mánadagur 27. august 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 164 - 27. august 2007
Eitt tað besta mátið fyri,
um ein bygd hevur fram
tíðar livilíkindi, er barna
talið í bygdini. Nú børnini
byrja skúlan, kemur hettar
til sjóndar við at kanna,
hvussu nógv børn fara í
fyrsta klassa.
Her hjá okkum eru tølini
mest at kalla ræðandi. 14
fóru í fyrsta klassa nú
ímóti 22 í 2000. Hyggja vit
eftir samlaða barnatalinum
í skúlanum nú, so eru 140 í
9 klassum ímóti 136 í 7
klassum í 2000.
Fólkavøksturin síðan
2000 er 76 fólk ella 10 –
12 um árið.
Ræðandi tøl, ið vísa
beint ímóti avtofting av
einari bygd mitt í landinum
og við øllum náttúrligum
menningarmøguleikum.
Orsøkir
Tíðarskeiðið, vit her tosa
um, er tað sama sum tíðin
vit hava verið partur av
Tórshavnar Kommunu, so
nærliggjandi er at hugsa, at
tað er her orsøkin er at
finna.
Makaleys stýrings
misrøkt, sum her er ikki
sædd her á landi áður. Rætt
skal vera rætt, at her er
bygdur nýggjur skúli,
heilsumiðstøð og ítróttar
høll. Alt góð og neyðug
ting. Føroya longsta
kajsíða er eisini komin á
Langasandi.
Sæð í baksýni, so er
hettar helst gjørt fyri at
kyrra fólki úti í bygdini, so
tey ikki varnast tær tápu
ligu ætlanir, ið eru fyri
fjørðin sum heild. Del og
hersk siga danir.
Grundleggjandi orsøkin
fyri tí negativu gongd, sum
vit vísa á hvat fólkavøkstri
viðvíkir, er fyrst og fremst,
at her verður einki útstykk
jað. Ungdómurin, ið ikki
vil flyta til Havnar, flytir
til grannabygdirnar at
búseta seg. Samstundis er
býráðið í fer við at spreing
ja røkur inn í Kirkjubø
reyn, so fólk kunnu búgva
á hillum meðan stórt og
gott byggilendi er her runt
allan fjørðin hjá okkum.
Etiska støði í viðferini av
kollfirðingum
Sum embætisfólk hjá tí
almenna, tað verið seg land
ella kommunu, so skal ein
arbeiða eftir lógum og regl
um, ið eru galdandi. Haraft
urat so skal embætisverkið
altíð hava trygd og trivna
hjá borgaranum í huga, tí
tað er borgarin, ið skal
tænast – hann er arbeiðs
gevarin.
Vit og skil má altíð
nýtast, sjálvt um eingin
reglugerð er tøk um hettar
ella hattar málið.
Stóra projektið at gera
bingjuhavn inni á botni í
Kollafirði, ið leiðslan fyri
Tórshavnar Havn er byrjað
uppá, brýtur við øll hesi
princippir.
Fyri tað fyrsta, so er tað
ørskapur at leggja slíkt
virksemi mitt inn í eitt
bústaðarøki. Fyri tað næsta
so hevur leiðslan størri
ætlanir enn tað teir eru í
fer við nú, sum teir ikki
vilja kunna borgarin um.
Teir bíða helst bara eftir
einum nýggjum býráði
sum kann geva grønt ljós.
Harafturat so hevur
leiðslan roynt at funnið øll
møgulig undantøk fyri
krøvum, ið áttu at verið
rímulig fyri trygd og trivna
hjá borgarunum. Soleiðis
er eingin árins og um
hvørviskanning gjørd.
Etiska støðið og virðingin
fyri borgarnum runt Kolla
fjørð verður kanska best
lýst við hendingini nú um
dagarnar, tá ið russiski
trolarin fór á flesjarnar.
Báturin kom av Kollafirði,
og nú vísir tað seg, at hann
hevði onga ábyrgdar
trygging! Eitt makaleyst
forsømilsi av Tórshavnar
Havn at lata skip koma inn
ímillum hús uttan slíka
trygging. Havnarmyndug
leikin hevur allan myndug
leika innan fyri havna
merkini og kann tí seta øll
neyðug krøv um trygd til
skip í koma inn. Um vit og
skil hevði verið nýtt, so
hevði millum annað lands
kassin spart einar 10 til 15
milliónir.
Aftan á at leiðslan fyri
Tórshavnar Havn hevur
skaffað okkum luftdálking,
ljóðdálking og ikki syrgir
fyri at skip, ið koma á
fjørðin eru ábyrgdar
tryggjaði, so halda vit, at
Tórshavnar Býráð eigur at
finna nýggja havnarleiðslu,
ið tekur eitt rímuligt atlit
til trygd og trivna hjá
borgarunum.
Næsta katastrofustað
Kollafjørður?
