mánadagur 27. august 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 27. august 2007
15
nøvn
”Hvat skal mann gera nú
tvær hugsanir stoyta saman,
spurdi Knút. - Annar parturin
verður jú taparin og dømdur
til glatan. - Mann skal ikki
stoyta saman svaraði Æðan, -
mann skal hittast. - Er tað
ikki júst tað vit gera? Spurdi
Knút .- Kanska, segði
Æðan”.
Orðini eigur Kurt L. Fred-
eriksen: Edderfuglens rejse. En
roman om Knud Rasmussen
og den 5. Thule-ekspedition.
Kom at hugsa um skaldsøg-
una, nú vit hava fingið eina
nýggja dimensión/konflikt
innan føroyskan politikk. Vit
hava vinstra og høgra, vit
hava fyri og í móti loysing og
nú eisini fyri og í móti at nýta
kristindómin sum grundarlag
fyri lóggávu okkara.
Nú kann henda nýggja
dimensiónin tykjast at vera
ein dimensión uttan nakra
andsøgn ella mótdimensión.
Lættari er við vinstru og
høgru. Søguliga er eingin ivi
um, hvat er hvat. Fyri og
móti loysing básast á sama
hátt. Men nýggja dimens-
iónin er meira trupul í so
máta. Tí hvat er mótsetning-
urin til tað kristiliga? Mær
vitandi er eingin mótsetn-
ingur. Onkur vildi sagt: anti-
krist. Men her gerst jú spinn-
andi galið við argumentatión-
ini. Onkur annar vildi sagt,
at talan er als ikki um eina
dimensión. Tí nógv tann
størsti parturin av okkum
eru kristin. Annar vildi sagt,
at tað er líkamikið, hvat ein
sigur um hesi viðurskifti.
Tað eru gerningarnir, sum
eru avgerandi.
Er tað síðsta, eg nevni
rætt, er í grundini einki at
óttast. Tí so er kristiligi poli-
tiski boðskapurin her at skil-
ja sum annað politisk tos.
Og ikki annað. Praksis vil so
vísa, um okkara krisitligu
eru nógv øðrvísi enn somu
menn aðrastaðni. T. d. í Ital-
iu, Týskalandi ella USA. Tí-
verri kunnu hesir ikki sigast
at vera nakað framúrskaran-
di dømi um rættvísi. Ella
manglandi korruptión. Kans-
ka eru okkara frægari. Spurn-
ingurin er aktuellur. Hví eru
væl øll greið yvir.
Kann ein politisk hugsjón
selja seg upp á kristiliga
grundsjónarmiðið? Ella er
politiska hugsjónin ov veik
til veruleikan. Her skal
kryddrast við kristindómi.
At vit hava fingið eitt kjak
um hesi viðurskifti vísir, at
demokratiið eisini er til her.
Hóast vit snáva, har snávast
kann. Men tað skal dirvi til
bæði at vera fyri og ímóti í
hesum kjaki. Í so máta er
tað gott at siga sum er. Hvar
ein stendur politiskt. Um tað
so kann brúkast til nakað, er
ein heilt onnur søga. Vit
hava fyrr sæð dømi um at
boða kærleikan við hóttan,
konfrontatión og báli.
Talan kann vera um eina
døgnflugu. Og so er livitíðin
avmarkað. Politisk innlit
sigur, at flugan ger seg meira
óhugaverda, enn hon er. At
brúka kristindómin sum polit-
isk mótafenomen mann held-
ur ikki fara at ganga her. Har-
til eru boðberanna andaligi
habitus ov lágur.
Fyri at venda aftur til
Knút og Æðuna, so er hov-
semi (at hittast) frægara
leiðin enn konfrontatiónin/
samanstoyturin. Tað er
ómetaliga lætt at gerast
ósamdur, um ein vil. Tað
skal bert tann eini parturin
til at gera ósemju. Semjan
finst við hovsemi og virðing
fyri øðrum hugsjónum. Sem-
ja og fólkaræði eru tvinn-
andi partar av mentan okk-
ara. ”Mann skal ikki stoyta
saman”, sum Æðan segið.
