Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 27. august 2007 13 viðmerkin- Nú var hann so aftur úti og skutlaði ein av sínum parta­ monnum. Roknaði ikki við, at tað var mín túrur hesaferð, tí tað er so stutt síðan eg kendi váknið mill­ um herðarnar. Men eg skilji væl Tobba, tá hann á slíkan hátt vil leggja sjógv millum tað, eg havi sagt, og sjálvan seg. Eg man helst vera staddur á marki­ num til politiska bølaniðu, tá eg sjálvboðin fari í dyst við sektirnar í Føroyum. Og Tobbi kemur eisini við rættiliga ófjaldari ákæru um, at eg eri ikki rættur tjóðskapramaður. Hetta tí eg haldi, umheimurin eigur at áseta nakrar spælireglur fyri føroyingum í Føroyum. Nei, eg hvørki ætli ella fari í nakað jihad, og eg kenni meg ikki sum verri tjóðskaparmann, enn Tobbi man kenna seg. Tað einasta eg havi gjørt er, at eg havi dittað mær at siga, at føroy­ sku sektirnar (tað verið seg bæði tær, sum eru leysar av kirkjuni og missiónin) skulu ikki gera av, hvørji rættindi ymsu samfelags­ bólkarnir her á landi skulu hava. Sektirnar hava sama rætt, sum øll onnur, at hava sína hugsan um hesi viður­ skifti. Eg havi ongan tíð havt nakað sum helst ímóti nakrari sekt her á landi. Havi viðhvørt ivast í, um alt teirra virksemi er so gagnligt, men havi saman­ um tikið mett, at tær hava verið okkum hent, bæði so og so. Sektirnar fremja nógv samfelagsgagnligt arbeiði, og tær hjálpa eisini nógvum føroyingum persónliga. Bæði andaliga og tímiliga. Tobbi sigur seg ikki skilja, hví eg blandi sektirnar upp í málið um skrásett parlag. Sektirnar hava einki parlamentariskt vald, sigur hann. Tað hava tær ikki beinleiðis, men óbeinleiðis hava tær ómetaliga stóra ávirkan á føroysku politik­ ararnar og avgerðir teirra. Tað veit Tobbi eisini væl. Og eg haldi, vit politikarar skulu hava dirvi til at siga, at nú mugu vit lurta eftir samvitsku okkara og ikki ræðast potentiellan atkvøðumiss. Átrúnaðarligu sektirnar í Føroyum skulu sleppa at liva sítt lív, eingi iva skal valda um tað. Men tær mugu eisini góðtaka, eins og so nógvir aðrir stovnar og bólkar her á landi, at politiska valdið ikki altíð kann gera teimum til vild­ ar. Heldur ikki tá tað snýr seg um støðuna hjá t.d. samkyndum. Hvussu ofta hava politikarar ikki staðið á røðarapallum, í fjølmiðlum ella á annan hátt, og við avgjørdari rødd ella skrift kunngjørt fyri Føroya fólki, at nú skal valdið hjá embætismonnunum av­ markast, at nú skal valdið hjá fakfeløgunum avmark­ ast, at nú skal lobbiar­ beiðið hjá áhugabólkum støðgast, og tað halda Tobbi og aðrir er í fínasta lagi. Men kemur onkur kløn rødd sníkjandi og fær kroyst hesi orðini burtur úr hása hálsinum: sektirnar skulu ikki avgera, hvørji rættindi ávísir bólkar skulu hava. Ja, so er fanin leysur. Nú stendur jihad, fasisma, misnýtsla av marxismu og frælsistøka á skránni. Stakkaladýrið verður skutlað, skorið á háls og hongt í næmasta lyktapela. Alt er loyvt her á landi, bara ikki at vera ærligur. Alt er loyvt her á landi, bara tú ikki berjist fyri tí, tú trýr uppá. Tú kann altíð siga, tað er synd í onkrum, at tey mugu fáa mat, tak yvir høvdið og helst okkurt at fara upp til. Men heldur tú tey skulu hava rættindi, so er tú brádliga ideologiskt skrásettur við flestu heitunum, ið enda við ­ist. Ávirkan uttanífrá Tá eg sigi, at vit skulu lata rákið uttan ífrá ávirka okkum, so skýrir Tobbi meg sum frælsisskerjandi despot. Nokk so løgið, tí sami Tobbi hevur staðið og lisið oman yvir fleiri av landsstýrismonnum okk­ ara, hvussu lívsneyðugt tað er, at føroyingar fylgja útlendska rákinum. Hann hevur messað um, at vit skulu taka til okkum teirra lógir, reglur og ikki minst hugburð. Og vit eru á nógvum økjum ikki bara ávirkað, men kanska rætt­ ari stýrd, av útlendskum ásetingum. Umhvørvið, maritima virksemið, almannalóggávan, rættar­ skipanin, ákæruvaldið, skúlaverkið (t.d. gjøgnum pisakanningina), mentanin við atliti at list, føgrum bókmentum o.