At skip fara á land er ikki
nakað nýtt, tað kemur at
henda av og til. Trengri
umstøður, ið skipini hava,
størri er møguleikin. Inni á
botni í Kollafirði er so
trongt og veðurhart, at tað
er bara ein tíðarspurningur,
nær hesi stóru skipini, ið
ætlandi skulu nýta hesa
nýggju havn, bera við land.
Gera tey tað, so fara tey á
hol, tí hettar eru skip, ið
viga túsundtals tons. Hend
ur hettar, so er katastrofa
runt allan fjørðin.
Bygdin okkara ábyrgd –
verið við at bjarga henni!
Vit halda at trivnaður,
búseting, umhvørvisvernd
og livilíkindir annars runt
fjørðin hava verið fyri
óvanligari stórari misrøkt,
síðan vit blivu partur av
Tórshavnar Kommunu.
Skulu kollfirðingar steð
ga ørvitisviðferðini, ið vit
fáa frá Tórshavnar Býráð,
so eiga øll at koma við í
felagið hjá okkum, tí størri
felagið er størri er
ávirkanin.
Høgni Johansen,
formaður
Ingun Helmsdal,
næstformaður
Vegna Bygdabjarging
Ætlar Tórshavnar Býráð at Kollafjørður skal avtoftast?
Føroyska stýrisskipanin
sigur, at eitt løgtings
valskeið er fýra ár. Tað
vil siga, at løgtingsval
skal vera í seinasta lagi
fýra ára dagin aftaná, at
seinasta val hevur verið. Í
verandi støðu skal sostatt
val vera í seinasta lagi
hin 19. januar 2008.
Tríggjar orsøkir kunnu
vera til at løgtingsval skal
vera:
1. Fýra ára skeiðið er
runnið
2. Ein meiriluti í
tinginum samtykkir, at val
skal útskrivast
3. Løgmaður tekur
avgerð um at útskriva val.
Hendan føroyska skipanin
líkist skipanum í teim
flestu londunum vit
samanlíkna okkum við.
Men okkurt landið hevur
aðra skipan. Í Noregi ber
ikki til at hava stórtingsval
í ótíð. Har skal tingið sita
alt valskeiðið, sum er fýra
ár. Tí hava norðmenn val
fjórða hvørt ár í september
mánað. Í Noregi er tó fleiri
ferðir hent, at stjórnarskifti
hevur verið í sama
valskeiði.
Um norska skipanin ella
skipanin í hinum londu
num er betur kann tjakast
um, men í øllum førum
virka skipanirnar í hinum
norðurlondum, burtursæð
frá Noregi, rættiliga væl.
Við hvørt situr tingið alt,
ella nøkulunda alt, val
skeiðið, og við hvørt
verður val útskrivað, um
okkurt serligt tekur seg
upp. Men tað er sjáldan, at
stjórnarleiðarnir misbrúka
rættin til at útskriva val.
Eitt annað, sum eisini
kann hava týdning, er nær
á árinum best er at hava
val. Í eitt langt tíðarskeið
frá 1946 til 1990 hava vit í
Føroyum havt løgtingsval í
november. Á mangan hátt
hevur hetta hóskað væl,
serliga tí tá hava fólk flest
verið heima. Við møgu
leikanum fyri brævatkvøðu
hevur hetta kanska ikki so
stóran týdning longur, men
tá hugsað verður um lands
stýrisskipan og endaligu
samtykt av fíggjarlógini er
hetta í seinra lagi á árinum.
Í 1994 var valið í juli, og
tað riggaði kanska heldur
ikki so ógvuliga væl,
løgtingssetan byrjar á
ólavssøku, og tá skuldi
gjarna eitt arbeiðsført
landsstýri verið. Í 1998 og
2002 vóru valini 30. apríl.
Hetta var kanska ikki ring
asta tíðin. Tá var tíð at
skipa seg áðrenn ólav
ssøku, og heystið og
veturin kundi brúkast til
dygt lóggávuarbeiði. Av
ymiskum orsøkum varð val
útskrivað aftur 19. januar
2004. Hetta er ikki serliga
heppin tíð at halda væl. Í
2004 kom valið heldur
knappliga, og fíggjarlógin
var fingin frá hondini.
Men tá nú val skal vera
aftur í seinasta lagi hendan
dato í 2008 fer valstríðið
fram nú í vetur, og er
veruliga longu byrjað.
Hetta ørkymlar samarbeið
ið í landsstýrinum og í
samgonguni, og gongur
ikki minst útyvir eina
komandi fíggjarlóg við
tilhoyrandi undirliggjandi
ætlanum, sum til dømis
íløguætlanir og møguligum
ætlanum um víttfevnandi
lógararbeiði.
Í sambandi við tann
turbulens, sum hevur verið
seinastu tíðina í verandi
samgongu hava tingmenn
ført fram, at seriøst arbeiði
ikki verður gjørt hesa
tíðina til valið. Fíggjar
lógin, sum skal samtykk
jast áðrenn 1. januar verður
meira at kalla ein provisor
isk ætlan, sum aftur kemur
at hava við sær nógvar
eykafíggjarlógir í 2008.