Men Knút hevði kanska
rætt, tá hann spurdi:” Er tað
ikki júst tað vit gera? ”.
Nú kann ein siga, at vit
praktisera politikk, sum vit
sjálvi meta rætt at vera. Vit
fylgja okkara samvitsku. Og
hetta verður gjørt. Ein kann
so spyrja, um hetta er til
frama fyri samfelagið sum
heild. At hvør tingmaður
fylgir sannføring síni. Hetta
ger støðuna fløkta, men er
ein partur av skipanini. Mær
vitandi er eingin valdur á
ting, tí hann trýr á Guð.
Hvør ger ikki tað í størri ella
minni mun.
Her kemur ein í rasshaft
við argumentatiónini. Tað
sum higartil hevur verið
raðfest høgt politiskt glíður
afturum til frama fyri einum
kjaki, sum eingin endi er á
og eingin loysn finst á. Og
skal finnast á, kundi eg lagt
afturat. Realpolitikkur og
trúgv eru ikki mótsetningar
(andsagnir). At trúgv ella
manglandi trúgv er ein
partur av grundarsteininum
hjá tingfólki, er teirra sak.
Realpolitikkur byggir í
roynd og veru á hesi viður-
skifti -henda veruleika.
Samanspæl
fíggjarstjóri í
Grønlendska
Heimastýrinum
Gordon
EjdEsGaard
Tingformaðurin hevur
allan rættin
Føroyar, sum eitt valdømi
er ikki eitt samgongumál.
Tað hevur tað ongantíð
verið og verður tað heldur
ikki nakrantíð.
Hóast ótalligar royndir
eru gjørdar gjøgnum tíðir-
nar - bæði frá andstøðu og
frá samgongu – um at fáa
eina meira demokratiska
og rættvísari valskipan, so
eru vit ongantíð komnir
bara nær eini loysn.
Verandi valskipan tryggjar
snøgt sagt einum og
hvørjum minniluta rættin
til at halda uppá órættin.
Minnilutin er nevnliga
altíð so stórur - í øllum
samgongum - at hann
megnar at spreingja eina
og hvørja samgongu.
Tríggjar royndir eru
gjørdar bara í hesum
samgonguskeiðnum.
Sjálvstýrisflokkurin hevur
roynt tvær ferðir og
landsstýrismaðurin Jacob
Vestergaard einaferð. Alt
til onga nyttu. Umframt
hetta veit eg, at landsstýris-
maðurin innanveggja í
samgonguni hevur gjørt
fleiri royndir. Men alt
segði tað sama. Minnilutin
heldur kvørkratak um
samgonguna.
Samgongan og leiðari
hennara LØGMAÐUR
hevur í hesum málið spælt
fallit – og eigur nú tí at
halda fingrarnar vekk.
Tí málið vendir rætt nú.
Tingformaðurin, sum
varðar av tinginum og
tinglimum, hevur í samráð
við allar partar givið
málinum eitt neutralt
útgangsstøði, og tryggja at
tinglimir – fyri fyrstu ferð
– sleppa at nýta sín demo-
kratiska rætt at atkvøða
eftir bestu sannføring.
Sera væl valt tíðspunkt –
og kann ikki verða betur
Lat ongan iva vera um, at
floksformenn samgong-
unnar saman við løgmanni
– umvegis eitt smart
broytingaruppskot – enn
einaferð royna at forkoma
uppskotinum um Føroyar
sum eitt valdømi.
Eydnast hetta teimum,
má ein siga, at væl var
telvað. Ein minniluti, sum
klárar at stilla næstan 2/3
av tinginum og 2/3 av
føroya fólki skák mát,
dugir sítt politiska
handverk.
Spurningurin er bara, um
vit skulu loyva løgmanni
og floksformonnunum at
sleppa at gera hetta.
Kenna vit, sum stuðla
løgtingsformannin, okkara
politisku ábyrgd, eiga vit at
tryggja, at uppskotið hjá
honum verður samtykt.