ø. , almenni bygnaðurin og ja, næstan alt, er skipað og lóggivið eftir útlendskum leisti. Og so er man despotur og frælsisskerjandi, tí man vil, at vit skulu taka við útlend­ skum hugsanum um manna­ rættindi. Tað er, sum Tobbi plagar at taka til, logikkur fyri hønur í búri. Men Tobbi tekur kanska undir við teimum, sum halda, at vit skulu taka við øllum útlendskum, bara ikki tá tað snýr seg um civil­ og familjurættarligar spurningar. Sjálvandi skulu vit ikki ræðast nakað sum helst rák uttanífrá, vit skulu bert styrkja og menna egnan samleika, m. a annað við at taka fulla ábyrgd av egnum landi, og fulla ábyrgd av egnum gerðum. Vit eru tó noydd til at viðurkenna og góðtaka ta sannroynd, at eru vit í t.d. ósemju við onnur um eitthvørt, so er mangan at hvørki dag­ skráin ella tann, vit eru uppi ímóti, eru gróðursett í umhvørvinum. Oftast eru hesi viðurskifti gróðursett globalt. Vil einki Tobbi leggur meg bæði á føroyskum og latínskum máli undir, at eg í veru­ leikanum vil, at einki skal henda viðvíkjandi málinum um skrásett parlag. Hetta tí eg ikki vil leggja málið fram sjálvur. Hann heldur, tað er fantastiskt, at eg sigi, at Jacob Vestergaard skal leggja málið fram, tí hann umboðar Fólkaflokk­ in, sum var einmæltur ímóti, minus Poul Michel­ sen, í 266B atkvøðugreið­ sluni. Til tað er bert at siga, at tað í seinasta enda verð­ ur fullkomiliga líka mikið, hvønn flokk tásitandi lands­ stýrismaður umboðar. Tobbi vil heldur ikki góðtaka, tá eg sigi tað vera meiningsleyst at leggja málið fyri tingið nú, tí tá hevði tað bert verið til Jenis og Bill at spæla sær við. Jenis og Bill bíða eftir júst sovorðnum máli, soleiðis at teir kunnu sleppa at spæla sær upp undir og undir valdysti­ num. Tobbi heldur, at miðflokkamenninir hava sín demokratiska rætt til at fáa leikur frá mær. Haldi Tobbi skuldi sett seg eina løtu at hugsa um, hvussu nógvar leikur hann hevur forerað politisku mótstøðu­ monnum sínum. Strategi Tobbi sigur, at mín fram­ ferðarháttur seinastu vik­ una er væl kendur, og at hann verður nógv nýttur av m.a. fasistum. Veit ikki um eg geri Tobba vónbrotnan, tá eg sigi, at eg hugsi nógv meira um at lurta eftir sam­ vitsku míni, enn eg dugi at hugsa strategiskt. Alt, eg havi sagt, man tí ikki vera ov væl gjøgnumhugsað. Tobbi heldur, eg eri ávegis út í politiskt myrkur, tað einasta sum harmar hann er, at eg styggi tjóðveldis­ veljarar burtur. Eg fari so ikki at kenna meg illa, tí eg missi aftur fyri at royna at hjálpa. Og tað haldi eg heldur ikki flokkurin skal gera. Men tosa vit um strate­ giir, so haldi eg Tobbi í lesarabrævinum um meg, hevur hildið seg til tað mest nýttu og óndsinnaðu strategiina, ið yvir høvur verður nýtt. Við skemti­ ligum speisemi lýsir hann persónligar eginleikar, eg havi og havi at dragsast við. Lýsir tú ein persón sum illsintan, sum óálít­ andi og óærligan, ja, so nýtist tú ikki at siga so nógv meira. Tá er alt, sum viðkomandi hugsar, sigur og ger skrásett sum nakað, ið man ikki skal taka fyri fult. Kenni ikki meg sjálv­ an sum óærligan og óálít­ andi, men viðgangi uttan himpr, at eg eri illsintur. Kundi hugsað mær, at Tobbi lýsir teir persónar, sum nýta slíka strategi, hann sjálvur nýtur í nevnda lesarabrævi. Annars skal eg takka fyri, at hann samanber meg við Dennis Wise, fyrrverandi Chelsea liðskipara. Hann var illsint­ ur, men hann stríddist av hjarta fyri tí, hann trúði uppá. Vónbrotin