Órógvin, sum er komin í
tingarbeiðið, serliga innan
samgonguna, kemur ser
liga av tveimum viður
skiftum. Fyrst er tað
uppskotið hjá tingfor
manninum, sum ógjøgnum
arbeitt kemur í seinastu
løtu og skal umskipa alla
valskipanina. Slíkt kann
ikki annað enn provokera
stóran part av tingmann
ingini og skapa ruðuleika í
arbeiði annars. Uppskot
um nýggja valskipan eigur
at koma tíðliga í einum
valskeiði og fáa gjølliga
viðgerð.
Eitt annað, sum hevur
órógvað og fyri ein part
skapt øsing, eru útmelding
arnar frá nýggja fíggjar
málaráharranum. Tað at
nógv ferð er á búskapinum
vita øll, men at minka um
ferðina ella køla av, má
gerast við varsemi. Tað er í
øllum førum betur at hava
trupulleikan við góðari
gongd og vøkstur í búskapi
num enn tí øvugta við ein
um niðursjóaðum búskapi.
Ein nýggjur maður eigur
ikki at koma og gera um
seg við at mæla til at bróta
politiskar avtalur, sum
gjørdar eru frammanundan.
Í øllum førum eiga slík
tilmæli at koma stillisliga
og á røttum staði, tað vil
siga á landsstýrisfundi.
Sandoyartunnillin hevur so
nógv onnur aspektir enn
bert ávirkanina frá sjálvari
íløguni. Landafrøðiliga og
samfelagsliga røkkur hann
nógv longur. Og so tað
ólukku uppskotið um at
avtaka skattafrádráttin fyri
sjómenn og ógilda sam
tyktu skattalækkingarnar.
Hetta vil bert minka um
møguleikarnar fyri meiri
arbeiðsmegi, so tað ger
størri skaða enn gagn í
núverandi støðu, har tað
mest tiltrongda er at fáa
fleiri fólk á arbeiðs
marknaðin.
Ein løgin útmelding kom
eisini frá fíggjarmálaráð
harranum, og tað var, at
búskapurin veit ikki av, at
tað er valár. Tað er nakað
tvætl. Búskapurin hevur
onga tilvitan. Harafturímóti
er búskapurin alla tíðina
undir ávirkan frá øllum
maktum rundan um hann,
bæði innlendis og útlendis.
Og tær politisku náttúru
maktirnar, sum millum
annað vísa seg í einum val
stríði hava so avgjørt ávirk
an. Bæði stríðið hjá Laksa
foss at steðga Sandoyar
tunnlinum og stríðið hjá
Lognberg og øðrum at fáa
arbeiðið í gongd ávirka
búskapin. Tá ið ein fer í
eitt starv, sum framman
undan er avmarkað av poli
tiskum avtalum, sum ein
beinanvegin gerst partur
av, eigur ein at hava poli
tiska tilvitan og provokera
so lítið sum møguligt. Tí
áðurnevndu politisku nátt
úrukreftirnar vísa seg rætti
liga skjótt. Eg ivist ikki í,
at Magni Laksafoss er
bæði dugnaligur og væl
útbúgvin búskaparfrøðing
ur, men “et er et søkort at
forstå, et andet skib at
føre”.
Eitt annað, sum bæði
ávirkar politiska veður
lagið og eisini búskapar
gongdina, er klandrið, sum
kemur at halda fram frá nú
av og versna fram móti
valinum í januar. Sum
onkur núverandi samgongu
maður hevur sagt, so kann
hetta oyðileggja møguleik
arnar fyri, at júst hendan
samgongan kann halda
fram. Um tað er gott ella
ringt skal eg lata vera
ósagt, men eingin orsøk er
væl til at virka fyri tí.
Besta loysnin fyri allar
partar, ikki minst fyri løg
mann sum samgongu
leiðara, er tí at útskriva val
sum skjótast.
Tey stórmál, sum eru
eftir at loysa, vera best
loyst aftan á eitt val, heldur
enn at vera skundað ígjøgn
um í ráðaloysi beint undan
einum vali. Ein onnur
orsøk til at val eigur at
verða útskrivað nú er, at nú
er møguleiki fyri at fáa
eina betur valtermin. Sum
eg nevndi at byrja við, er
januar mánaði ikki nakar
góður mánaður at hava val.
Betur er tí at koma aftur til
skipanina við at hava val
um heystið. November
mánaður hevur verið
brúkiligur, men oktober er
helst upp aftur betur. Tá er
tíð at fáa landsstýri skipað
(ella halda fram), og so fáa
rímuliga góðar umstøður at
fáa eina væl gjøgnum
arbeidda og skilagóða
fíggjarlóg frá hondini.
Løgmaður ger tí rættast í
at útskriva val, sum so
kann vera um leið miðan
oktober. Eitt val miðskeiðis
í oktober er ikki val í ótíð,
tá eru kortini bert tveir
mánaðir eftir av
valskeiðinum.
Val og valskeið
Jógvan
SundStein
SO270807xx.indd 14
27-08-2007 12.35.40