Uppskotið hjá løgtings-
formanninum er eitt sera
demokratiskt og væl
grundað uppskot. Allir
føroyingar verða nú javn-
settir, allar atkvøður telja
við, og javnvágin millum
kvinnur og menn vird.
At málið verður framlagt
nú, er heilt einfalt einasti
møguleiki. Valskeiðið er
enda, og tey mál, sum ætl-
anin var at fremja, eru so
gott sum komin undir land.
Kom uppskotið um
Føroyar sum eitt valdømi í
byrjanini av valskeiðinum,
so var samgongan rokin
straks. Trý uppskot um at
betra valskipanina hava
sum nevnt ligið á
tingborðinum í hesum
valskeiði. Og øll sópaði av
borðinum við hóttanum um
at spreingja samgonguna.
Hetta. hóast at samgongu-
skjalið greitt sigur, at
nýggj og rættvísari val-
skipan skal finnast.
Dragið ikki stríðið inn í
næstu samgongu
Tað er ikki rætt at samtykk-
ja at útseta avgerðina um
Føroyar sum eitt valdømi
til næsta val. Hetta ger
málið onki betri. Tvørtur-
ímóti so verður komandi
val eitt satt ragnarok og
bert satt hugflog kann
ímynda sær, hvussu næsta
samgonga skal kunna fáa
nakað sum helst av skafti.
Tá verður ikki bert talan
um, at henda samgongan
gongur til grundar, men
eisini tann næsta.
Einasta rætta er at stuðla
uppskotinum hjá løgtings-
formanninum. Løgtings-
formaðurin hevur – við
uppskotið sínum – givið
tingmonnum frælsan
møguleika at atkvøða um
eina valskipan, sum stórur
meiriluti av tinglimum
hava staðið aftanfyri í
nógv ár.
Stórur meiriluti av før-
oyingum stuðla eisini upp-
skotinum – minnist til tað.
Fyri fyrstu ferð sleppa tingmenn at atkvøða eftir sannføring síni
Poul
MichElsEn
Sum samgongustevið er
vorðið nú seinast í valskeið-
inum og soleiðis sum lands-
politikararnir føra seg
framm í sjálvdrátti, er og
verður løgtingsarbeiði
bæði tilvildarligt og óvirði-
ligt til eftir komandi løg-
tingsval. Eftir eitt annnars
væleydnað valskeið eigur
løgmaður tí at útskriva
løgtingsval.
Løgtingið skal viðgera og
taka støðu til viðkvom og
týdningarmikil mál
næstu mánaðarnar. Talan
er m.a. um
• málið um vallógar-
broytingar,
• broytingar í útlendinga-
lóggávuni,
• broytingar í fiskivinnu-
lóggávuni,
• fíggjarlóg fyri 2008 og
í tí høpi m.a. spurningin,
• hvar í landinum lands-
búskapurin er ovurupp-
hitaður og
• hvat skal gerast fyri at
tálma ovurupphitingini,
• umframt málið um
skrásett parlag, sum nú,
soleiðis sum mong okkara
eisini væntaðu, tykist
koma undan kavi í kjalar-
vørrinum eftir broyting-
arnar í grein 266b í
revsilógini.
Nevndu mál hava uppi-
borið seriøsa og virðiliga
viðgerð og eru tí ikki
skikkað at viðgera og enn
minni avgreiða á løgtingi,
nú valstríðið av álvara er
byrjað og tingmenn av
øllum alvi umvegis fjøl-
miðlarnar berjast fyri poli-
tiska lívi sínum. Nakrir
teirra eru fyri einhvønn
prís til reiðar at kollvelta
vallógina í einari handa-
vending. Hvørt hesir hava
varðhugan av, at valdøm-
ini, har teir eru uppstillaðir
og valdir, ikki eru nøgd við
politisku avrik teirra og at
talan tí er um gerrymand-
ering (at tillaga vallógina
til egnan fyrimun), soleiðis
sum róð hevur verið upp-
undir í fjølmiðlunum,
tykist sannlíkt.
