Jones. Ákærurnar móti fýra av teimum seks
vórðu sleptar, meðan hinir báðir vóru latnir leysir móti
loysigjaldi. Teir báðir eru framvegis mistonktir, og eru
ávikavist 16 og 19 ára gamlir. Harvið er eingin í fongsli í
málinum, sum hevur skakað alt Ongland. Tann 11ára
gamli varð skotin, tá hann spældi fótbólt á einum
parkeringsøki stutt frá heimi sínum.
Íløgur í Afrika
Afrika og menningarlond í Miðeystri og Asia er seinasta
skríggj hjá altjóða íleggjarum. New Frontier verða økini
nevnd, sum minna um nýggju marknaðirnar fyri tíggju
árum síðani. Men talan er ikki bert um eina snilda »móta
dillu«. Fleiri av størstu kapitalumsitarum í London eru
byrjaðir at gera íløgur á eksotiskum marknaðum so sum
Fílabeinstrondini, Nigeria, Kenya og Kazakhstan, skrivar
danska blaðið Børsen.