Í lesarabrævinum frá 24. august sum ber heitið Íspunnið jihad, haldi eg Tobbi avdúkar seg sum ein av teimum, ið ikki torir allíkavæl. Hann avdúkar, at vit skulu lata Føroya fólk liva í teirri trúgv, at samkynd fara ongan tíð at fáa nøkur rættindi. Hann fer so langt í tráðanini eftir at geva Føroya fólki (ella ávísan part av teimum) ta fatan, at tey liva í einum homofríum samfelag, at hann lýsir meg sum avbyrgdan illsintan og pskykodeliskan skuggaboksara. Eri ikki sørt vónbrotin av, at mansdirvið ikki var størri, men kann ikki annað enn staðfesta, at soleiðis er tað. Um hann skrivar lesara­ brævið, tí tað stundar til val, og tí óvissa valdar, um Føroya verða eitt ella sjey valdømi, tað kann ein bert gita um. Sambært Tobba, hava tey, sum sita í kirkjuskipum og samkomu­ salum, als onga ávirkan á tað, sum landins politikarar hugsa, siga og gera. Sjálv­ ur haldi eg ikki, at tey sum leita sær í Harrans hús sunnu­ sum aðrar dagar, hava nakað ímóti, tá eg sigi, at tey ávirka okkara politikarar. Og eg trúgvi heilt ærliga, at tey eisini hava virðing fyri politik­ aranum, sum heldur at teirra ávirkan eigur at verða avmarkað. Hetta hóast tey ikki eru fult samd við honum. Heldur tað, enn hesin á tá ikki siga tað hart dupultmoralurin. Og sum Tobbi sjálvur sigur, so hava hava sektirnar sjálv­ andi, eins og øll onnur, sín fulla rætt til at fremja lobbivirksemi millum valini. Rokni ikki við, at nakar verður fornermaður, tá eg samanberi sangin um torvatrøllið og so sektirnar. Tí soleiðis sum Tobbi orðar seg í greinini um meg um vikuskiftið, so kunnu vit eisini siga um sektina: Tit ræðast meg øll. Ótangin og ballerinain Tá tú hevur lisið lesara­ brævið frá Tobba, situr tú við kensluni av, at tað er gott, at Tobbi er í Tjóð­ veldisflokkinum. Var hann ikki har, so var eingin at skapa javnvágina, og so hevði flokkurin helst verið kollsigldur fyri langari tíð síðan. Síggir fyri mær Tobba, sum eina kimiliga og ósjálvsókna ballerinu, ið yndisliga lætt fer dans­ andi á løgusteinunum, meðan hon roynir, altíð við tí góða orðinum, at byrgja fyri, at ótangar sum eg og onnur ikki spilla spælið. Á henda hátt fæst tann javn­ vágin í flokkin, sum flestu veljarar so fegnir vilja hava. Tí er tað gott, at vit hava Tobba. Órein og grov grein Ein kundi valt at latið sum einki, tí greinin hjá Tobba er so fúl, grov og órein. Greinir tú hana, so kemur tú til ta niðurstøðu, at hon uttan iva sigur so nógv mest um skrivaran sjálvan. At skriva eina líka fúla grein afturímóti, høvdu allar flestu menniskju helst klárað. Tað hevði ikki tikið langa tíð at latið ein so viðkvæman persón sum Tobba úr hvørjum tráði, men hvørjum endamáli hevði tað tænt. Tú kann undrast yvir, at maðurin finnur upp á at siga og skriva slíkt ­ alment ­ um ein, hann situr í tingbólki saman við. Men hetta hevur hann gjørt áður. Satt at siga, so nervar lesarabrævið meg ikki persónliga. Ikki tí mær dámar at verða soleiðis lýstur alment, men tí eg ongan tíð havi og vónandi ongan tíð fari at hava ilt við ella trupulleikar av at vátta tað, sum eg havi sagt í almennum orðaskiftum. Um næstformaðurin og flokkurin annars halda meg skaða Tjóðveldisflokkin, tí eg av fullum huga taki undir við skrásettum parlagi, so hevur næstformaðurin og flokkur hansara bæði møguleika og myndugleika til at gera tað, sum gerast skal. At enda skal eg bert siga, at einki liggur mær meira fjart enn at fara í stríð við sektirnar, men so skoyti eg uppí, at eg ræðist tær heldur ikki á nakran hátt. Mítt politiska virki fer altíð at verða bygt á tað, sum eg haldi vera rætt. Naivt??? Finnur Helmsdal Tit ræðast meg øll SO270807xx.indd 13 27-08-2007 12.35.05