Nógv fingið av skafti
Breiða samgongan megnaði
við táverandi fíggjarmálaráð-
harra Bárði Nielsen á odda
at seta neyð-uga ferð á aftur
føroyska búskapin og skapa
framburð, eftir at fullveldis-
samgongan slitnaði. Nú, tað
er neyðugt, hevur sitandi
fíggjarmálaráðharri Magni
Laksafoss lagt upp til veru-
liga langsiktaða búskapar-
stýring og er farin undir
arbeiðið at tálma ovurupp-
hitingini av landsbúskapi-
num. Eisini valdar friður á
ríkisrættarliga økinum, eftir
at breiða samgongan fyrst í
valskeiðinum samráddi seg
til sættis við ríkismyndug-
leikarnar. Harumframt eru
mong onnur týdningarmikil
mál avgreidd. Breiða sam-
gongan kann tí við góðari
samvitsku leggja frá sær, nú
støðan er vorðin, sum hon er.
Loyaliteturin í
samgonguni reyk í
samband við 266b
Tá lítisverda málið um nú
viðtiknu broytingarnar í
grein 266b í revsilógini var
til viðgerðar og sum ikki
einaferð, av fjølmiðlunum
bleiv blást upp til nakað, tað
als ikki var, megnaði sam-
gongan ikki at standa ímóti
og finna felags stev. Sjálvur
samgonguleiðarin hoknaði í
kongunum, gav eftir fyri
fjølmiðlatrýstinum og
royndi at gera seg sjálvan til
talsmann fyri tað av andstøð-
uni frammsetta uppskotið.
Harvið reyk loyaliteturin í
samgonguni og kundi løg-
tingsformaðurin nú nakrar
mánaðar seinni, sjálvt um
hann er partur av parlament-
ariska grundarlagnum undir
breiðu samgonguni, uttan
um samgonguna og í sjálv-
drátti, men eftir øllum at
døma eftir avtalu við løg-
mann og ávísar aðrar ting-
menn, loyva sær at leggja
framm málið um at skipa
Føroyar sum eitt valdømi. Í
skrivandi stund er tað sein-
asta nýggja, at Fólkaflokk-
urin í sjálvdrátti ætlar at leita
sær stuðul hjá andstøðuni í
sam-band við yvirtøku av
nøkrum málsøkjum.
Avtalan millum
samgonguflokkarnar um
vallógarbroytingar
Løgmaður vil vera við, at
avtala er gjørd millum sam-
gonguflokkarnar um, at val-
lógarbroytingin, sum fer at
gera Føroyar til eitt val-
dømi, ikki skal fáa gildið,
fyrr enn efter komandi løg-
tingsval, men at miðstað-
arøkið afturfyri - og sum
plástur á sárið - skal fáa
ein tingmann afturat til
komandi løg-tingsval.
Onkur løgtingslimur
sigur seg ikki kenna til
nakra avtalu, meðan aðrir
samgongulimir siga seg als
ikki vera partar av avtaluni
og tí fara at atkvøða fyri
uppskotinum hjá løgtings-
formanninum, soleiðis sum
tað fyriliggur og soleiðis,
at Føroyar gerast eitt
valdømi beinan vegin.
Hvør sigur satt ella ósatt
um avtaluna, ella um ein
slík í heila tiki kann sigast
at fyriliggja, er ilt at meta
um. Undir øllum umstøð-
um kann í hvussu so er
staðfestast, at samgongu-
avtalan er virðisleys, álitið
millum samgongutingmenn
burtur og samgongan
harvið óarbeiðsfør.
Snøgt sagt, so er samgong-
an í upploysn. Stundin er tí
komin til at lata veljaran
tala, reinsa luftina og stinga
út í kortið av nýggjum.
Samgongan rekur fyri vág og vind
Tvøroyri
jasPur VanG
SO270807xx.indd 15
27-08-2007 12.36.19